Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Kári Reyhheim: Vágsbotnur er blivin eitt paradís
    Frá at vera brimpláss, har nógvur fiskur varð lagdur upp á land, til at vera ein depil, har føroyingar og fremmand ferðafólk hvørt um annað samlast, serliga tá sólin kemur fram. Vit tosa sjálvandi um Vágsbotn í Havn.
    Ein, sum dámar væl at tosa um stóru broytingarnar í Vágsbotni, er 83 ára gamli Kári Reynheim, eldri. Hann hevur verið nógv í Vágsbotni, bæði fyrr og nú. Í Summarmorgni í Útvarpinum fríggjamorgunin greiddi hann frá, at hann sum smádrongur rann undan brimi í Vágsbotni. Tað var áðrenn tann langi pierurin í Havn varð gjørdur og tað bleiv stilt í Vágsbotni. Kári segði eisini frá einum ringum útróðrartúri við einum seksæringi, og teir løgdu fiskin upp í Vágsbotni.
     
    -Eg vaks upp úti á Reyni og tað var sum at vera føddur umborð á skipi. Vit høvdu sjógv í bæði borð, Eystaruvág øðrumegin og Vestaruvág hinumegin. Nú er altíð kyrt og Vágsbotnur er blivin eitt paradís, sigur Kári Reynheim, sum framvegis dagliga leitar sær oman í Vágsbotn at hitta fólk og stytta sær um stundirnar.
    Hoyr innslagið við Kára Reinheim í Summarmorgni her.
    12 min
  • Summarmorgun fríggjadagur 8. august 2025
    Í sendingini tosa vit við Katrin Jacobæus um nýggja heilsu- og rørsluátakið Meirathon, sum felagið CP Føroyar skipar fyri 14. september.
    Vit skulu eisini hoyra stóra bragdið, sum Ziska Jacobsen framdi, tá hann í 1930 bjargaði 17 av manningini á skonnartini Ernestinu frá deyða, tá skonnartin rendi á eitt sker undir Bjarnavíkarberginum við Selvog í Íslandi. Ziska Jacbosen bar seg í nógv ár undan at greiða frá bragdinum, men 10. november 1971, eydnaðist tað útvarpsmanninum Árna Absalonsen at fáa Ziska at greiða frá um hendingina og at festa hesa frágreiðing á band. Tær gomli upptøkurnar eru nú reinsaðar.
    Síðst í sendingini fara vit ein túr oman í Vágsbotn í Havn. Tí Vágsbotnur hevur ein serligan lut í lívinum í Havn - serliga um summarið. Men har hevur ikki altíð verið kafélív, og bátarnir hava ikki altíð ligið so friðaligir har sum teir nú gera. Tórður Mikkelsen hevur tosað við Kára Reynheim eldra um hvussu lívið í Vágsbotni er broytt.
    1 hr 25 min
  • Við togi niðan á Knúk
    Í góðveðrinum í gjárkvøldið var útvarpsverturin Tórður Mikkelsen saman við øðrum uppi á Knúki omanfyri Múlabygd í Borðoynni.
    Tað er ikki bara sum at siga tað at koma upp á toppin á hesum fjallinum, sum er 642 metrar høgt. Har mál lesningur brúkast fyri at koma heilt upp.
    Lurta eftir hesum innslagnum í Summarmorgni og fá innlit í hvussu tað er at koma niðan á hetta sermerkta fjallið í Borðoynni.
    Tey, sum greiða frá, eru Sverri Steinhólm, Manbjørn í Grund, Fía Ludvig, Ingi Sørensen og Leivur Sørensen.
    19 min
  • Summarmorgun hósdagur 7. august 2025
    Summarið er fuglatíð. Men hvussu stendur til við fuglalívi í ár - er meira ella minni av fugli enn onnur ár, koma nógvar pisur undan, og er nóg mikið av føði? Tað tosa vit við Silas Olofson um.
    Vit fara eisini á Summarfestival í Klaksvík. Svend Danielsen tosar við Erik Biskupstø, fyriskipara.
    Og so fara vit ein fjallatúr, tí í góðveðrinum í gjárkvøldið var Tórður Mikkelsen saman við øðrum uppi á Knúki omanfyri Múlabygd í Borðoynni. Hann hevur gjørt eina longri frásøgn frá túrinum.
    1 hr 25 min
  • Nú kemur viðarlundin á Viðareiði upp
    Inni í Dølum á Viðareiði koma nú fyrstu trøini í nýggju viðarlundini upp. Fyrstu trøini vórðu sett niður fyri trimum árum síðani. Higartil eru 8.000 trø sett niður, men enn er nógv eftir at seta niður.
    Við í hesum innslagnum í Summarmorgni eru Leivur Sørensen, stigtakari, Bergur Viderø á Viðareiði, og Hans Hjalti Skaale, býargartnari í Klaksvík, ið er hugtikin av hesari verkætlanini hjá viðingum.
     
    Hoyr innslagið her.
    16 min
  • Fara altíð at minnast Brekkuleguna
    Øll, sum vit hitta á Brekkuleguni meðan tey pakka saman, eru væl nøgd. Iinnihaldið á leguni og skiftandi veðrið hava gjørt, at legan bleiv nakað heilt serligt. Øll vit hitta siga, at tey fara ongantíð at gloyma hesa leguna.
    Stóra Brekkulegan í Leirvík við 500 skótum úr nógvum ymiskum londum hevur verið í døgunum frá 31. juli til 5. august. Sagt varð áðrenn, at legan bjóðaði luttakarum úr øllum heiminum eina einstaka uppliving, har náttúra, mentan og skótasiðir gingu hond í hond. Dentur skuldi leggjast á felagsskap, lærdóm og stuttligar avbjóðingar í einum trygt skipaðum umhvørvi.
    Skótarnir siga, at legan livdi fult upp til hesa lýsingina og meira enn tað.
    Hoyr her innslagið, sum var í Summarmorgni í Útvarpinum í morgun.
    10 min
  • Summarmorgun týsdagin 6. august 2025
    Í sendingini í dag fara vit til Leirvíkar, har skótarnir úr ymsum londum, sum hava verið á stóru Brekkuleguni í Leirvík, pakka saman. Tórður Mikkelsen var framvið við mikrofonini.
     
    Í ólavsøkurøðu síni segði Aksel V. Johannesen løgmaður, at ein tann størsta avbjóðingin hjá Føroyum er at fáa ung, lesandi at støðast og trívast í Føroyum. Vit tosa við Sigmund Zachariassen og Poul Kjartan Matras úr Ráði teirra lesandi, um lestarabyrjan, kampusætlanir, lestarsrstuðul og lestraríbúðir á Eiragarði.
     
    Síðst í sendingini fara vit til Viðareiðis, tí inni í Dølum á Viðareiði koma nú fyrstu trøini í nýggju viðarlundini upp. Fyrstu trøini vórðu sett niður fyri trimum árum síðani.
    1 hr 24 min
  • Vitlíki hevur ikki nakað guðsforhold
    -Eg havi ongantíð brúkt vitlíki til nakra prædiku og tað fari eg ongantíð at gera.
    So avgjørdur er Derhard Jógvansson, prestur, sum helt prædikuna tá árliga guðstænastan var í Gjónni við Gjógv sunnudagin.
    Hann heldur at vitlíki kann vera eitt hent amboð tá prestur eitt nú skal hava onkran skjótan upplýsing, tá hann ivast. Tá er tað nógv skjótari enn at taka bøkurnar fram. Men tá er sjálvandi neyðugt at kenna bakgrundina í gudfrøðini, sum prestur ger.
    Spurningurin um at brúka vitlíki í sambandi við pædikuna hjá presti hevur verið nógv umrøddur í Danmark í seinastuni, eftir at danska prestafelagið hevur fingið gjørt ein kjattpott, ið er ætlaður prestum. Har er ein frágreiðing hvussu vitlíkið kann skriva eina lidna prædiku ella t.d. eina jarðarferðartalu.
    -Í kirkjuni hava vit eitt guðsforhold og ein felagsskap. Vitlíki hevur einki guðsforhold, sigur Derhard Jógvansson.
    Hoyr samrøðuna við Derhard Jógvansson í Summarmorgni her.
    18 min
  • Summarmorgun týsdagin 5. august 2025
    Vit fara í hesi sending ein túr til Sandavágs, har Vága kommuna, í samstarvið við Flogbóltssamband Føroya, er farin undir ein sandflogbótlsvøll á Valloyrini.
    Tað skal eisini snúgva seg um astrofysik, tí í løtuni snarar jørðin eitt pikkalítið sindur skjótari runt, og tí verður døgnið um eitt mikrosekund styttri. Tað hevur so at siga ongan týdning fyri okkum, men kann gera, at vit um nøkur ár noyðast at stytta samdøgrið við einum sekundi, vísur David Arge Klevang, professari á DTU á.
    Og so fara vit ein túr til guðstænastu við Gjógv og eisini at tosa um vitlíki og prædikur. Tí sunnudagin varð útiguðstænasta í Gjónni við Gjógv, har Derhard Jógvansson prædikaði og nógv musikalsk innsløg vóru á skránni. Tórður Mikkelsen var til guðstænastuna, og hevur tosað við Derhard um prædikur og vitlíki.
    1 hr 23 min
  • Summarmorgun mánadagur 4. august 2025
    Í sendingini tosa vit við Fróða Mortensen, stjóra í biogasverkinum Førka, um møguleikar við og forðingar fyri at endurvinna úr matleivdum.
    Eisini fáa vit vitjan av tveimum ráðgevum úr Føroya Banka, ið geva góð ráð um fíggjarviðurskiftir og annað, tá tú sum ung flytir uttanlands ella heimaífrá at lesa.
    1 hr 22 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners