Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Laura Joensen (1:3)
    Sjónleikarin og bóndakonan Laura Joensen er uppvaksin úti á Fløtum og í Jónas Broncksgøtu í Havn. Hevur í útivið 40 ár havt húsini á Mýrini í Kilarkanalini. Tey sigast vera elstu hús eystan fyri Havnará og eru upprunaliga bygd í 1677. Laura leigaði tey frá Fornminnafelagnum, til hon keypti fyri fáum árum síðani. Laura er dóttir Áslu f. Hansen av Viðareiði og John Joensen úr Mykinesi. John og bróðurin Poul høvdu stóra fyritøku í Jónas Broncksgøtu við verkstøðum, handlum, bilum og skipum. Har var altíð lívligt og stuttligt at vera.
    41 min
  • Meg minnist: Mads Winther (3:3)
    Sum byggiverkfrøðingur arbeiddi Mads Winther fyrst í Grønlandi og og síðani á Landsbyggifelagnum. Í 1976 fór hann at undirvísa á studentaskúlanum í Hoydølum. Tað var eitt strævið umskifti. Í 1993 tók Mads við sum rektari í Hoydølum. Hetta var heilt øðrvísi enn at vera lærari. Hølini vóru ikki nøktandi og arbeitt varð við fleiri loysnum at fáa nýggjan skúla, men illa gekst at koma á mál. Gott 60 ára gamal segði Mads upp. Síðani hevur hann røkt ymisk ítriv. Dansað tango í Dansifrøi og Suðuramerika og sungið í Manskórinum heima sum uttanlands.
    43 min
  • Meg minnist: Mads Winther (2:3)
    Mads Winther var AFSari í USA í 1963-64, har hann búði hjá einum amerikanskum húski og gekk í skúla í statinum New York. Hetta árið fekk stóran týdning fyri hann og hansara lívsleið. Mads upplivdi mangt og hvat, sum ikki kom hendanvegin fyrrenn nógv ár seinni. Í 1967 var Mads á rundferð í USA og kom víða um. Eftir studentspróvtøku í 1965 fór hann til Danmarkar at lesa verkfrøði. Fyrstu tíðina gekk hann frá einum skyldfólki til annað at fáa sær døgurða í vikuskiftunum. Tað lá væl fyri, tí skyldfólkini vóru so nógv ? bæði pápasystkin og mammusystkin.
    41 min
  • Meg minnist: Mads Winther (1:3)
    Mads Winther var rektari á studentaskúlanum í Hoydølum í 13 ár. Fyri 10 árum síðani legði hann frá sær og hevur síðani verið pensjónistur við nakað av undirvísing. Hann og konan hava ferðast um meginpartin av heiminum, og hann hevur sungið dúgliga við Tórshavnar manskóri. Pápi Mads var handilsmaðurin Kartni Winther, sum vaks upp á Sandi. Mamman var sjúkrasystirin Dagmar f. Johannesen úr Funningi. Tey hittust í Danmark undir krígnum. Mads vaks upp í Tungugøtu. Hann gekk í kommunuskúla, realskúla og studentaskúla og var ein tann fyrsti føroyski AFSarin.
    44 min
  • Á ferð í Nólsoy (5:5)
    Dagsins sending byrjar við húsini á Trappuni. Úr hesum húsi eru fleiri onnur hús sprottin. Nógv mentafólk vóru í hesum umhvørvi. Her vóru Niels og Petra á Botni, Jóhanna Maria Skylv Hansen og Maria Eide, Steffan Danielsen og mýrufólkini Lena og Pól, alt innan fyri 25 metrar. Nólsoyingar vóru hugaðir fyri skúlaskapi. Tá teir skuldu byggja fyrsta skúlan, gekk báturin við tilfarinum burtur í fjørðinum. Teir bygdu kortini, men seinni vildu nólsoyingar hava skúlan tiknan av, tí teir vildu hava børnini til arbeiðis. Nólsoyingar hava veitt nógvan fugl, og teir eru góðir kvøðarar.
    41 min
  • Á ferð í Nólsoy (4:5)
    Niðastalon við sínum fýsa samanbygdu setir sín dám á Nólsoy. Stovurnar eru eystanífrá: í Búð, Nýggjastova, Magnusarstova og Gortrastova. Í dag býr fólk bara fast í Magnusarstovu. Gortrastova, í Lon og við Brunn vóru stór ognarhús. Tilsamans eru 48 merkur í Nólsoy. Av teimum eru bert 13 merkur kongs. Kongsfestini vóru seks: Kongsstova, í Búð, Torlastova, í Geil, Abbastova og á Geil.
    Vit fara at ganga ímillum húsini í bygdini og siga frá fólki og hendingum. Eitt nú húsini á Skúr, Kongsstova og Verkstaðið eru á hesi leið.
    41 min
  • Á ferð í Nólsoy (2:5)
    Onnur sending úr Nólsoy byrjar uppi á Nólsoyareiði, har oyggin er smalst. Tosað verður um landið millum Nøvina norðan fyri og Bergrætstanga sunnanfyri. Á Eiðinum stendur so nógv á, tá brimið er upp á tað mesta, at sjógvurin kenst aftur hinumegin Eiðið. Brimið máar alsamt burtur av oynni. Uppi á Eiðinum eru hjallar, sum eru bygdir á almenningi. Syðsti býlingurin Malarendi er bygdur á almenningi, sum var jørð, ið ongin einstaklingur átti. Beint heimanfyri Malarenda eru staðar- nøvnini Træbrúgvin og Skipagriftin. Í Skipagriftini bygdu nólsoyingar fleiri skip í 1800-talinum.
    43 min
  • Á ferð í Nólsoy (1:5)
    Útvarpið fer nú saman við Egoni Hansen undir eina røð um Nólsoy. Røðin byrjar í gamla býlingi-num sunnan fyri Nólsoyarbygd, har Prinsessutoftirnar eru. Hesin býlingur avtoftaðist í 1700 árunum, men søgn er, at ein skotsk prinsessa búði har. Eitt eyðkenni fyri Nólsoy er kirkjan á Tanganum, sum nólsoyingar halda altíð hevur staðið har. Borðan er sunnari endi á Nólsoynni. Har eru vitin á Borðtanganum og tann stóri Nólsoyarviti, sum varð bygdur í 1893. Hann er ómannaður í dag, men hevur havt stóran týdning fyri Nólsoy. Á Tjørnunesi var kornpláss, og í Hósmøl varð royða brotin.
    46 min
  • Á ferð í Húsavík (4:4)
    Í seinastu sendingini úr Húsavík verður farið gjøgnum størsta býlingin Heimi á Garði. Her er gomlu toftirnar eftir hústrúnna. Her eru eisini fleiri av teimum gomlu húsunum í bygdini, við Ánna, á Granda, í Tøðuni, á Toftini, á Breyt eins og Skumpitoft og onnur.
    Her liggur eisini Vegarsteinurin, sum íslendski Ursus skuldi lyfta á sinni, men bjóðaði ikki til at royna. Í dag standa flestu av teimum gomlu húsunum tóm og skúlin er stongdur, men enn verður grivið út fyri nýggjum húsum í Húsavík.
    34 min
  • Á ferð í Húsavík (4:4)
    Í seinastu sendingini úr Húsavík verður farið gjøgnum størsta býlingin Heimi á Garði. Her er gomlu toftirnar eftir hústrúnna. Her eru eisini fleiri av teimum gomlu húsunum í bygdini, við Ánna, á Granda, í Tøðuni, á Toftini, á Breyt eins og Skumpitoft og onnur.
    Her liggur eisini Vegarsteinurin, sum íslendski Ursus skuldi lyfta á sinni, men bjóðaði ikki til at royna. Í dag standa flestu av teimum gomlu húsunum tóm og skúlin er stongdur, men enn verður grivið út fyri nýggjum húsum í Húsavík.
    34 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners