Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun 20. juni 2025
    Jóansøkan er um vikuskiftið, og hon fyllir 100 ár. Vit ringja suður á Tvøroyri fyri at frætta um, hvat er á skránni.
    Kringvarpið ger eisini nógv burturúr Jóansøkuni - vit senda beinleiðis frá kappróðrinum í útvarpið og sjónvarpið leygardagin kl. 15. Og eftir tíðindini klokkan 18 fara Gunnar Noløse og Bjørn Hentze Bech at senda beinleiðis úr Faktorshúsunum á Tvøroyri í sendingini Jóansøkan 100 ár. 
    Í næstum fer Tjóðsavnið at gera royndargravingar á Prestodda á Skála. Ein søgn sigur, at ein kirkja stóð á Prestoddanum, sum fór í áarlopi. Eisini eru fleir aðrar toftir á Ytra Skála. Vísa royndargravingarnar hjá Tjóðsavninum, at leivdir eru eftir kirkjuni, kann farast undir ein veruligan fornfrøðiligan grevstur um fígging fæst til tað sigur Helgi Michelsen, forfrøðingur á Tjóðsavninum. Vit tosa við stigakaran til verkætlanina,Tummas M. Jacobsen.
    Vit frætta eisini um eina kanning hjá Heilsugransingareidini í Sjúkrahúsverkinum um fruktbæri hjá føroyskum kvinnum, og síðst í sendingini frumspæla vit eitt nýtt staklag hjá Mariannu Winther.
    1 hr 25 min
  • Summarmorgun 19. juni
    Hvat er góð søguforteljing. Urd Johannesen greiðir frá verkætlan, ið hevur til endamáls at kveikja og menna søguforteljing í breiðari merking.
    At fjala sjúkueyðkenni hjá fólki við demensi er ein natúrligur umsorganarháttar. Barbara Egilstrøð hevur skrivað phd. um maskering, sum tað kallast.
    Síðst í sendingini snýr tað seg um, hvussu vit kunnu menna og fáa meira burturúr okkara náttúrutilfeingi.
    Men vit leggja fyri við at tosa um hondbólt, nú U21-landsliðið hjá monnum kom væl frá byrjan til HM í Polen.
    1 hr 18 min
  • Summarmorgun 18. juni 2025
    U-21 landsliðið hjá monnum er til HM í Polen. Vit tosa við landsliðsvenjaran Djóna Gaard Joensen.
    Heiðrikur á Heygum hevur listprýtt framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla við íblástri úr sagnum.
    Bárður Háberg og Óli Jógvansson - sum kalla seg Baroli Music - hava skrivað og framleitt eitt lag til nýggjastu útgávuna hjá kendu barnasjónvarpsrásini Nickelodeon í USA.
    Ingi Rasmussen og Lív Mikkelsen eru vertir
    1 hr 18 min
  • Summarmorgun 17. juni
    Íslendskur tjóðardagur er 17. juni, og tað setir dám á sendingina. Vit tosa við íslending í Føroyum og føroying í Íslandi og spæla íslendskan tónleik.
    Føroyar fingu aftur tvær Michelin-stjørnur, og vit sláa upp á tráðin til fegna og bilsna Poul Andrias Ziska.
    Tað eru eisini rørsludagar í Vestmanna, og vit tosa við borgarstjóran í Vestmanna, Sáru Jógvansdóttir.
    1 hr 25 min
  • Summarmorgun 16. juni
    Sum øllum kunnugt vitjaðu kongshjúnini saman við prinsessu Josefinu oyggjarnar í síðstu viku. Tey vóru í Koltri, í Havn, í Suðri og á Eiði, og tey fóru av landinum aftur leygardagin. Vit taka saman um vitjanina saman við einum royalisti, Beate L. Samuelsen, sum einaferð var blaðstjóri á gomlu Dimmu. Í dag eru hon forkvinna í Pensjonistafelagnum.
    Vesturi í Sørvági var árligi Countryfestivalurin og vit fara at finna cowboyhattarnar eftirmeta festivalin. Ingi Samuelsen, sum hevur sendingina Jambalaja, hevur verið har vesturi, og kemur at umrøða og ummæla countryfestivalin.
    Komandi vikuskifti er tónleikatiltakið Okkara land á Skálatrøð í Havn. Vit fara at fregnast, hvussu gongur, tá ið Dan Joensen, ið skipar fyri, kemur á gátt.
    Og so fara vit at eisini at fregnast hjá Veðurstovu Føroya, hvussu veðrið fer at skikka sær í dag, nú vit nærkast ársins longsta degi. Hanus Kjølbro verður á tráðnum, tá ið vit nærkast 8.
    1 hr 25 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners