Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Yngsta tingkvinnan nakrantíð
    Við so nógvum sterkum kvinnum á flokslistanum skuldi Hervør Pálsdóttir gera okkurt heilt serligt fyri at fáa fólk til at leggja merki til sín, so tað gjørdi hon.
    Hon hondmálaði sínar plakatir, bæði fyri at vera øðrvísi, men so sanniliga eisini tí tað var bíligari.
    Hon bjóðaði Christian Andreasen til holmgongu, tí hon helt tey bæði vera so ymisk sum politikarar, sum man kann vera, og væl eydnaðist, tí tey komu bæði inn.
    13 min
  • Flokkarnir nýta sosialar miðlar og plakatir
    Facebook, filmar, plakatir, lesarabrøv, uppringingar, banka á hurðar, persónlig sambond, faldarar, greinar. Politikarar nýta nógvar háttir at fáa fólk at velja seg.
    Hetta valstríðið hevur verið eyðkent av, at flokkarnir hava gjørt uppaftur meira tilfar til sosialu miðlarnar enn til undanfarin val. Serliga eru fleiri filmar hjá valenum ella flokkum at síggja, sigur Sissal Kristiansen, sum hevur virka sum samskiftisráðgevi hjá ymsum flokkum trý tey undanfarnu løgtingsvalini.
    31 min
  • Almennir fyrilestrar, Páli til heiðurs
    Hann hevur verið granskari í meira enn 30 ár, og í einari so langari karrieru kemur tú í samband við nógv fólk innan ymsu granskingarøkini. Tað eru nøkur av hesum, sum fríggjadagin leggja leiðina til Kongshøll, at halda stuttt upplegg fyri áhoyrarunum um ymiskt av tí, sum tey, saman við Páli, hava arbeitt við.
    Sjálvur byrjaði Pál granskingarleið sína við einum skeiði innan gransking í Danmark, har hann í eitt heilt ár slapp at læra um gransking og granskingarhættir.
    14 min
  • Rannvá Joensen í finaluni í altjóða myndakapping
    Ein mynd hjá fríyrkisfotografinum Rannvá Joensen er vald út til finaluna í myndakappingini hjá "There there travel foto festival" í Kalifornia í USA.
    Talan er um altjóða kapping, har meira enn 10.000 myndir vóru við frá byrjan.
    Myndirnar eru allar sokallaðar "ferðamyndir", og myndin hjá Rannvá Joensen er í bólkinum "Impossible shot", sum eru myndir av óvanligum myndaevnum, sum eru krevjandi at taka, og sum eru tiknar støð, har torført er at sleppa framat.
    20 min
  • Betri eftirlit má verða við eldraøkinum
    Ein afturvendandi táttur í summarmorgni er, at vit undan valinum bjóða einum áhugafelagi, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát.
    Í morgun tosaðu vit við Rúnu Sivertsen og Betzy Ludvig, nevndarlimir í áhugafelagið TIGN.
    TIGN er almannagagnligt felag, sum hevur til endamál at virka fyri málum teirra, ið hava tørv á røkt, og at virka fyri málum teirra avvarðandi.
    12 min
  • B68 fingið nýggjan høvuðsvenjara
    Toftamaðurin Øssur Hansen er settur sum høvuðsvenjari hjá B68. Øssur Hansen skal venja besta mannsliðið, ungdómin og taka sær av tí ítróttarliga sum heild.
    Lurtið eftir samrøðuni, sum Øssur Egholm gjørdi við Øssur Hansen.
    8 min
  • Summarmorgun 290819
    Hoyr sendingina her
    Luttakarar, Rúna Sivertsen, Betzy Ludvig, Pál Weihe, John Petersen, Ásla Johannesen og Rannvá Joensen
    2 hr 14 min
  • Samarittarnir 20 ár
    Hjálpandi hondin til fótbóltsdystir, festivalar, stevnur og onnur tiltøk kemur ofta frá samarittunum, sum við stóru taskunum ganga millum fólk, og nú eru 20 ár síðan Reyði Krossur setti á stovn samarittarnar.
    Eyðbjørg Højgaard, sum er vaktsamskipari hjá samarittunum, var í útvarpsstovuni til eitt prát.
    10 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners