Eitt nýtt ferðavinnutilboð er komið í Hvannasundi. Á keiini sunnast í bygdini standa nú tvey gomul stýrihús, og tað óvanliga við teimum er, at tað fer at bera til at gista í teimum.
Stýrihúsið av Havborg er júst umvælt og tikið í nýtslu, og ætlanin er nú at fara undir at umvæla stýrihúsið av Sundenni, sum er væl størri, sigur Hallgerð Akurstein, sum saman við familjuni hevur tikið stig til nýggja ferðavinnuátikaið.
Avbjóðingarnar eru stórar á dagstovnaøkinum, sigur Pedagogfelagið.
Stóri tørvurin á starvsfólki ger, at dagstovnarnir gerast alsamt meiri ansingarstovnar, har endamálið er at klára dagin. Stundir eru ikki til at tryggja ein góðan og innihaldsríkan dag fyri barnið, sum dagstovnalógin áleggur.
Hoyr Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum greiða frá.
Luttakarar, Niels Jákup Jakobsen, Gunnar Dahl-Olsen, Guttormur Sørensen, Elias á Skipagøtu, Pauli Jakobsen, Uni Hamradal, Óluva Klettskarð, Heðin Zachariassen, Helena Dam á Neystabø, Bárður á Steig Nielsen, Bjørt Samuelsen, Jón Láadal og Erland Viberg Joensen
Í fleiri bygdum í Føroyum mangla kaffistovur ella matstøð har ferðafólki kunnu bukka beinini og fáa ein drekkamun og ein bita - ikki bara seinnapartar ella um kvøldið, men eisini um morgunin.
Tað halda Rúni Hamradal og Turið Lamain, sum fyri stuttum lótu eina lítla kaffistovuna Kafé Kai upp á keiini í Sørvági.
Føroyska U17-landsliðið í hondbólti hugtók føroyingar alla síðstu viku við sigrum á fleiri stórum honbóltstjóðum. Og fríggjakvøldið settu spælararnir krúnuna á verkið, tá teir vunnu finaluna í European Open kappingini, ið varð hildin í Gøteborg.
Føroyar endaðu sostatt á ovastu rók frammanfyri hini 24 evropeisku landsliðini í hondbólti, sum luttóku í kappingini í Gøteborg.
Oyggjaleikirnir á Gibraltar verða settir leygardagin 6. juli og halda fram til fríggjadagin 12. juli. Tí senda vit hesa vikuna eina samrøðu um dagin, við eitt ítrottarfólk, sum er við á Oyggjaleikunum 2019.
Í dag tosar Lív Mikkelsen við Ednu Mariu Debes, sum íðkar longdarlop
15 min
About Summarmorgun
From the publisher's feed
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.