Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Petur Sigurd Rasmussen (1:3)
    Petur Sigurd Rasmussen var millum kendastu ítróttafólk í Føroyum í 50unum og 60unum. Hann var føroyameistari bæði í fótbólti og hondbólti og spældi á báðum landsliðunum.
    Petur Sigurd er føddur í Havn í 1933, sonur Petur hjá Stinu og Thomasiu hjá Evu-Petur á Sandi. Hann var málmaður í HB og stórspælari í Kyndli. Byrjaði hondbóltin í Neistanum og vann eisini FM við SÍF.
    Føroyameistari í meistaradeildini í fótbólti fýra ferðir. Í 50unum var Petur Sigurd læraravikarur í Kollafirði, Fuglafirði og Sandavági og tók læraraprógv í 1958.
    44 min
  • Meg minnist: Jóan Pætur Midjord (3:3)
    Jóan Pætur Midjord var landsliðsspælari í flogbólti og vann fleiri meistaraheiti. Sum unglingi lærdi hann at spæla flogbólt í fimleikatímunum í relaskúlanum.
    Jóan Pætur vann síni fyrstu FM á liðnum hjá Føroya Studentaskúla. Um 20 ára gamal fór hann at telva í Havnar Telvingarfelag.
    Heilar 10 ferðir var hann til talvolympiadur, níggju ferðir sum spælari og eina ferð sum leiðari.
    Besta úrslit hansara var móti filippinska stórmeistaranum Balinas í Manila í 1990. Jóan Pætur var í mong ár hallarvørður á Hálsi.
    37 min
  • Meg minnist: Jóan Pætur Midjord (2:3)
    Jóan Pætur Midjord vann 18 føroyameistaraheiti í badminton. Eitt fyri einstaklingar, 12 í tvímansleiki og fimm í blandaðum tvímansleiki.
    Fyrsta FM vann hann í 1967 saman við Burnamann Niclasen úr Klaksvík. Jóan Pætur var á fyrstu landsliðunum bæði í badminton og í hondbólti.
    Í 20 ár spældi hann á 1. liði Kyndils og vann eini 15 meistaraheiti. Í byrjanini vóru stjørnurnar Petur Sigurð Rasmussen, Torbjørn Michelsen og Dia Jacobsen.
    41 min
  • Meg minnist: Jóan Pætur Midjord (1:3)
    Jóan Pætur Midjord er uppvaksin á Heygsbreyt, haðani nógvir dreingir komu á 1. lið hjá HB. Foreldrini vóru Louisa Davidsen úr Havn og Jákup Midjord úr Fuglafirði.
    Jóan Pætur skipaði kvæði í barnadansi og almennum dansi í Sjónleikarhúsinum. Fleiri ár starvaðist hann á Lønjavningar-grunninum og vann nógv føroyameistaraskap í ymsum ítróttagreinum.
    Tey fyrstu í fótbólti og borðtennis, síðani í hondbólti og badminton í mong ár og at enda í flogbólti.
    41 min
  • Meg minnist: Mathilda Jacobsen (1:1)
    Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður 95 ára gamla Mathilda Jacobsen á Dalavegnum. Hon hevur búð í Havn í 70 ár, men er ættað av Eiði, har hon varð fødd og búði síni fyrstu ár í gomlu Britustovu.
    Ungdómsárini misti Mathilda eina systir, tveir brøður og mammuna. Hon tænti í Vestmanna og fór um krígslok til Havnar at arbeiða. Fekk arbeiði sum seymikona hjá skræddara og seymaði eitt mannaminni fyri klædnahandlar.
    Mathilda giftist Peturi hjá Jákup Hans Jacobsen, sum var arbeiðsmaður og formaður hjá Tórshavnar kommunu í meir enn fimmti ár.
    40 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners