Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg Minnist: Jón Rasmussen (1:2)
    Jón Rasmussen úr Klaksvík og konan Valborg f. Brattaberg úr Vági hava í meir enn 15 ár virkað í Grønlandi. Hann sum verkfrøðingur og hon sum lærari. Tey fyrstu mongu árini vóru tey í Tasilak í Eysturgrønlandi. Jón hevði starv sum kommunuverkfrøðingur, meðan Valborg starvaðist sum lærari í fólkaskúlanum har. Kommunan fevnir um alla Ammassalik-leiðina við býnum Tasilak og fleiri bygdum, eitt nú Kulusuk og Kummiut. Fólkatalið er støðugt í økinum, men flutt verður av bygd í bý. Kommunan roynir eftir førimuni at menna liviumstøðurnar hjá fólkinum.
    40 min
  • Meg minnist: Súsanna Danielsen (2:2)
    Rithøvundurin Jørgen-Franz Jacobsen var mammubeiggi Súsonnu Danielsen. Elstur av seks systkjum. Abbi og omma hansara vóru komin úr Keypmannahavn til Føroya í 1880unum. Kona Gamla Restorff í Havn var dóttir tann eldra Jørgen-Franz, og hann fekk grundstykki á Skálatrøð. Haðani doyðu tríggjar mostrar Súsonnu út, Anna Katrina, Franciska og Hanna og mammubeiggin Klæmint doyði út av Ellisheiminum. Súsanna situr í dag við húsunum. Hon var borin til garðin í Búðini. Tók ikki við festinum, men gongur á fjall sum hon hevur gjørt, síðani hon var smágenta.
    39 min
  • Meg minnist: Súsanna Danielsen (1:2)
    Súsanna Danielsen var stjóri á løgtingsskrivstovuni, til hon legði frá sær í 2014. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og starvaðist í landsstýrinum og á landsskúlafyrisitingini, áðrenn hon fekk stjórastarvið í løgtinginum. Í landsstýrinum var hon leiðari á lønardeildini, sum hevði við sáttmálar og samráðingar at gera. Súsanna gekk í bygdaskúlan á Velbastað og fór haðani í realskúla og studentaskúla í Hoydølum. Tey síðstu árini har vóru spennandi við mongum rembingum. Súsanna er dóttir Dánjal í Búðini á Velbastað og Helenu f. Jacobsen úr Gríms Kambansgøtu í Havn.
    38 min
  • Jólagesturin - Jóannes Martin Hansen (2:2)
    Í tveimum sendingum á jólum hittir Jógvan Arge argjamannin Jóannes Martin Hansen, sum er sølumaður og í fleiri ár hevur rikið egið fiskavirki í Litava. Hann er útbúgvin cand. negot. úr Odense og hevur síðani síðst í 80unum arbeitt við útflutningi. Jóannes Martin er ABari við stórum A, men hevur ættarbond til Hvalbiar og Dals. Jólagesturin 2017 verður at hoyra jóladag og 2. jóladag kl. 14.15. Har verður mangt og hvat at hoyra úr Føroyum og ikki minni úr Litava, sum hevur havt eina umleypandi og stundum dapra søgu.
    44 min
  • Jólagesturin - Jóannes Martin Hansen (1:2)
    Í tveimum sendingum á jólum hittir Jógvan Arge argjamannin Jóannes Martin Hansen, sum er sølumaður og í fleiri ár hevur rikið egið fiskavirki í Litava. Hann er útbúgvin cand. negot. úr Odense og hevur síðani síðst í 80unum arbeitt við útflutningi. Jóannes Martin er ABari við stórum A, men hevur ættarbond til Hvalbiar og Dals. Jólagesturin 2017 verður at hoyra jóladag og 2. jóladag kl. 14.15. Har verður mangt og hvat at hoyra úr Føroyum og ikki minni úr Litava, sum hevur havt eina umleypandi og stundum dapra søgu.
    48 min
  • Meg minnist: Simme Jacobsen (2:2)
    Lættur føroyskur tónleikur fór at koma út um sama mundið, sum Útvarp Føroya fór at senda í 1957. Á plátunum vóru eitt nú Simme og ljómlið. Í ljómliðnum vóru Simme, Connie og Birni Dam saman við Leivi hjá Fritleif, Aggo, Florence og fleiri. Á fyrstu plátuni vóru Eitt sunnukvøld í Plantasjuni og Hvønn eina mánadag. Skjótt kom eisini Rasmus, sum var eitt hit, sum fór víða um lond. Birni átti uppskotið til orð og lag, sum Simme fullfíggjaði saman við honum. Um sama mundið fór Simme undir Simme Musikkhús, sum hann hevði leingi. Samstundis spældi hann við eitthvørt høvi.
    45 min
  • Meg Minnist: Simme Jacobsen (1:2)
    Havnarmaðurin Simme hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívi síðani 50ini. Hann lærdi seg at spæla orgul, guitar og klaver. Í mong ár spældi hann til dans ymsastaðni í Havn. Simme og tey komu eisini út á plátum, tá útvarpið var komið í 1957. Mamma Simma var Ninna hjá Sigmundi á Argjum, og pápin var Jógvan Jacobsen úr Sandavági. Hann lærdi til smið í Havn og fór at sigla sum maskinmeistari. Jógvan var burtur, tá Ninna og børnini fluttu heim úr Danmark í 1939. Jógvan kom heim í 1941. Tá var hann søktur tvær ferðir. Fyrru ferð við Chilean Reefer í Grønlandsfjørðinum.
    45 min
  • Feigdardagurin 1. december 1917
    Hesin dagur man vera ein tann ringasti dagur til storm og kavarok, sum fólk vita um í Føroyum. Tað siga tær ólukkur, sum hendu bæði á sjógvi og landi, alt um.
    Fleiri fólk lótu lív og onnur komu illa fyri. Eitt nú fór stórt lið at leita eftir tveimum hvalbingum, sum vóru á veg til hús av Tvøroyri. Annar doyði úti. Hin varð bjargaður. 
    Jógvan Arge greiðir frá.
    36 min
  • Meg minnist: Laura Joensen (3:3)
    Síðst í 1980unum var Leikpallur Føroya stovnaður. Tjóðpallurin kom á skrá í 90unum. Eyðun Johannessen og Jenny Petersen komu heim at vera við í hesum átaki. Leikpallurin fekk innivist í gomlu tappihøllini á Meirarínum. Fyrsti leikurin var ?Móðir sjeystjørna?. Sama árið var ?Eitur nakað land week-end? eftir Jóanes Nielsen settur upp. Hann fekk noðurlendska virðisløn. Tjóðpallurin varð samtyktur á tingi í 2003. Laura hevur eisini verið bóndakona í Skálavík. Hon giftist Pálli í Dalsgarði, sum hevði stóran garð. Hetta var eitt annað lív, sum henni dámdi væl.
    40 min
  • Meg minnist: Laura Joensen (2:3)
    Laura Joensen var nonnufrensur. Gekk bæði í barnagarði og skúla hjá nonnunum. Stóð seg væl í skúlanum, men fór úr skúlanum 14 ára gomul. Var í húsi eitt ár, arbeiddi á skrivstovu og var skrivari hjá Eivind Bonnevie í fleiri ár. Laura var í 1961 farin á sjónleikaskeið hjá Eyðuni Johannessen og Havnar Sjónleikafelag. Í 1972 fór Laura til Danmarkar og arbeiddi nøkur ár á ríkissjúkrahúsinum. Seinni fór hon á dramaleiðaraskeið í Herning. Afturkomin fór hon upp í sjónleikabólkin Grímu og framførdi mangar leikir.
    45 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners