Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Palli Gregoriussen (3:6)
    Palli Gregoriussen fór 16 ára gamal í 1948 at arbeiða hjá arkitektinum Olafi Mortensen av Argjum. Hann hevði teknistovu og byggifelag saman við øðrum. Teir arbeiddu eitt nú við nýggja telefonhúsinum í Havn og Sjómansheiminum. Hesi árini varð gingið á tekniskum kvøldskúla.
    Í 1953 fór Palli á handverkaraskúlan í Haslev at lesa til byggifrøðing og í 1957 á arkitektaskúlan á Charlottenborg í Keypmannahavn. Veturin 1949-50 var Palli á ítróttaskúla í Ollerup í Danmark.
    45 min
  • Meg minnist: Palli Gregoriussen (2:6)
    Tað var spennandi at vaksa upp niðri í Bøgøtu í Havn. Í hesi sendingini sigur Palli Gregoriussen sína søgu um grannar og grannalag. Hann gekk í privatskúla hjá mostur síni, áðrenn hann fór í millum- og realskúlan.
    Nógvir bøfressar komu á dreingjaliðið hjá Havnar Fimleikafelag, og tað var skjótt, at teir vóru fremstir í kappingum. Bæði í 1949 og 1950 vóru teir uttanlands við HF. Teir stovnaðu eisini ítróttafelagið Bragdið, sum íðkaði frælsan ítrótt og bygdi sær hús í Gundadali.
    44 min
  • Meg minnist: Palli Gregoriussen (1:6)
    Palli Gregoriussen vaks upp niðri í Bø í Havn, har foreldrini høvdu innrættað bústað í gomlu smiðjuni hjá abbanum Sigmundi á Argjum. Sum smádrongur var Palli ofta í Kvívík hjá ommuni Magninu, einkjuni eftir Jákup Paula, sum var bróðir skaldið Jóan Petur uppi í Trøð.
    Sigmund á Argjum og konan Greta, sum var systir Jens og Pola í Dali, áttu átta døtur og ein son. Sonurin doyði ungur, men allar systrarnar uttan ein búðu í Havn. Mamma Palla var Liffa hjá Sigmundi og pápin Magnus Gregoriussen úr Kvívík.
    45 min
  • Meg minnist: Petur Knudsen (3:3)
    Petur Knudsen í Saltangará hevur skift sína yrkisleið millum fiskiskap, farmasigling og virkisleiðslu. Í 1957 var hann skipari á sluppini ?Agnes Louise? og fór haðani umborð á triðja føroyska stállínuskipið ?Beinir? sum bestimaður. Var síðani nógv ár við "Grími Kamban" og øðrum línuskipum.
    40 min
  • Meg minnist: Petur Knudsen (2:3)
    Petur Knudsen fekk pappír uppá, at hann var ?god staldkarl?, tá hann hevði verið eitt ár á Royndarstøðini í Hoyvík. Mammuni dámdi illa, at hann fór til skips, eftir at pápin var burturgingin undir krígnum, men eftir árið í Hoyvík fór hann sínar fyrstu túrar undir Ísland við "Suðuroynni" 16 ára gamal.
    43 min
  • Meg Minnist: Pauli Ellefsen (7:7)
    Eftir løgmansskeiðið hjá Paula Ellefsen fór sambandsflokkurin í andstøðu, og Pauli fór aftur til arbeiðis sum stjóri fyri egnum grannskoðaravirki. Politiska skeiðið var merkt av nógvum nýggjum fiskiskipum og vaksandi uttanlandsskuld. Nú fór at sansa at, og tá ein sjálvstýrissamgonga í 1989 gav skarvin yvir eftir hálvt ár, var hann við til at skipa samgongu, har bæði sambandsflokkurin og tjóðveldisflokkurin vóru við. Hesa tíðina tók seg upp djúp innanhýsis ósemja um fiskivinnupolitikkin.
    50 min
  • Meg Minnist: Pauli Ellefsen (6:7)
    Tey fýra árini, hann var løgmaður, fekk Pauli Ellefsen seg royndan. Innanhýsis í samgonguni við fólkaflokkin og sjálvstýrisflokkin vóru meir enn so bardagar, og við útheimin var eisini stríð. Eitt skifti var ongin fiskivinnuavtala við ES í næstan eitt ár. Vit fingu ein stóran farmaskipaflota, sum skjótt kom í trupulleikar. Musikkskúlin varð framdur eins og samtíðarskatturin. Nógv ferðing var í samband við uttanlands- og fiskivinnumál. Í USA varð Pauli settur til háborðs millum generalar. Serliga góð var móttøkan í Sovjetsamveldinum, men pávin í Rom kendi ikki Paula Ellefsen.
    52 min
  • Meg minnist: Pauli Ellefsen (5:7)
    Í 1978 kom sambandsflokkurin sterkur inn á ting við Paula Ellefsen á odda. Samgongan hjá javnaðarflokkinum, tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum helt kortini fram í tvey ár, men slitnaði so. Tá kom sambandsflokkurin fram at saman við fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum, og í januar 1981 varð Pauli Ellefsen valdur til løgmann. Flokkurin spurdi fyrst skrivstovustjóran Johan Djurhuus, um hann vildi taka við løgmanssessinum, men hann bar seg undan.
    Jógvan Arge legði til rættis í 2011.
    56 min
  • Meg minnist: Pauli Ellefsen (4:7)
    Fyrstu valskeið hansara sótu Pauli Ellefsen og sambandsflokkurin í andstøðu og vunnu sær stóra undirtøku. Málið um at keypa Smyril ex Morten Mols var eitt, skrokkamálið annað, yvirtøkur vóru eisini á breddanum eins og byrjandi uttanlandsskuldin. Tingið viðgjørdi uppskot um kreppulán til fiskivinnuna og kreppulán til fiskiflotan, nú nógv skip vóru komin heim á grunnarnar at royna eftir fiskimarksútflytingina á 200 fjórðingar.
    Jógvan Arge legði til rættis í 2011.
    52 min
  • Meg minnist: Pauli Ellefsen (3:7)
    Pauli Ellefsen giftist í 1963 við Henny Rasmussen. Mamman var Egholm úr Havn. Tá Paula stóð í boði at gerast partnari í C. Jespersen í Keypmannahavn, helt konan, at tey heldur skuldu fara til Føroya. Pauli kastaði saman við Jógvani Sundstein um grannskoðaravirki. Í 1974 kom hann á ting fyri sambandsflokkin, og varð valdur formaður eftir Trygva Samuelsen, sum hann hevði vunnið á. Flokkurin hevði framman undan valt hann í prísráðið, og sum grannskoðari hevði Pauli Ellefsen nógv at gera við eitt nú Ídnaðarfelagið. Sum tingmaður varð hann valdur í Norðurlandaráðið.
    53 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners