Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Kulturkanoniseraður føroyameistari
    Trummuspælarin Anders Brill gjørdi sum ungur herskyldu í Mjørkadali. Fyri júst hálvthundrað árum síðani - í oktober 1969 - kom hann upp í føroyska rokkbólkin Jacta est Alea. Bólkurin var bara til í gott og væl eitt hálvt ár - frá á heysti 1969 til summarið 1970 - men í desember 1969 var Jacta Est Alea kosin besti føroyski tónleikabólkur á serstakari FM-rokktónleikakapping í Klaksvík.
    24 min
  • HOYMAlestur - Bókmentagildi í Tjørnuvík
    15 limir felagsins lesa egnar tekstir ella tekstir, tey hava týtt.
    Hvønn tíma frá kl. 13 til kl. 17 byrjar nýtt tiltak á einum av fýra hugnaligum støðum í bygdini. Hvør høvundur lesur í 10 minuttir.
    Tekstasløgini verða blandað, so har verður nakað til einhvønn.
    Lisið verður upp úr nýútgivnum ella enn ikki útgivnum tilfari.
    Les meira her
    7 min
  • "Føroya Fittastu." Kapping í tvørmegi
    Í morgin verður funnið útav, hvør føroyingur er best fyri.
    Kappingarnar umfata styrki, skjótleika, úthaldni, fimi og kroppsligt snildi. Kappingin er allan dagin í Tvørmegi á M.A. Winthersgøtu í Havn, men alt byrjar á rennibreytini í Havn klokkan 11.40.
    Eystein Simonsen, samskipari, er í sendingini Summarmorgun og greiðr frá
    Les meira um kappingina og tilmelding her
    12 min
  • Norðurlond samstarva um bústaðarbygging
    Endamálið við árliga norðurlendska bústaðarfundinum, er at deila hugskot og geva hvørjum øðrum íblástur til bústaðarbygging.
    Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur, at tey fáa nógv burturúr at hoyra, hvussu hini norðurlondini skipa sínar bústaðarbyggingar.
    Á skránni eru ymisk evni, sum umboð fyri londini kjakast um, og so leggja londini fram um síni bústaðarviðurskifti, bústaðarbyggingar og avbjóðingar.
    Á norðurlendska bústaðarfundinum eru fleiri umboð fyri Finland, Norra, Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar.
    23 min
  • Kvinnuleiklutir mangla dýpd
    Soleiðis sigur Maria Winther Olsen, sum bæði hevur skrivað handritið til og leikstjórna spælifilmin Nina, sum verður frumsýndur í kvøld.
    Eisini sigur Maria seg ofta hava saknað, at kvinnur eru partur av framleiðsluliðnum, og hon hevur lagt seg eftir at hava nógvar kvinnur við hesaferð, og tað bar saktans til.
    9 min
  • Mikladalur var fantastiskur
    - Fólk tóku so sera væl ímóti okkum, og sjálvt um vit fyltu nógv hetta summarið, so vóru fólkini í Mikladali bæði spent og sera hjálpsom, sigur høvuðsleikarin Marie Tourell Søderberg, um tíðina filmsliðið var í Mikladali.
    Mike hevur á fysta sinni roynt seg sum filmsleikara, og sjálvt um tað var trupult at umstilla seg frá palli til film, so var tað avgjørt ein góð uppliving.
    12 min
  • Virkið frítíðarlív minkar um rúsevnisnýtslu
    Fólkaheilsuráðið á Nordisk Rusmiddel seminar 2019 í Nuuk
    Kanningar vísa, at umleið triði hvør føroyingur, um 15 ára aldur, hava roynt rúsdrekka, ella drukkið seg fullan. Um sammett verður við Danmark, so liggja donsku børnini væl omanfyri føroyingum. Umleið 3/4 av donsku børnunum um 15 ára aldur hava roynt at drukki seg fullan. Hetta sigur Magni Mohr, ráðsformaður í Fólkaheilsuráðnum í samrøðu við sendingina Summarmorgun.
    12 min
  • Ávirkar okkum øll, at heimurin hitnar
    Í annaðkvøld verður tiltakið "Heimurin Hitnar" í Norðurlandahúsinum. Fleiri fyrilestrahaldarar fara at viðgera mál, sum eru partar av hækkandi hitanum á okkara leiðum.
    At tað verður heitari hevur við sær, at ísurin í arktiska økinum smeltar, og tað hevur við sær, at sjógvurin hækkar. Hetta gongur út yvir partar av heiminum, sum fara at liggja undir vatnskorpuni.
    16 min
  • "Latið ei søguna doyggja"
    Í tíðindaskrivi um bókina verður m.a. sagt, at "nýggja bókin hjá Óla Breckmann lýsir hvussu føroyingar farnu 2-3 øldirnar hava baksað seg úr myrkri, mykju og mógvi, úr tara, tøðum og tvag, úr kulda, vætu og sjúku til nútíðar vælferð, ljós og hita, nú vit eru frísk, rein, turr og mett hvønn dag". Víðari verður sagt, at "føroyingar hava í stríðum andróðri tryggjað okkara mál, mentan, samleika og politiska sjálvræði, nú á gáttini til sjálvbjargnan búskap og sjálvstøðuga tjóð".
    37 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners