Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Heini Davidsen (2:4)
    Heini Davidsen brúkti sum ungdómur nógva tíð í Havnar Hornorkestri, hjá teimum grønu skótunum, í føroyskum dansi fyri børn og ikki minst á bókasavninum. Gekk í Kommunuskúla og Realskúla og tók studentsprógv í 1959.Heini Davidsen var ferðalærari í bóndabygdunum Syðradali og Norðradali, har ein nýggur heimur lat seg upp fyri honum. Fór seinni á læraraskúla og var eitt stutt skifti lærari í Havn. Hann og konan Vónbjørt úr Skúgvi fingu eina dóttir, sum var brekað, og fluttu til Danmarkar í 1968.
    46 min
  • Meg minnist: Heini Davidsen (1:4)
    Heini Davidsen hevur búð stóran part av lívinum uttanlands, í Grønlandi og Danmark, men hevur vitjað nógv heim aftur á klettarnar. Hann er sonur John Davidsen, sum eitt mannaminni var lærari í Kommunuskúlanum, og Katrinu úr Sørvági, sum var sjúkrasystir.Abbin, Norðoya-Jógvan, var úr Klaksvík. Hann hitti føroysku konu sína í Leith í Onglandi, har nógvir føroyingar vóru. Tey fluttu heim aftur um aldarskiftið 1900. Norðoya-Jógvan bygdi í Magnus Heinasonargøtu, har John og Katrina giftust inn.
    46 min
  • Meg minnist: Ólavur Clementsen (2:2)
    Ólavur Clementsen hevur latið úr hondum bókina Søgur og skemt av Sandi. Íblásturin fekk hann frá prátinum á Klovanum og úr bókini Sands søga eftir Edward Hjalt, sum kom í fimmtiárunum. Fyrsti parturin av bókini er um skaðatilburðir við tilknýti til Sandsbygd.
    Men har er so mangt annað eisini: Handilssøgan, søgan um lendingarnar, søgan um vatleidningin, søgur um kvinnur og menn á Sandi og fleiri skemtiligir tættir um hendingarna heima á Sandi.
    44 min
  • Meg minnist: Ólavur Clementsen (1:2)
    Ólavur Clementsen er heiman av Sandi, men hevur ikki búð har, síðani hann í 1950 fór til Havnar at ganga á preliminerskúla. Liðugur við studentaskúlan fekk hann starv á Matrikulstovuni. Í trý ár las Ólavur á norska landbúnaðarháskúlanum í Aas.
    Hendan útbúgving kom væl við, tá av álvara varð farið undir útskiftingina av føroysku ognarjørðini. Ólavur hevur hesi seinastu árini skrivað mangar greinir til Kvørnina, ársritið hjá Sands Bygdafelag.
    46 min
  • Meg minnist: Alex Sólstein (3:3)
    Alex Sólstein lærdi at spæla violin hjá Eriki Petersen og spældi síðani við Tórshavnar Musikkskúla. Í 30 ár hevur hann nú verið ein av monnunum aftanfyri Føroya Symfoniorkestur.
    Sum skúlamaður var hann í mong ár limur í lesiætlanarnevndini fyri fólkaskúlan. Eitt skifti var hann eisini leiðari fyri framhaldsútbúgvingini hjá fólkaskúlalærarum.
    Eisini sum pensjonistur hevur hann havt úr at gera við tónleiki, týðingum, Klaksvíkar Musikkskúla, Klaksvíkar Hornorkestri og sum ferðaleiðari, serliga til London, men eisini til Paris, Stettin og Berlin.
    45 min
  • Meg minnist: Alex Sólstein (2:3)
    Fyrstu árini í Havn búði Alex Sólstein hjá skyldfólki úr Horni og lærdi at spæla violin hjá Eriki Petersen. Eftir studentsprógvið fór hann á læraraskúla. So fáir næmingar vóru har um tað mundið, at fólk við studentsprógvi kundu taka læraraprógv eftir tveimum árum við nøkrum eykalærugreinum.
    Haðani fór hann til Klaksvíkar at undirvísa. Tvey ár miðskeiðis í fimmtiárunum var Alex á Læraraháskúlanum í Danmark og fekk sær víðari útbúgving í máli og sangi. Í 1961 varð hann skúlastjóri fyri stundum 1000 næmingum og 50 læraranum.
    42 min
  • Meg minnist: Alex Sólstein (1:3)
    Alex Sólstein er klaksvíkingur við ættarbondum til Havnar, Tjørnuvíkar og Leirvíkar. Hann er sonur Palla Sólstein úr Stovugarðinum, sum starvaðist eitt mannaminni í fyritøkuni hjá Kjolbrø, og Elsebeth Bergittu, dóttir Petur Bakaran úr Havn.
    Alex tók studentsprógv og læraraprógv í Havn og tók 30 ára gamal við sum skúlastjóri í Klaksvík. Hann hevur stóran áhuga fyri tónleiki og hevur spælt dúgliga við Klaksvíkar Hornorkestri, Tórshavnar Musikkskúla og Føroya Symfoniorkestri.
    Fyrsta sendingin snýr seg um ættarbond og barnaárini í Klaksvík.
    42 min
  • Meg minnist: Palli Gregoriussen (6:6)
    Palli Gregoriussen setti sær í nítiárunum fyri at mála upp og tekna kirkjurnar í Føroyum, sum eru landsins virðismestu byggingar. Hann legði í fyrstani dent á tær gomlu trækirkjurnar, men tá saman um kom, hevði hann greitt fýra bøkur um allar kirkjurnar í Føroyum úr hondum.
    Palli hevur ferðast nógv og hevur teknað í sínum ferðum innanoyggja og uttanlands. Burtur úr komu bæði framsýningar og bøkur. Eina serliga ferð gjørdi hann til London, har hann vitjaði eitt systkinabarn úr Fámjin, sum var býráðslimur í eini kommunu har.
    43 min
  • Meg minnist: Palli Gregoriussen (5:6)
    Teknistovan hjá J.P. Gregoriussen hevur havt mangar og fjølbroyttar uppgávur seinastu hálvu øldina. Har eru teknað meir enn 200 sethús, har eru nýggir skúlar og aðrir almennir stovnar teknaðir, eitt nú Eysturskúlin, Listaskálin og Útvarpshúsið.
    Palli Gregoriussen stóð eisini fyri at byggja Sparikassan út og at nýtíðargera gamla Sjóvinnubankan undir Kjallara. Hann hevur somuleiðis verið nógv uppi í at dagføra og byggja út kirkjur kring um í landinum.
    42 min
  • Meg minnist: Palli Gregoriussen (4:6)
    Lestrarárini hjálpti Palli Gregoriussen til á ymsum teknistovum í Keypmannahavn. Aftur komin vann hann eina kapping um føroysk sethús. Ein tann fyrsta stóra uppgávan var at fullføra stóra uppíbygging í Fuglafjarðar skúla.
    Nýggja posthúsið í Klaksvík kom eisini á breddan, og síðani varð hann biðin um at tekna Ellisheimið í Vágum. Onnur áhugaverd uppgáva var Ólavskirkjan í Kirkjubø. Hon varð endurbygd samstundis sum Sverri Dahl gjørdi týdningarmiklar fornfrøðiligar kanningar í Føroya elstu kirkju.
    45 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners