Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Niels Nattestad
    Í vár greiddi hvalbingurin Niels Nattestad frá eini ætlan hjá Nattestad-fólkum í Føroyum at fara til Noregs at vitja ættargarðin Nattestad í Numedalen sunnarlaga í Noregi. Ferðïn varð gjørd í summar. Eini 230 fólk vóru við. Meginparturin var úr Føroyum. Skyldfólk úr Danmark og USA vóru eisini í ferðalagnum. Nattestad-fólkini høvdu góðar dagar í bygdini Vegli. Fyrsti Nattestad í Føroyum var Thor Nattestad, sum kom higar at bróta kol síðst í 1700-talinum. Hann búsettist í Hvalba.
    40 min
  • Meg minnst: Guðrun Gaard (2:2)
    Í 1982 fór Guðrun Gaard á HF. Árið eftir fór hon á føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Har tók hon prógv sum exam.art. í norðurlendskum máli og bókmentum við høvuðsdenti á føroyskt. Próvuppgávan var um fyrstu føroysku skaldsøguna, Bábilstornið, sum Regin í Líð skrivaði. Guðrun fór nú til Odense eitt ár at byrja lestur til magistara. Magistararitgerðin var um føroyskar bókmentir í tjóðskapartíðini samanbornar við bókmentir í øðrum londum. Frá 1986 undirvísti Guðrun á Føroya Studentaskúla samstundis. sum hon las. Hon fekk styrk at skriva Ph.d-ritgerð um skaldskapin hjá Regini Dahl.
    41 min
  • Meg minnist: Guðrun Gaard (1:2)
    Magistarin Guðrun Gaard í Havn byrjaði sína yrkisleið sum sjúkrasystir. Eftir preliminerskúla í Hoydølum fór hon til Danmarkar at fyrireika seg til hesa útbúgving. Hana tók hon á Frederiksberg sjúkrahúsi síðst í 60unum. Arbeiddi á psykiatrisku deild har eini tvey ár og var hálvt ár á Glostrup. Á ólavssøku 1973 kom Guðrun við familjuni aftur til Føroya og fór at arbeiða á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har hon var í 12 ár. Guðrun er dóttir tannlæknan Ingeborg f. Zachariassen og jarðfrøðingin Jóannes Rasmussen. Abbarnir vóru amtslæknin Jógvan Zachariassen og Rasmus á Háskúlanum.
    41 min
  • Meg Minnist: Svenning Reinert (3:3)
    Næstu sambondini hjá Norðradali vóru Sund, Kaldbak og Havnin. Í Havn var Dalavegurin, og í Kaldbaksbotni var Dalastøðin. Haðani varð farið í báti til handils í Kaldbak. Mjólkin varð reidd til Sunds og flutt til Havnar við mjólkarbátinum. Leningarlíkindini í Norðradali vóru torfør. Ein fiskileið hjá teimum var kortini Heinafelli, og teir dyrgdu framvið landi.
    Eitt norskt víkingaskip kom illa fyri í kolturssundi. Svenning var við til at bjarga fólkinum.
    45 min
  • Meg Minnist: Svenning Reinert (2:3)
    Svenning Reinert gekk í skúla í Norðradali og arbeiddi í bygdini, til hann í 1955 fór til skips við ?Tróndi í Gøtu?. Hann var nøkur summur á sild, og um veturin róði hann út, til hann í 1957 hjálpti til at stinga Oyggjarvegin út.
    Í 1959-60 arbeiddi hann á Oyggjarvegnum. Síðani var hann hjá SEV, sum legði nýggja linju eftir oynni. Í 1963 varð Svenning biðin til arbeiðis hjá Forsvarets Bygningstjeneste at halda vegin frá Sundshálsi niðan á Sornfelli. Hetta varð hansara lívsstarv. Hann gavst eftir 40 ár og var í Keypmannahavn og heilsaði upp á dortningina.
    44 min
  • Meg Minnist: Svenning Reinert (1:3)
    83 ára gamli Svenning Reinert hevur altíð búð í Norðradali. Hann er sonur Albert hjá gamla Corneliusi og Astrid úr Leynum, føddur jóladag 1935.
    Garðarnir í Norðradali verða róptir Heimihagi og Útihagi. Fyrr vóru eini samanbygd hús í bygdini. Tey vórðu rópt Uppistova og Niðristova. Nú er bara navnið Uppistova eftir. Nýggjaru húsini hjá Heimihaga verða rópt Úti á Hædd. Traðarbrúk hava verið norðanfyri Gjónna.
    42 min
  • Meg minnist: Jákup Mikal Mikkelsen (2:2)
    Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum var sjómaður í 45 ár. 40 ára gamal fór hann á skiparaskúla í Havn. Eftir tað var hann yvirmaður í uttanlandssigling og við fiskiskipum.
    Undir krígnum var Jákup Mikal fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum, og frá 1947 til 1953 við toftasluppini "Oyrarskeri", sum svágrar hansara Jóhan Fossdalsá og Karl Hansen førdi. Nú fór hann við trolaranum "Havborgini", til hann fór upp á skúla.
    40 min
  • Meg Minnist: Jákup Mikal Mikkelsen (1:2)
    Tann 93 ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum varð uppkallaður eftir pápa sínum, sum gekk burtur við toftaskipinum "Annu" í 1924. Pápin var av Toftum, og mamman Karolina Sofía var av Kjalnesi í Kollafirði. Abbi hennara hevði verið uppsitari og pápin røktingarmaður har.
    Jákup Mikal fór til skips við toftasluppini, Elsu, í 1939. Teir málaðu dansk flagg á hana í Føroyingahavnini. Hann var aftur við "Elsu" í apríl 1940, tá hon fekk føroyskt flagg í Havn.
    43 min
  • Meg Minnist - Jákup Mikal Mikkelsen (1:2)
    Tann 93 ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum varð uppkallaður eftir pápa sínum, sum gekk burtur við toftaskipinum "Annu" í 1924. Pápin var av Toftum, og mamman Karolina Sofía var av Kjalnesi í Kollafirði. Abbi hennara hevði verið uppsitari og pápin røktingarmaður har.
    Jákup Mikal fór til skips við toftasluppini, Elsu, í 1939. Teir málaðu dansk flagg á hana í Føroyingahavnini. Hann var aftur við "Elsu" í apríl 1940, tá hon fekk føroyskt flagg í Havn.
    43 min
  • Fronsku íslandsmenninir (2:2)
    Smátt um smátt bygdu fronsku útgerðarmneneninir størri og tryggari skonnartir til íslandsfiski-skapin, men viðurskiftini umborð batnaðu ikki fyrrenn ein rørsla tók seg upp, sum vildi bøta um tær harðbalnu umstøðurnar, sum íslendsmenninir livdu undir. Fyrstu átøkini vóru at byggja stór hospitalsskip, sum leitaðu skipini upp á fiskileiðunum. Onnur bylgjan fevndi um sjúkrahús, sum fransmenn bygdu í Reykjavík, á Fáskrúðsfirði og í Vestmannaoyggjunum fyrst í 1900. Hesi sjúkrahús fingu eisini týdning fyri íslendsk heimafólk og bretskar fiskimenn.
    31 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners