Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun fríggjadagin 1. august 2025
    Í hesi sending frætta vit úr kristnu ungdómsleguna TeenStreet, sum júst er byrjað í Offenburg í Týsklandi.
    Vit fáa vitjan av Jónstein Petersen og seyðahundinum Gripi, ið eru úttikin til landsliðið fyri seyðahundar,og skulu umboða Føroyar í Norðurlandameistarakappingin (NM), sum verður í Norra 29. til 31. august 2025 og í Europa meistarakappingin (EM), sum verður í Kekkia 18. til 21. septembur 2025.
    Á gátt koma eisini Bogi Petersen og Sigrun á Brúgv, ið skipa fyri Lestrargonguni, ið verður í Keypmannahavn 27. august.
    Og fara vit til Leirvíkar, har stór skótalega er. Vit tosa við Halbjørg Mørch Christiansen og Jørmund Foldbo um stóru leguna.
    1 hr 26 min
  • Summarmorgun hósdagin 31. juli 2025
    Í Summarmorgun hesa ferð kanna vit, hvussu ein best vaskar og goymir síni føroysku klæðir aftaná Ólavsøku.
    Vit skulu endurvinna meira, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni. Vit tosa við leiðaran á Brennistøðini á Hjalla um rusk, og hvussu ein kann skilja sítt húsarhaldsburturkast.
    Eisini fara vit ein túr út í Havnadal, har vit práta við formannin í Føroya Ríðingarfelag um nýggju kappríðingarbreytina í Havnadali og útbyggingarnar og umstøðurnar har.
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun mikudagin 30. juli 2025
    Í Summarmorgni í morgun taka vit samanum Ólavsøkuna.
    Vit gera eina støðulýsing úr miðbýnum í Havn, har prátað eisini verður við fólk hjá kommununi, ið ruddað aftaná tjóðarhátíðina.
    Bjarni Nattestad, løgreglumaður, gevur okkum eina støðulýsing av náttini, og greiðir frá serstakar uppgávur hjá løgreglan á Ólavsøku.
    1 hr 25 min
  • Planturnar flýggja niðan á fjallatopparnar (LJÒÐ)
    - Vit gera plantukanningar á fjallatindum fyri at kanna, hvussu gróðurin flytur seg í tráð við at tað verður heitari, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur á Tjóðsavninum.
    - Longu í hálvfemsunum byrjaði man at leggja til merkis, at gróðurin broyttist og at planturgróðurin flutti seg hæðri og hægri uppi á tindarnar. Tað bleiv ein verkætlan sett í gongd, har man fór at hví so er, sigur Kolbrún.
    Verkætlanin fevnir um 120 lond, og kallast fyri Gloria (Global Observation Research Initiative in Alpine Environments) og í hesum døgum eru, umframt Kolbrún frá Tjóðsavninum, sjey granskarar úr Týsklandi, sum kanna fjøllini, Lambafelli, Tungulívsfjall, Sátuna og Sandfelli við Gjógv.
    - Árini av veðurlagsbroytingum sæst væl og tey mestu útsettu økini, eru fjallatopparnar hjá okkum, har tað er eitt heilt serstakt lívfrøðiligt margfeldi, sum ikki tolir stórar broytingar. Faktiskt eru tær planturnar, sum er har uppi, øgiliga viðkvæmar, sigur Kolbrún.
    - Vit síggja, nú tá ið man hevur fylgt við í áratíggju, at planturnar flyta seg spakuliga uppeftir, í tráð við, at tað verður heitari, og tá ið teir koma niðan á fjallatindin, og líkasum eru komnir heilt niðan á, hvar skuldu tær so fara?, sigur Kolbrún.
    Orsøkin til, at 120 lond eru við í hesi verkætlan, er, at so ber til at finna eitt mynstur runt heimin og kanska fáa svar upp á, hvat tað er sum planturnar reagera uppá.
    Men tað er ongin ivi, at verðurlagsbroytingar eru orsøkin til, at lívfrøðiliga margfeldi broytist, eisini her hjá okkum, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur á Tjóðsavninum.
    Lurta eftir samrøðu við Kolbrún í Summarmorgni.
    11 min
  • Veðrið, status á Oyggjaleikunum, Russland hertekur Føroyar, vestanstevnan
    Turið Poulsen sigur okkum veðurforsøgnina fyri vikuskiftið, Símun Christian Olsen letur okkum feskastu tíðindini av Oyggjaleikunum á Oyrknoyggjum, vit skifta orð við Andreas Krog um nýggju spenningsskaldsøguna Invasionen, har ið Føroyar verða hersettar av Russlandi, og vit tosa við Anju Magnussen um vestanstevnuna, sum verður í Sørvági um vikuskiftið.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 16 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners