Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Svimjimeistarin, Jon Hestoy
    Jon Hestoy fær spurningin, hvønn týdning Oyggjaleikirnir hava havt fyri føroyska svimjing og fyri føroyskan ítrótt sum heild.
    Jon heldur, at ítrótturisman, sum stendst av okkara luttøka í altjóða ítrótti, er big business, sum eigur at verða virt. Jon er mestsum uppvaksin í svimjihylinum á Tvøroyri, har mamma hansara var lívbjargari.
    Hann stóð seg væl í kappingum í Føroyum fyrra partin í 70unum og vann nógv í Danmark, tey árini hann var har. Á danska landsliðnum var hann frá 1978 til 1982, tá hann sum tann fyrsti umboðaði Føroyar í HM í Equador.
    41 min

  • Bóndasonur og vinnulívsmaður
    Gamli Sámal Petur í Fuglafirði var føddur á Miðgerði í Kollafirði í 1861. Hann lærdi at lesa og skriva hjá kvívíkspresti og fór ungur til skips við hetlendingum.Síðani fór hann til lands í Íslandi.
    Í 1887 setti hann seg niður í Fuglafirði sum keypmaður. Virksemið mentist til eitt av teimum stóru handilsvirkjunum í Føroyum, sum reiddi út motorbátar, sluppir, skonnartir og trolara.
    Sámal Petur gav frá sær í 1924. Tá tóku synirnir Piddi og Theodor upp á seg at reka virksemið víðari. Frásøgumaðurin Petur Martin Petersen er abbasonur Gamla Sámal Petur.
    48 min

  • Meg minnist: Hans Hansen (2:2)
    Atlantic Airways stóð seg í kappingini við Mærsk Air, men fyrstu nítiárini vóru so mikið dýr, at Løgtingið setti nýggjan partapening í. Farið varð at flúgva á fleiri leiðum, og flogfør vórðu leigað til nýggjar leiðir.
    Í 2000 keypti Atlantsflog eitt flogfar aftrat. Tað heldur Hans Hansen vera størsta frambrotið hjá felagnum. Hann setti út í kortið, at felagið skuldi hava føroyskar flogskiparar.

  • Meg minnist: Hans Hansen (1:2)
    Miðvingurin Hans Hansen var leingi ímyndin av flúgvingini hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Hann var sum flogskipari við frá fyrsta degi 28. mars 1988 á farleiðini millum Føroya og Keypmannahavn.
    Hans fekk tíðliga hug at læra til flogskipara, og í 1966 eydnaðist honum at sleppa inn á skúla í Tønsbergi í Noregi. Í 1968 tók hann prógv í Sandefjord og fór at flúgva fyri ymisk norsk flogfeløg.
    Ein uppgáva var postflúgving til Týsklands, ein onnur at leita eftir kópi í Vesturísinum. Tá brúkti hann flogvøllin á Jan Mayen, har turbolensurin var ógvisligur.
    38 min

  • Sluppirnar á Bankanum - eitt 100 ára minni
    Tann 23. mai 1917 fingu føroyingar rættiliga at kenna sviðan av fyrra heimsbardaga. Týskir kavbátar preiaðu slupp eftir slupp á Føroya Banka, har tær vóru til fiskiskap.
    Kavbátamenninir bóðu manningarnar fara av skipunum, løgdu sprongievni í skipini og søktu tey, meðan føroysku manningarnar ikki kundu gera annað enn hyggja at. Føroyingarnir fóru í skipsbátarnar og settust við árarnar at rógva til lands.
    30 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners