Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Listamálarin Jóannes Kristiansen
    100 ár eru síðani listamálarin Jóannes Kristiansen varð borin í heim í Leirvík. Hann hevði hvørki hug til sjógv, bø ella haga, men tímdi at tekna og lesa. Í 1935 fór hann til Danmarkar at læra meir um hesi kynstur, men fyri at hava okkurt at liva av fór hann í málaralæru. Jóannes ætlaði sær heimaftur, tá hann var liðugur, men tá var Danmark hertikið.
    45 min
  • Meg Minnist: Eivind Weihe (4:4)
    Eivind Weyhe hevur undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya síðani 1980. Árini frá 1983 til 1998 umboðaði hann Fróðskaparsetrið í eini verkætlan hjá danska generalstabinum at gera nýggj kort ella máliborðsbløð fyri Føroyar.
    Hansara lutur var at meta um staðanavnatilfarið, ið skuldi á kortini. Navnagransking fevnir vanliga um fólkanøvn og staðarnøvn, men onnur nøvn eru eisini áhugaverd, eitt nú miðanøvn og nøvn á seyðafylgjum.
    Eivind Weyhe heldur, at Fróðskaparsetrið eigur at hava fólk í starvi, sum burtur av fáast við staðarnavnagransking.
    43 min
  • Meg Minnist: Eivind Weihe (3:4)
    Eivind Weyhe arbeiddi í lestrartíðini sum hjálparmaður hjá Napoleon Djurhuus, magistara, úr Porkeri, ið saman við Christiani Matras stóð fyri at geva út stóra savnið Føroya kvæði. Har fekk Eivind hug at skriva spesiali um Hentze-savnið hjá Jóannesi í Króki á Sandi.
    Ætlanin varð løgd fyri íslendska professaran Jón Helgason. Men hann segði nei, tí avrátt var, at Chr. Matras skuldi viðgera hetta evni. Tí hálsaði Eivind um og skrivaði serritgerð um føroyska táttayrking, ið var megininnihaldið í 6. og seinasta bindi av Føroya kvæði.
    46 min
  • Meg Minnist: Eivind Weihe (2:4)
    Eivind Weyhe hevði pápa úr Porkeri og mammu úr Vági. Hann er føddur í Porkeri og uppvaksin í Vági.
    Oldurabbin Johan Mikal Mikkelsen vildi hava hvørjumfalsformin fyri bygdarnavnið Vági til eftirnavn, men presturin bronglaði tað til Weyhe eftir Weihe, sum fanst norðanfjørðs.
    Eivind tók realprógv í Vági og studentsprógv í Havn. Var lærari í Sumba í tvey ár. Í realskúlanum fekk hann áhuga fyri føroyskum og norrønum.
    Í 1962 fór hann at lesa norrøna filologi, eisini nevnt norrønt mál, sum var ein sera víðfevnd lærugrein.
    41 min
  • Meg Minnist: Eivind Weyhe (1:4)
    Meðan hann las norðurlendsk mál í Keypmannahavn, hevði vágbingurin Eivind Weyhe á hondum øll tey føroysku kvæðahandritini, sum funnust í donskum søvnum. Tey flestu vóru á Árnasavninum og Kongliga bókasavninum. Eivind handfór øll handritini, tá tey vórðu kopierað. Tey røkka aftur til Svabosa tíð í 1700-talinum og fevna um nógv ymisk søvn og uppskriftir frá 1800-talinum. Serlig ferð kom á savnanina, tá danin H.C. Lyngby í 1817 hevði fingið snevilin av Sjúrðarkvæðunum millum føroyingar. Onkur av hesum søvnum eru nú í varðveitslu í Føroyum.
    41 min
  • Meg minnist: Bárður Jákupsson (4:4)
    Eftir uppskoti frá Bárði Jákupssyni varð útgerð til grafiskan verkstað útvegað Norðurlandahúsinum. Verkstaðurin var fyrst har, síðani í Listaskálanum og nú á Østrøm. Nógv útlendsk og føroysk listafólk royna seg har.Bárður hevði sína fyrstu eginframsýning saman við Bent Restorff, tá hann var afturkomin av Málaraskúlanum í 1973. Síðani hevur hann sýnt meir og minni fram á hvørjum ári ? ikki minst, síðani hann gavst í Listaskálnum. Hann hevur bæði prýtt bøkur og hús.Bárður heldur, at kritikarar eru alneyðugir fyri listina og listafólkini. Í so máta gongur fram á í Føroyum.
    41 min
  • Meg minnist: Bárður Jákupsson (3:4)
    Bárður Jákupsson teknaði í fleiri ár frímerki til Postverkið, sum eftir yvirtøkuna í 1976 fór at geva út føroysk frímerki. Heimskendi gravørurin Slania gjørdi sítt til, at føroysku merkini vórðu kend. Í 1978 tók Báður við sum leiðari fyri Listaskálan. Fyrsta takið var at umvæla húsið, sum var illa farin. Annað takið var at fáa skipað nýggja stovnin Listasavn Føroya og byggja nýggjan framsýningar-skála við stuðli úr ymsum ættum. Skálin var liðugur í 1993. Nú kundi Listasavnið arbeiða við bæði føstum og støkum framsýningum. Bárður hevur skrivað fleiri bøkur um myndlist og myndlistafólk.
    42 min
  • Meg minnist: Bárður Jákupsson (2:4)
    Frá studentaskúlanum á VBV fór Bárður Jákupsson á Askov háskúla. Hetta var ein áhugaverdur vetur. Hugurin stóð til tekning og máling, men ivasamt var, um livast kundi av tí. Tí fór hann á læraraskúla í Hjørring og tók prógv eftir trimum árum. Síðani fór Bárður á Málaraskúlan á Kunst-akademinum í Keypmannahavn. Lærari var professarin Mogens Andersen. Eftir tvey ár har bað Steinbjørn Jacobsen hann koma at hjálpa sær við Føroya Fólkaháskúla. Samstundis arbeiddi hann fyri Fornminnissavnið við framsýningum heima og uttanlands eins og tíðarritinum Mondli.
    39 min
  • Meg Minnist: Bárður Jákupsson (1:4)
    Nýggjur gestur í Meg minnist er Bárður Jákupsson. Hann hevur altíð havt áhuga fyri at tekna og mála. Samstundis hevur hann havt størv sum lærari, ritstjóri og savnsstjóri. 60 ára gamal fór hann at mála burturav.
    Bárður er uppvaksin Uppi undir Varða. Hann er sonur rithøvundan og búnaðar-ráðgevan Heðin Brú úr Skálavík og konu hansara av Velbastað. Heðin Brú bygdi á eitt stykki burtur av frá Williami Heinesen, og Christian Matras bygdi á eitt stykki frá Heðin Brú.
    Bárður var formaður í fyrsta eigarafelagnum í Hoyvíkshaganum og hevur í 40 ár búð í Nicoali Mohrs gøtu.
    42 min
  • Meg minnist: Jón og Valborg Rasmussen (2:2)
    Tað var ein avbjóðing hjá Valborg at taka lærarastarv upp á seg í Eysturgrønlandi. Einir 400 næmingar vóru á skúlanum í Tasilak, og har vóru lærarar úr Danmark, Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi. Í Nanortalik og Manitsok, seinnu ár teirra í Grønlandi, fækkaðu donsku lærararnir, og tá Valborg gavst í Manitsok, var hon tann seinasti ikki-grønlendingurin, sum fór. Hjúnini góvust í Grønlandi og fluttu til Danmarkar, har tey hava bústað í Næstved. Valborg mælir lærarum, sum ætla sær til Grønlands, til at fara til Eysturgrønlands. Har er móttøkan best.
    44 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners