Seyðurin er væl fyri, sigur Tommy Olsen, seyðamaður í innara parti av Prestfjalli í Hvalba.
-Vit bíðaðu einar tveir tímar í morgun, tí mjørki var í erva. Men so klárnaði og vit hildu avstað. Raksturin gekk væl, sigur Tommy.
Hagaparturin hevur bæði nýggja rætt og nýtt og væl útgjørt seyðahús við rættina. Tommy er fegin um, at teir ungu menninir eru so hugagóðir.
Her kanst tú hoyra samrøðuna við Tommy Olsen, seyðamann í innara parti av Prestfjalli í Hvalba.