Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Sjónleikur og matur í Mikladali
    Edge er ein nýggj kafé, sum lat upp norðuri í Mikladali á heysti í fjør. Vit tosa við Jógvan Sámal Heldarskarð, ið tók stig til nýggja matstaðið, um eitt nú hvussu nógv fólk hava vitjað í Kalsoynnið higartil í ár,
    Tù kanst hoyra samrøðuna her!
    10 min
  • Hittið varð seinastu sangurin, ið varð skrivaður
    Í vár var Knút Háberg Eysturstein í upptøkuhølinum og innspældi sína fjórðu plátuútgávu.
    Og í dag verður fyrsta staklagið útgivið og kann sostatt hoyrast á øllum stroymingpallum.
    Talan er um sangin Villiniborg, ið gjørdist seinasti sangurin, sum Knút skrivaði til komandi útgávuna.
    26 min
  • Føroyingar ferðast aftur í ár til Suðuroyar
    Hvørji eru útlitini, tá talan er um ferðafólk í ár? Eru fleiri ferðandi komin til landið? Og ferðast føroyingar eisini í egnum landi í ár?
    Vit skifta orð við Sólfrí Bech, leiðara á Kunningarstovuni á Tvøroyri, og umrøða eitt nú eisini gistingarmøguleikar og aðrar møguleikar í Suðuroy, samstundis sum vit eisini fregnast um Tónavatn tiltakið, ið var í Hvalba farna leygarkvøld.
    Tú kanst hoyra samrøðuna her!
    13 min
  • Ein gandakend nátt í Hvalba og við Heygsvatn
    Talan er um eina heilt serstaka náttaruppliving í vøkru náttúruni á Heygsvatni í Hvalba leygarkvøldið 3. juli kl. 22.50 saman við føroyskum lista- og mentafólkum.
    Byrjað verður á sandinum í Hvalba, har Guðrun & Guðrun fara at vísa teirra nýggjastu kollektión til tónarnar hjá Brynjálvi á Heygum.
    Síðani fylgjast øll eftir Mýruvegnum vestur á Heygsvatn, har borðreitt verður við tónleiki á einum flótandi flaka.
    Fólk í árabátum samlast runt um tónleikapallin, ið flýtur á vatninum, meðan horntónleikur, stjórnaður av Tróndi Enni, blandast við náttúrunar kvøldarljóð.
    12 min
  • Allur fjørðurin stendur saman um Naddodd
    "Tvøroyri eigur hetta projektið, og her skulu øll vera vælkomin."
    Soleiðis sigur Viberg Sørensen um felagið Naddoddur.
    Bátafelagið Naddoddur bleiv stovnað 19. november 1995 á Tvøroyri. Endamálið var at byggja seksæring og neyst og soleiðis varðveita part av gomlu føroysku mentanini.
    Í 1996 fekk felagið Pakkhúsið á Tanganum til ognar frá P/F N.J. Mortensen, og ætlanin um at byggja neyst bleiv slept.
    31. mars 1997 bleiv báturin Naddoddur flotaður. Johan Olsen, bátabyggjari á Tvøroyri, bygdi seksæringin.
    21 min
  • At sigla við seglum er balsam fyri sálina
    Fleiri og fleiri føroyingur fáa sær seglbát.
    Teirra millum eru Poul Jákup Thomsen og sonurin, sum eiga seglbátin Fiónu.
    Poul Jákup Thomsen er ikki í iva: "Tað er balsam fyri sálina at sigla við seglum."
    Hoyr samrøðuna, sum var í sendingini Summarmorgun.
    9 min
  • Ætla at fáa sangin út á altjóða marknaðin
    Hann er kendur sum eitt nú trummusláari, sangari og sangskrivari í Dynamitt, eigur hugskotið til Trøllapætur, Sjómannadagin, Kópakonuna, Heystfagnaðin á Eiði, og Karlo og Ludda. Og hann hevur eisini greitt frá prísinum, ið tú kanst rinda, hevur tú ov nógv jørn í eldunum.
    Fyri einum ári síðani skrivaði Niclas Heri sangin, sum hann sigur vera hin besta, ið hann hevur skrivað. Hann fekk Hans Poulsen at framleiða, góðar føroyskar tónleikarar at spæla, og amerikanska sangaran Walker Wreeland at syngja.
    20 min
  • Jóansøkuútvarp beinleiðis av Tvøroyri
    Vit hitta Bjarna Nygaard, sum útgreinar Jóansøkuskránna, vit tosa við borgarstjóran, Kristin Michelsen, Onnu Mortensen frá Kafé Mormor, Sonna Smith, ið skal halda midnáttarrøðuna og Lív Næs og Trónd Enni, sum seta sín dáma á tónleikalívið.
    Eisini skifta vit orð við Johan Joensen, ið skal seta Jóansøkuna, og Una Jacobsen, formann í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og Jóannes Eidesgaard, sum var ein av stigtakarunum til at varðveita skipið Thorshavn.
    Vertir eru Gunnar Nolsøe og Eyðfinn Jensen.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    2 hr 5 min
  • Psykosudrotningin sigur frá
    Hvat er at gera, tá tú tú ikki kennir, at tann hjálp tú fært, er hon, sum tú veruliga hevur brúk fyri? Henda spurning setti Anna Malan Jógvansdóttir sær sjálvari, tá hon fekk staðfest eina psykosu.
    16 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners