Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun 230819
    Hoyr sendingina her,
    Luttakarar, Unn Krákustein, Rigmor Dam, Georg L. Samuelsen, Jógvan D. Hansen, Brandur í Funningsstovu, Sólgerð Andreasen og Tummas Jacobsen.
    2 hr 9 min
  • Fýra hundar umboða Føroyar í seyðahundakapping
    EM fyri seyðahundar byrjaði í gjár, og fýra hundar og eigarar teirra umboða í ár Føroyar í kappingini. Teir eru Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, Midge við Onnu Sofiu Fjallheim og Køp hjá Páll Poulsen.
    Í fjør vann Føroyar, sum lið, silvurs heiðursmerkir, so spenningur er um, hvussu hundarnir fara at klára seg í ár.
    9 min
  • Persónsupplýsingar skulu virðast í valstríðnum
    Í samband við løgtingsvalið hevur Dátueftirlitið sent kunning út um, at tað sambært persónsupplýsingarlógini er ólógligt at nýta skipaða viðgerð av politisku sannføring veljarans, til at sannføra veljarar um at velja ávísan flokk.
    Dátueftirlitið sendir ikki hetta út, tí tað hevur illgruna um, at slík viðgerð av persónsupplýsingum verður nýtt í valstríðnum í Føroyum.
    Men Dátueftirlitið vísir á, at politiskir flokkar uttanlands hava nýtt skipaða viðgerð av persónsupplýsingum í valstríðnum, til millum annað at senda útvaldum veljarum lýsingar og ósannindi (fake news).
    12 min
  • Summarmorgun 220819
    Hoyr sendingina her
    Luttakarar, Bogi F. Sigurstein, Steinbjørn Olsen, Katrin Dagbjartsdóttir, Liz Castillo, Ann-Mari Jensen, Liss Hansen, Marjun Restorff og Maibritt Hansen
    2 hr 12 min
  • ADHD-ráðstevna um vikuskiftið
    ADHD-megnartak er heitið á ráðstevnu, sum ADHD-felagið skipar fyri í Norðurlandahúsinum nú sunnudagin.
    – Neyðugt er, at varpa meira ljós á ADHD, og at tey sum hava ADHD, avvarðandi og ikki minnst fakfólk fáa meira vitan og upplýsingar um ADHD og hvussu fólk við ADHD kunnu fáa hjálp, vísir Maibritt Hansen, skrivari í ADHD-felagnum, á.
    Maibritt Hansen fekk sjálv staðfest ADHD sum 40 ára gomul, og fekk ikki fyrr enn tá røttu viðgerðina, og hevur hetta broytt hennara lív. Hon verður ein av teimum, sum fer at fortelja sína lívssøgu á tiltakinum sunnudagin.
    11 min
  • Fólkaskúlanæmingar skulu læra um val og politikk
    Næmingar í øðrum flokki í skúlanum á Fløtum hava hesa vikuna evnisviku um løgtingsval og politikk, tí tað er ein skylda hjá skúlunum at læra næmingunum í smáu flokkunum um politikk, heldur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari hjá ørðum flokki í Skúlanum á Fløtum.
    9 min
  • Demensøkið er framvegis ikki raðfest nóg høgt
    Flestu tilmælini í demensætlanini fyri Føroyar frá 2015 "Demensvinarligt samfelag" eru framvegis ikki framd í verki, og demensøkið verður sum heild ikki raðfest nóg høgt. Tað heldur Alzheimersfelagið, sum heitir á politikararnir um at raðfesta økið hægri aftaná valið. Mest átroðkandi er at seta á stovn ein vitanardepil um demens, seta fleiri landsdemenssamskiparar og sum heild at samskipa hjálpina til fólk við demens og teirra avvarðandi betur, heldur felagið, sum metir kostnaðin fyri tað verða umleið 3 milliónir krónur.
    16 min
  • Veljarin skal sleppa til orðana
    Skipað verður fyri nógvum valfundum kring landið, men teir eru ofta ov nógv stýrdir antin av orðstýrarunum ella av teimum væl samansettur og gjøgnumarbeiddu valskránnum hjá politisku flokkunum. Tørvur er tí á veljarafundum, har veljararnir sleppa til orðana og at seta dagsskránna, og har politikararnir tora at siga sína hjartans, persónligu meining.
    18 min
  • Umsóknarfreistin nærkast
    - Ger nakað gott fyri teg sjálvan og fyri onnur.
    Soleiðis kann í stuttum sigast um luttøku á Team Rynkeby, og Finn Danberg var í útvarpsstovuni og segði frá, um hvør kann søkja og hvussu valt verður, hvør kemur við á liðið, ið skal súkkla til París næsta summar.
    8 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners