Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Tí skulu dreingir eisini koppseta seg fyri HPV
    Upprunaliga vóru tað bara gentur, sum fingu ókeypis koppseting fyri HPV, men nú fer tilboðið eisini at fevna um dreingir.
    Tað fegnast Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, um, tí HPV-koppsetingin er við til at fyribyrgja fleiri sløgum av krabbameini, umframt kynssjúkum.
    Hjá monnum verjir koppsetingin serliga fyri krabbameini í penis, men eisini t.d. í svølginum og endatarminum.
    At dreingir verða koppsettir fyri HPV merkir eisini, at gentur, sum ikki eru koppsettar fyri HPV, fara at verða betur vardar fyri kyknubroytingum og lívmóðurhálskrabba.
    8 min
  • Planta 10.000 trø
    Trø eru við til at skapa trivnað og ikki minst geva tey lívd. Hesar eru nakrar av orsøkunum til at Tórshavnar kommuna er farin undir at planta 10.000 trø ymsastaðni í kommununi.
    Eitt av teimum støðum er nýggi Kirkjugarðurin í Hoyvík, og har hittu vit í Summarmorgni Marin Katrinu Frýdal, sum er forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini í kommununi.
    5 min
  • Ein góð kabarett
    Soleiðis sigur Gunnvá Zachariasen, eftir at hon hevði verið í Sjónleikarhúsinum í Havn til framførslu av ársins ólavsøkukabarett.
    – Ein góð kabarett skal viðgera tað, sum er hent í samfelagnum seinasta árið, og tað skal gerast við sjónleiki og tónleiki. Innsløgini vóru passaliga nógv í tali, og eisini deiliga stutt. Tó saknaði eg orkestrið, hóast einsamalli klaverspælarin gjørdi tað væl, leggur hon afturat.
    Hoyra alla samrøðuna her.
    19 min
  • Barnalist úr endurnýtslutilfari
    Í dag skipar Norðurlandahúsið fyri verkstovu fyri børn, sum eru seks til 12 ár.
    Tað er svenska Ylva Thorsdottir Planman, sum er í summarstarvi í Norðurlandahúsinum, sum hevur verkstovuna.
    Endamálið er at gera barnalist úr endurnýtslutilfari.
    Ylva heldur tað vera gott at brúka endurnýtslutilfar og síggja, hvat man kann fáa burturúr tí, sum man longu hevur.
    Eisini er tað gott at lata tøknina liggja eina løtu og vera kreativ/ur og hava tað stuttligt, sigur Ylva.
    7 min
  • – Vit raka breitt við ólavsøkukabarettini í ár
    Ólavsøkukabarettin er sum vant stuttlig og samfelagsaktuell og hóskar seg til hýrin á ólavsøku. Tað eina brotið úr Ólavsøkukabarettini kann hoyrast her, og tað snýr seg um grindahvalir og G! festival.
    Sóley Danielsen, Katrin Joensen-Næs, Rebekka Rafael, Torkil Tórgarð og Jákup Dahl Wardum spæla Ólavsøkukabarettina 2019.
    Andrias Høgenni er leikstjóri, og tað er fyrstu ferð, at hann roynir tað. Hann helt tað vera stuttligt, at royna okkurt nýtt, men hóast hetta er nýtt fyri hann, so er hann vanur at leikstjórna.
    19 min
  • "Mítt innara landslag" letur upp í dag
    Á framsýningini eru 23 málningar, sum Kári Svensson hevur málað við íblástri í Norðoyggjum. Framsýningin er forvitnislig, tí Kári Svensson rættiliga gagnnýtir hæddina í høllini við nøkrum størri málningum. Á framsýningini, sum er ein góð heild, eru eisini fleiri smærri málningar.
    Tá framsýningin letur upp, fer listakvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir, at siga nøkur orð um Kára og list hansara, og Flóvin Viderø, tónleikari, fer at seta sín dám á ferniseringina við guitarspæli og sangi.
    5 min
  • Dansieksperimentið er nógv vaksið
    Í dag og í morgin verður Dansieksperimentið 2019 sýnt fram í Norðurlandahúsinum.
    Dansieksperimentið byrjaði fyri fimm árum síðani, tí fyriskipararnir hildu, at tað hendi ov lítið í dansiumhvørvinum í Føroyum.
    Tað eru tær tríggjar, Diana Hansen, Rúna Volmarsdóttir og Andrea Joensen, sum skipa fyri.
    Størsti parturin av dansarunum eru føroyskir ungdómar, men tað eru eisini yrkisdansarar úr USA, Kanada, Norra og Danmark við, umframt føroyskir yrkisdansarar.
    10 min
  • Summarmorgun 24. juli 2019
    Luttakarar: Michael A. Charles, Elsa J. Johansen, Borgny S. Hansen, Diana Hansen, Rúna Volmarsdóttir og Andrea Joensen.
    Hoyr sendingina her.
    2 hr 10 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners