Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Fimm tey týdningarmestu grønu
    Tað heldur Umhvørvisstovan, sum nú roynir at varpa ljós á fimm kjarnumál, nú løgtingvalið nærkast.
    Skiftið til grøna orku er ávegis, men tað má ganga skjótari.
    - Tað finnast loysnir, sum veruliga kunnu muna, sigur Kári Mortensen frá orkudeildini á Umhvørvisstovuni.
    Eitt av kjarnumálunum hjá Umhvørvisstovuni er eisini, at fáa eina betur náttúruverju. Lagt verður upp til, at fáa eina nýmótast lóg, sum greitt ásetir, hvussu vit umsita og røkja ta føroysku náttúruna.
    16 min
  • Valplakatir kunnu flyta atkvøður
    Summi halda, at valplakatir seta ein serligan dám á løgtingvalið, meðan onnur halda, at tær fylla alt ov nógv. Tey flestu eru tó samd um, at tey ikki lata seg ávirka av valplakatum.
    – Nógv hava avgjørt frammanundan, hvønn tey velja, og tí kann ein valplakat ikki sannføra tey um at skifta meining, men valplakatir kunnu hava eina ávirkan á serliga tey, sum iviast ímillum nøkur valevnir.
    Tað sigur Allan Dalsgarð, marknaðarfólk, sum umrøddi valplakatir í Summarmorgni í morgun.
    24 min
  • KT-vinnan skal vaksa
    Skulu Føroyar gera sær nakrar tankar um at fylgja við í talgilda samfelagnum, er neyðugt hjá almennu Føroyum at gera munandi størri íløgur í KT-verkætlanir og viðlíkahald, umframt at størri fokus eigur at verða sett á at keypa føroyskar KT-loysnir.
    Tað er millum annað boðskapurin hjá KT-felagnum, sum nú setir politisku flokkunum stevnu í samband við løgtingsvalið.
    Hoyr Ullu Joensen, forkvinnum í KT-felagnum, greiða frá.
    14 min
  • Fýra ting á ting
    Komandi valskeið kann hava avgerandi týdning fyri námsfrøðiliga virkisøkið. Tað heldur í øllum førum Føroya Pedagogfelag, sum hevur valt at varpa serligt ljós á fýra mál, ið tey meta hava avgjørdan týdning fyri økið.
    Hoyr Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum, greiða frá teimum fýra málunum.
    15 min
  • Ungi skiparin á gamla farinum
    - Eg var fyrstu ferð við sum 13 ára gamal og havi ongantíð slept tí ordiliga.
    33 ára gamli Heri Vang er skipari á Norðsøka, sum helst er elsta vinnuliga fiskifarið kongaríkinum. Norðsøki er 77 ára gamal og hevur fingið mangan fongin til høldar. Hann er útbúgvin bæði skipari og maskinmeistari, og hann kundi valt aðrar leiðir, men hann heldur, at útróðurin er serliga spennandi.
    - Tú ert á ein hátt tættari at náttúruni, og tað er meira sosialt. Tað er ein øgiligur áhugi fyri, hvat vit gera, sigur Heri Vang.
    14 min
  • Lær børnini um ferðslu
    Tað er av týdningi at læra børnini um ferðslu og venja leiðina við børnunum, serliga við børnum, sum skulu í skúla fyri fyrstu ferð.
    Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum hevur gjørt eina vegleiðing til foreldur og børn.
    11 min
  • Farvæl til valdið
    Hvussu er at vera politikari í Føroyum? Hvussu fært tú mest burturúr? Og hvat halda tey um, at flokkar nú velja aðrar flokkar frá?
    Hetta er millum mongu spurningarnar, sum vera viðgjørdir í hesi samrøðuni millum Helenu Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum og Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, sum ikki stilla upp aftur á løgtingsvalinum, sum verður um knappar tríggjar vikur.
    Tey hava hvør sína orsøk at velja landspolitikkin frá. Helena ætlar at brúka tíðina til onnur ting. Jóan Magnus gevur pláss fyri beiggja sínum og fer aftur at virka sum stjóri.
    32 min
  • Ung skulu læra at hjálpa vinum
    Átakið eitur "Kveik Ung" og byggir á tvær verkstovur. Á verkstovuni "Kveik Ung" fáa ung millum 16-25 ár møguleika fyri at gerast ein Ungdóms Kveikjari. Hetta snýr seg um at læra tey ungu, hvussu tey kunnu ansa eftir og betra um sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum, sínum vinum og javnaldrum.
    Fólkaheilsuráðið fær serstaka vitjan úr Avstralia av stigtakaranum til átakið, Darci Miller, ið fer at standa fyri verkstovunum.
    Hoyr Moniku Mohr frá Fólkaheilsuráðnum og Darci Miller greiða frá.
    12 min
  • Barnið skal uggast
    Bókin "Góðanátt og sov væl", hevur verið fyri stórum atfinningum, og í vikuni sendu 723 danskir sálarfrøðingar eitt alment skriv til bókaforlagið Gyldendal, har tey heita á forlagið um at taka bókina av handilshillunum.
    Bókin gevur foreldrum ráð um, hvussu tey á skjótasta hátt venja børnini við at leggja seg sjálvi at sova. Mælt verður til at brúka tann sonevnda "cry out" mátan, har ein skal leggja barnið og so fara út úr kamarinum, eisini um barnið grætur.
    16 min
  • Útiguðstænasta við Gjógv aftur í ár
    Aftur í ár verður skipað fyri útiguðstænastu í gjónni við Gjógv. Tað verður gjørt nógv burtur.
    Sum gamal siður var, so verður prestur skjútsaður inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.
    Konsertir og kórsangur eru á skránni, umframt vanliga sálmasangin.
    Fólk fáa pappír við sálmunum á, men tað ber eisini til at brúka sálmabókina sum app á telefonini.
    Jonhard Jógvanson er prestur sunnudagin. Útiguðstænastan við Gjógv er klokkan 16:00 sunnudagin.
    Uffe Bærendsen, fyriskipari, greiddi frá í summarmorgni.
    6 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners