Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • – Vit harmast
    Síðani seinast í fimtiárunum hevur KFUM skipað fyri basari á ólavsøku, men nú verður givist, tí grundarlag ikki er fyri honum longur.
    Orsøkin er, sigur Eyðfinn Sigurstein, at ólavsøkan er broyt, soleiðis at nógv av virkseminum nú er savna longri niðri í býnum, og tí ganga fólk ikki niðan til KFUM longur.
    – Tað er sjálvandi harmiligt, at noyðast at gevast, men sum er kenna vit okkum noydd til tað, leggur hann afturat.
    10 min
  • SkrelLllist á Ólavsøku
    Skúrurin í miðbýnum er karmur um eina framsýning við verkum úr endurnýttum tilfari í einum hóskandi høli. Sigga Vang er filmsfólk og stigtakari til skrelLIlist. Hon skapar saman við eysturrísku listakvinnuni Cameron Menschhorn rammuna til framsýningina.
    Bjørn Ulvedal Simonsen, street artist, sum longu hevur verk i Magnus Heinasonargøtu, vísur nýtt og gamalt fram í skúrinum. Afturat teimum kemur (tón)listamaðurin Jan Nystrøm at deila tónar og vísa verk teknað á pappír, onnur halda vera ídnaðarburturkast.
    Sigga var gestur í Summarmorgin mánamorgunin 22. juli.
    19 min
  • 50 ár síðani fyrsta fólkið gekk á mánanum
    Vit minnast mánalendingina við brotum úr søgusavni kringvarpsins. Vit hitta eisini listarmannin, Edward Fuglø, sum á nýggjum frímerki lýsir mánalendingina við føroyskum eygum, og vit tosa við David Arge Klevang Pedersen, ið er adjunktur á DTU Space Center, og útbúgvin verkfrøðingur og rúmdarnavigatørur, og sum stendur á odda fyri Mars Rover verkætlanini. Og David sigur okkum eisini um hvønn týdning mánaferðinar við Apollo hava havt fyri okkara gerandisdag.
    Tú kanst hoyra frásøgnina her!
    33 min
  • Stóri postmodernisturin hevði verði 85
    Týsdagin 9. juli vóru 85 ár liðin síðani ein av stóru amerikansku arkitektunum - Michael Graves, varð borin í heim.
    Michael Graves næm sær útbúgving á University of Cincinnatti, og hann fullfíggjaði lesnaðin á Harward í 1959.
    Eftir lokna útbúgving fór hann í starv hjá George Nelson, arkitekti og sniðgeva, síðani var hann, umvegis The American Academy, tvey ár í Rom. og heimaafturkomin fór hann í starv sum lærari á Princeton University, har hann gjørdist professari í arkitekturi í 1972.
    17 min
  • Nú verður søgan um Hans Andrias søgd
    Hann eigur 90 sangir í Songbók Føroya fólks, og í Barnasangbókini, sum Mentamálaráðið gav út í fjør, eigur hann ta størstu tekstnøgdina, 13 sangir. Hansara sangir verða sungnir við alskyns høvi, á føðingardøgum, í brúdleypum, í veitslum, í skúlum, á barnagørðum og vøggustovum og tá midnáttarsangurin ljóðar á ólavsøku.
    Talan er um Hans Andrias Djurhuus, og nú verður ævisøgan um helst Føroya fólkakærasta skal søgd í einum savnaðum verkið.
    31 min
  • Austin lastibilur frá 1959 á Eiði
    Nógvir Austin lastbilar vóru í Føroyum í 1960 árunum. Og í hesari frásøgnini tosa vit um henda Austin lastbilin frá 1959, um lastbilarfyritøkuna, sum Hans Egil setti á stovn í 1959, og um umstøðurnar at koyra lastbil tá.
    Tú kanst hoyra frásøgnina her.
    17 min
  • Laksatorgið í nýggjari staðseting
    Afturvendandi og ókeypis tiltakið "Laksatorgið", sum Visit Runavík skipar fyri í samstarvi við Runavíkar kommunu, verður leygardagin, og sum nakað nýtt er tiltakið í ár staðsett við bátahylin á Glyvrum.
    "Bátahylurin og keiøkið rundan um bátahylin er útbygt og bøtt nógv seinastu árini, og hóskar seg væl til eitt so stórt tiltak sum Laksatorgið, og til temaið, ið jú er fiskur og laksur", sigur Marjun Niclasen, leiðari í Visit Runavík og fyriskipari.
    25 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners