Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun fríggjadagur 15. august 2025
    Skálvíkskampin skipar fyri kampingtreffi um vikuskiftið. Vit tosa við Martin Kúrberg, fyriskipara, um kampingtreffið og um kampingsesongina.
    3. august í ár gjørdist 22 ára gamla Rebekka Johannesen junior heimsmeistari í sigling, og nú venur hon miðsvíst ímóti at kvalifisera seg til OL 2028 saman við sínum makkara Silje Cerup-Simonsen. Rebekka hevur føroysk foreldur, Oddvør við Garð og Martin Johannesen, men er uppvaksin í Vedbæk í Danmark. Vit ringja til hana í sendingini.
    Ovastevna er um vikuskfitð, og Svend Danielsen er farin til Nólsoyar við mikrofonini. Hann tosar við Leif Hansen, ein av fyriskiparunum, Beintu Ingeborg Greve, ið saman við øðrum framførur sangleikinum Neytakonurnar á Ovastevnuni, og við Nicolaj Falck, sum er í holt við at umvæla eini gomul hús til at gerast bar - nú Maggie´s letur aftur.
    1 hr 25 min
  • Summarmorgun hósdagur 14. august 2025
    Ljósfest er í Vági um vikuskiftið. Vit fregnast um tiltakið.
    Tað skal eisini snúgva seg um hondbólt, tí landsliðsvirksemið hjá HFS vindur uppá seg, og í summar hava sera nógvir landsliðsdystir verið á skrá. U19 landsliðið hjá monnum spælir HM endaspæl í Egyptalandi í hesum døgum, og U17 landsliðið hjá kvinnum hava júst luttikið í EM endaspæli í Týsklandi. Hvussu sær menningarstrategiin hjá HSF út, og hvussu fær Hondbóltssambandið ráð til at senda alsamt fleiri landslið uttanlands - millum annað tað tosa vit við HSF um.
    Vesturkirkjan fyllir 50 ár sunnudagin 24. august, og í tí sambandi verður skipað fyri nógvum tiltøkum. Vit fáa Ingibjørg Winther, kirkjuráðslim og Berg Debes Joensen, prest, á gátt at tosa um Vesturkirkjuna - upprunan, søguna og arkitekturin, og forvitnissligu tiltøkini, ið eru á skrá í samband við 50 ára hátíðarhaldið.
    1 hr 25 min
  • Summarmorgun mikudagin 13. august 2025
    AFS Føroyar er í ár í tí støðu, at nú næmingar ynskja at koma til Føroya, hevur felagsskapurin ongar vertsfamiljur. Vit tosa við forkvinnuna og nevndarlim um hetta og AFS.
    Fríggjadagin verður Regatta aftur, har silgt verður av Eiði til Hósvíkar og leygarmorgunin víðari til Nólsoyar á Ovastevnu. Tónleikur, felagssangur og døgurða er millum annað á skrá. Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, ið skipar fyri, og vit tosa við tveir nevndarlimir.
    Í gjár og í dag hevur annað skeiðið hjá Pallistaskúlanum verið í Mentanarhúsinum Varpinum. Palllistaskúlin er eitt samstarv millum Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Varpið, og endamálið er at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki, og at menna teirra førleikar. Fyrra skeiðið, sum var 21.-22. juli eydnaðist sera væl, og Yngva Sigmundsdóttir Lamhauge var framvið við mikrofonini í gjár fyri at fregnast um, hvussu næsta skeiðið hevur hildnast.
    Og so byrjar nýggja skemtirøðin "Selfie" í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum fríggjadagin eftir Dag og Viku. Vit tosa við høvuðspersónin, Jákup Dahl.
    1 hr 21 min
  • Summarmorgun týsdagur 12. august 2025
    Í morgin byrja fólkaskúlarnir aftur eftir ein langan summarsteðg, og aftur í ár samstarva Ráðið fyri ferðslutrygd og kommunurnar um, at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur. 
    Vit tosa við Lovisu Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, um ferðslutrygd og skúlabyrjan.
    Vit vitja eisini Tofta skúla, og tosa við tríggjar lærarar um, hvussu teir fyrireika seg til at taka ímóti smáum og stórum næmingum.
    1 hr 17 min
  • Nógv ferðafólk í Dímun í summar
    Í summar hevur Atlantic Airways havt serligar sightseeing túrar við tyrlu út í oynna hvønn hósdag. Tað hevur borið í sær, at tey í Dímun hava havt fleiri ferðafólk í summar enn tey plaga.
    Eva úr Dímun, bóndakona, og húskallurin í oynni, Høgni Jensen, greiða frá arbeiðnum í summar. Umframt ymiskt vanligt arbeiði á garðinum, hevur Høgni hjálpt bóndahjúnunum við at bryggja vín og at gera ost til egna nýtslu.
    Lurta her eftir innslagnum í Summarmorgni.
    8 min
  • Søguligur fótbóltsdystur í Stóru Dímun
    Spenningurin var stórur á spælarum og teimum fáu áskoðarunum, tá eitt TB-lið og eitt B71-lið møttust til fyrsta fótbóltsdystin í Stóru Dímun.
    Tað vóru 87-liðið já TB og 89-liðið hjá B71 sum møttust Vøllurin var var á einum góðum teigi niðanfyri tyrlupallin í Dímun. Seks mans vóru inni á hvørjum liði í senn og dysturin var 15 minuttir hvønn vegin.
    TB kom á odda í fyrra hálvleiki, og tað var gamli liðskiparin Magni Petersen sum skeyt søguliga málið. B71 javnaði í seinna hálvleiki, tá TB gjørdi sjálvmál.
    Dysturin var steypadystur og tí skuldi hann avgerarst. Farið varð beinleiðis til brotssparkskapping. Tá eydnaðist tað B71 at fáa eitt mál meira enn TB og tí vunnu sandoyingar fyrsta skrásetta fótbóltsdystin í Stóru Dímun.
    -Vit hava verið sera spent til henda dystin og hava lagt doyðin á at alt skuldi ganga væl, sigur ein væl nøgdur Jógvan Jón Petersen í Dímun, sum sjálvur var málmaður hjá B71.
    Í innslagnum, sum Tórður Mikkelsen hevði í Summarmorgni úr Stóru Dímuin í morgun, verður tosað við hesar:Karl Vidtfeldt, stigtakara, Jógvan Jón Petersen, bónda í Dímun, Tórður Holm, sum hevur samskipað fyri TB-ararnar, og Birgir Dimon, TB-ara.
    Tú kanst hoyra innslagið her.
    17 min
  • Summarmorgun mánadagur 11. august 2025
    Í sendingini fara vit ein túr út í Stóru Dímun við Tórði Mikkelsen, har ein søguligur dystur hevur verið ímillum veteranar úr TB og B71.
    Eisini tosa vit við Sáru Gullfoss, heilsufrøðing, um skúlabyrjan. Tí hvørjar avbjóðingar eru hjá teimum, ið byrja í skúla og teimum eldru næmingunum, nú skúlarnir byrja aftur eftir ein langan summarsteðg, og hvussu kunnu foreldur stuðla undir eina góða skúlabyrjan?
    1 hr 24 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners