Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Fronsku íslandsmenninir (1:2)
    Franskir fiskimenn fóru at royna undir Íslandi 300 árum síðani. Tað vóru flandrar úr Dunkirque og grannabygdum, sum løgdu fyri. Teir fiskaðu við smáum skonnartum, sum vóru mannaðar við 12 monnum.
    Eini 100 ár seinni fóru eisini skonnartir úr Bretagne til Íslands at fiska. Farið varð í februar og komið varð heim aftur í september. Hetta var hart lív og fransar mistu 4000 mans, meðan teir royndu undir Íslandi fram til 20. øld.
    At vera teimum til hjálpar fóru fransmenn síðst í 1800-talinum at senda hospitalsskip undir Ísland at stuðla sínum fjarskotna flota.
    33 min
  • Meg Minnist - 2 sending Tordur Niclasen
    Rakistovan hjá Heina Martini var sum eitt annað undirhús í Sørvági. Har komu fólk at tosa um dagsins mál. Korini vóru mangan smá, men spennandi var at telja pengarnar upp upp undir høgtíðir. Heina Martin ferðaðist um landið sum agentur fyri ymsum vørum, og eina tíð umboðaði hann norskar sildartunnur í Føroyum. Tá stóð stundum væl til. Hann hevði fyrsta stálband í Sørvági. Tordur fór fyrsta túr til skips við sluppini ?Henry Freemann? til Íslands. Síðani fór hann á realskúla, og eftir lokið prógv fór Tordur aftur til skips við toftatrolaranum?Havborgini?. Teir fóru til Grønlands.
    1 min
  • Meg Minnist - 4 sending Tordur Niclasen
    Tordur tók í 1983 við sum leiðari á nýbygda Røktar- og ellisheiminum í Runavík. Samstundis fluttu tey til Eiðis at búgva. Tordur var við at stovna brævbjálvavirkið Tonito og uppi í at fáa Norðís latið upp aftur sum flakavirki. Tað eydnaðist í 1998. Hann var valdur á ting í 1984 og sat í 14 ár. Eitt skifti í 1989 var hann í landsstýrinum. Í 1992 var flokkurin stovnaður av nýggum sum Miðflokkurin. Tað tók honum dygt, tá hann ikki varð afturvaldur. Hann fór við konu og synum til Kummiut í Eysturgrønlæandi at starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tað var ein øðrvísi uppliving.
    1 min
  • Meg Minnist - 3 sending Tordur Niclasen
    Meðan hann var til skips við ?Vágbingi? kom Tordur fram á eina lýsing, har søkt varð eftir fólki at læra til pleygara. Hann fór undir hesa útbúgving í Danmark í 1969. Her hitti hann menn, sum vóru sjúkrasystrar. Nú søkti hann um upptøku á sjúkraystrarskúlan í Føroyum og slapp inn. Var á Landssjúkrahúsinum, men fór síðani hálvtannað ár til USA á bíbliuskúla v.m. Var aftur á LSH, men ferðaðist í Ísrael 1978 og arbeiddi ein mánað í 1979 á einum heimi í Bethlehem. Á hesi ferð hitti Tordur Sigrun Gunnarsdóttir og bar fram bønarorð. Tey giftust til jólar.
    1 min
  • Meg minnist
    Skiparin á flakatrolaranum ?Ennibergi? seinastu 20 árini, Sonny Johannesen í Havn, verður nýggjur gestur í Meg minnist. Sonny fór til skips 14 ára gamal. Skúlaskipið var trolarin ?Brandur Sigmundarson?. Hann búði síni fyrstu ár í Skopun, men húskið flutti í 1956 til Havnar at búgva. Mamman var Semona Jakobsen úr Skopun og pápin Andrias Johannesen úr Hvannasundi. Í Skopun luttóku børnini í arbeiðnum í bø og haga, men Sonna dámdi eisini væl niðri við sjógvin. Í Havn var hann í haganum við teimum grønu skótunum og kríggjaðist sum hinir dreingirnir.
    45 min
  • Meg minnist: Bergljót av Skarði (3:3)
    Bergljót hevur áhuga fyri bókmentum, sum hava verið partur av hennara faki sum studentaskúla-lærari í enskum og føroyskum. Hon hevur í fleiri ár havt sín egna blogg, har hon ummælir og um-røður bøkur og leikir. Hon fegnast um, at skúlanæmingar brúka bloggin.
    Bergljót hevur júst fingið sæti í málráðnum. Hon hevur áhuga fyri at varðveita føroyskt sum mál. Nakað skjótt kemur ein stavsetingarorðabók frá ráðnum. Bergljót er vermamma danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen. Hann er ein fittur fýrur, men tey tosa ikki nógv um politikk.
    41 min
  • Meg Minnist: Bergljót av Skarði (2:3)
    Bergljót av Skarði er uppvaksin úti í Grønlandi í Havn. Systkini vóru sjey. Foreldrini vóru sakførar-in Sigurð Joensen og lærarinnan Sigrið av Skarði Joensen.
    Bergljót gekk í sunnudagsskúla og til skótar í Frelsunarherinum og stílaði eisini fyri ungdómsmøtum. Hon hitti Jákup Petersen úr Klaks-vík á studentaskúlanum og tey fingu Sólrun í 1968. Í Keypmannahavn búðu tey á studentabústaðn-um Sólbakkanum.
    Bergljót kom heim aftur í 1976. Á ólavssøku hitti hon sín seinna mann Hans Marius Johannesen úr Dali. Síðani hevur hon verið nógv í Dali, har hon í dag hevur Putlhús.
    41 min
  • Meg Minnist - Bergljót av Skarði (2:3)
    Bergljót av Skarði er uppvaksin úti í Grønlandi í Havn. Systkini vóru sjey. Foreldrini vóru sakførar-in Sigurð Joensen og lærarinnan Sigrið av Skarði Joensen.
    Bergljót gekk í sunnudagsskúla og til skótar í Frelsunarherinum og stílaði eisini fyri ungdómsmøtum. Hon hitti Jákup Petersen úr Klaks-vík á studentaskúlanum og tey fingu Sólrun í 1968. Í Keypmannahavn búðu tey á studentabústaðn-um Sólbakkanum.
    41 min
  • Meg Minnist: Bergljót av Skarði (1:3)
    Bergljót av Skarði hevur undirvíst á studentaskúlanum í Hoydølum í meir enn 30 ár. Hetta vóru góð ár. Hennara lærugreinir vóru enskt og føroyskt. Las enskt í Danmark og føroyskt í Føroyum. Hevur nú undirvíst útlendingum í føroyskum í kvøldskúlanum.
    Serliga eru útlendsk konufólk áhugað at læra málið, men nógv eru, sum ikki tekna seg. Sum barn ferðaðist Bergljót saman við systkjunum í Hattarvík. Fastur hennara var lærari og bóndakona í Útistovu, har allir Hanusarnir sótu.
    Í Havn gekk Bergljót í kommunuskúla og síðani í real- og studentaskúla í Hoydølum.
    42 min
  • Meg minnist: Jóhannes Andreas Næs (4:4)
    Sjey nesmenn keyptu motorin "Jóhanna" í 1918. Hann varð brúktur til útróður og sigling av ymsum slag - eitt nú neyðsendarørindi upp á Tvøroyri. Í 20-unum leigaðu gøtumenn hann til várróður á Norðhavinum.
    Í Nesi vóru Innara støð og Uttarastøð. Kundi skip sigla Hvalbiarfjørð, kundi bátur altíð fara úr Nesi til skipið. Kolaarbeiði hevur verið í Hvalba gjøgnum nøkur 100 ár. Kolið var avskipað av Rananum í Nesi.
    42 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners