Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Tordur Niclasen (3:5)
    Meðan hann var til skips við "Vágbingi" kom Tordur fram á eina lýsing, har søkt varð eftir fólki at læra til pleygara. Hann fór undir hesa útbúgving í Danmark í 1969.
    Her hitti hann menn, sum vóru sjúkrasystrar. Nú søkti hann um upptøku á sjúkraystrarskúlan í Føroyum og slapp inn. Var á Landssjúkrahúsinum, men fór síðani hálvtannað ár til USA á bíbliuskúla við meira.
    Var aftur á LSH, men ferðaðist í Ísrael 1978 og arbeiddi ein mánað í 1979 á einum heimi í Bethlehem. Á hesi ferð hitti Tordur Sigrun Gunnarsdóttir og bar fram bønarorð. Tey giftust til jólar.
    43 min
  • Meg minnist: Tordur Niclasen (2:5)
    Rakistovan hjá Heina Martini var sum eitt annað undirhús í Sørvági. Har komu fólk at tosa um dagsins mál. Korini vóru mangan smá, men spennandi var at telja pengarnar upp upp undir høgtíðir.
    Heina Martin ferðaðist um landið sum agentur fyri ymsum vørum, og eina tíð umboðaði hann norskar sildartunnur í Føroyum. Tá stóð stundum væl til. Hann hevði fyrsta stálband í Sørvági.
    44 min
  • Meg minnist: Tordur Niclasen (1:5)
    Tordur Niclasen á Eiði hevur fingist við mangt og hvat. Byrjaði sum sjómaður, verið pleygari og fyrsta mannliga sjúkraystir í Føroyum, løgtingsmaður og landsstýrismaður, leiðari á røktar- og ellisheimi og loksins ovasti fyri eldraøkinum í Eysturoynni.
    Eisini starvast í Eysturgrønlandi fleiri skifti. Tordur er vágamaður, sonur Heina Martin Niclasen úr Sørvági og Valborg Thomassen úr Sandavági.
    Heina Martin plagdi at lýsa við, at hann var Føroya næstelsti barberur. Barna- og ungdómsárini í Vágum vóru hendingarík. Skúlárini vóru góð, um enn disciplinin setti síni krøv.
    44 min
  • Jólagesturin: Poul Vang (2:2)
    Poul Vang úr Nólsoy var álitismaður hjá Føroya Fiskimannafelag í Nólsoy. Hann var við í rokinum, tá stóra fiskimannaverkfallið var í 1954.
    Saman við Streiku Frederikki var hann úti í Tinganesi og tingaðist við landsstýrismannin Hákun Djurhuus í eini roynd at loysa knútin.
    Poul giftist í 1955 danskari gentu, sum var komin til Føroya at ferðast saman við eini nólsoyargentu. Hann var nú skipari á doktarabátinum Reyðakrossi, til tey í 1959 fluttu til Danmarkar.
    40 min
  • Jólagesturin: Poul Vang (1:2)
    88 ára gamli Poul Vang úr Nólsoy var yngstur av fýra børnum hjá Jákupi og Ingu í Stuttholu. Pápin var úr Kálvhúsinum á Glyvrum og mamman úr Garði í Nólsoy.
    Smáligt var í tríatiárunum. Tey høvdu ikki kúgv, men áttu seks gyllin, sum rukku til eina hálva kúgv. Poul var væl við bretskar hermenn, sum hildu til í Nólsoy, og lossaði damparar inni í Havn.
    Eftir kríggið var hann til skips og bestimaður við systkinabarninum Jákup Andriasi, sum førdi toftasluppina "Columbus." Teir royndu undir Íslandi og í Grønlandi.
    43 min
  • Søgur úr Skopun - Jens Marius Hentze (3:3)
    Skopun fekk kirkju í 1897. Í 1902 helt A.C. Evensen fyrstu føroysku prædiku yvirhøvur har. Skopun fekk lærara í 1872. Fyrsti skúlin varð bygdur í 1884. Í 1901 var fólkatalið 220. Nú vildi Skopun hava havnarlag. Málið byrjaði um 1905, men steðgaði upp av fyrra heimsbardaga. Byggingin byrjaði í 1922 og vardi trý ár. Eina ferð løgdu skopuningar arbeiðið frá sær. Boð vórðu send eftir donskum arbeiðarum úr Havn, men teir sluppu ikki upp á land. Fyrsta havnin í Skopun var sum eitt listarverk, men tung at gjalda, tí Skopunar kommuna kom at sita einsamøll við henni.
    40 min
  • Søgur úr Skopun - Jens Marius Hentze (2:3)
    Nógvar bátsvanlukkur hava verið í Skopun gjøgnum tíðirnar, og skopuningar hava framt fleiri bjargingarbrøgd. Skopuningar framdu eitt tiltikið bjargingarbragd í 1870, tá eitt fýramannafar av Skála kom illa fyri í ódnarveðri. Skopuningar mannaðu eitt tíggjumannafar at hjálpa teimum, men sluppu ikki aftur til bygdina og settu tí upp í Lokloysi og gingu haðani til hús. Allir komu heilir aftur. Jens Marius greiðir eisini frá øðrum bjargingum og vanlukkum á sjónum í 1880unum eins og ymsum fólkum, fyribrigdum og hendingum í Skopun tey fyrstu árini.
    43 min
  • Søgur úr Skopun: Jens Marius Hentze (1:3)
    Navnið Skopun kemur fyrstu ferð fyri í Finnbogarímu um Finnboga og Álv bónda. Spurningurin er kortini, um ríman innihaldsliga hevur nakað við Skopun at gera.

    Niðursetumenninir Jóhan Hendrik Poulsen úr Sakrastovu í Hesti og Mikkjal Jacobsen undan Skarði á Sandi bygdu í Skopun í 1833. Jóhan Hendrik var tann fyrri at festa búgv.

    41 min
  • Meg minnist: Petur Sigurd Rasmussen (3:3)
    Petur Sigurd Rasmussen var á liðnum, tá Føroyar spældu sín fyrsta hondbóltslandsdyst ímóti Íslandi í 1964. Føroyingar lógu á odda eftir fyrra halvleik.

    Petur Sigurd var farin av 40, tá hann gavst í topphondbólti. Sum lærari fekk hann starv í Fuglafirði í 1958 og undirvísti í framhaldsdeildini. Har var hann uppi í ÍF.

    Í 1961 kom hann til Havnar og varð skjótt varaskúlastjóri og leiðari fyri realdeildini í kommunuskúlanum.

    45 min
  • Meg minnist: Petur Sigurd Rasmussen (2:3)
    Petur Sigurd Rasmussen tók studentsprógv í Havn í 1953. Summarið 1954 var hann í Grønlandi við sluppini "Skarvanesi," sum mammubeiggin Ewald Hentze førdi.
    Heystið 1955 fór hann niður á kunstakademiið at lesa arkitektur, men legðist skjótt sjúkur og kom heimaftur. Lítil og skjótur, sum hann var, gjørdi hann vart við seg í ítrótti.
    Hann fekk fýra landsdystir i fótbólti. Tveir móti Hetlandi og tveir móti Íslandi. Hugaligari var at spæla móti hetlendingum.
    41 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners