Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Uppilagstur eftir 54 ár
    Ein fagran juli summardag í 1967, fór ein 13 ára gamal "ókonfirmeraður" piltur, sín fyrsta túr á línuveiðu við Stellu Karinu yvir til Flemish Cap.
    Eftir at hava siglt úti og fiskað við skipum úr 7 ymiskum londum í 54 ár hevur hann endiliga funnið landgongdina aftur. Thats it.
    Soleiðis skrivaði Anfinn Nielsen á sínum facebookvanga í síðstu viku.
    Hann vísir ikki aftur, at hann kanska fer onkran túr afturat, um tað gerst neyðugt.
    - Tá tað fer at fjara í boksini, fari eg sikkurt ein túr, um eg verði spurdur, sigur Anfinn Nielsen.
    15 min
  • Bleytur poppur frá Husgaard og Gomez
    Eitt nýtt lag eftir Magna Husgaard og Dánial Gomez er komið út.
    Talan er um einstakt lag, sum ikki er partur av eini størri útgávu, men kortini er hetta partur av einum konsepti, sum hevur verið til í eina tíð.
    - Hetta er ein framleiðsla, sum er vorðin størri og størri, so hvørt sum tíðin hevur gingið, greiða teir báðir frá.
    11 min
  • Ó- reinur djevulskapur á palli
    - Eg haldi saktans, at tú kanst síggja leikin uttan at hava lisið bókina.
    Carl Johan Jensen, rithøvundur, heldur tað vera eitt bragd, at leikbólkurin Tvazz hevur fingið so nógv við úr bókini "Ó - søgur um djevulskap", nú bókin er gjørd til leikrit, sum verður framført í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.
    Leikurin byrjar við, at spurt verður út í salin, hvør hevur lisið bókina úr enda í annan. Og tað var ein greiður minniluti, sum rætti hondina upp, men tað nervar ikki Carl Johan Jensen.
    21 min
  • Arbeiðir við tara og spælir fótbólt
    Í apríl mánað kom 26 ára gamla Ruby Dombek úr Vermount, USA til Føroya at arbeiða. Hon hevur arbeitt við veðurlagsbroytingum seinastu árini og hevur altíð havt stóran áhuga fyri hesum.
    Hesin áhugi leiddi hana til fyritøkuna Ocean Rainforest, har hon arbeiðir í dag.
    Upprunaliga skuldi Ruby Dombek arbeiða í Føroyum í tríggjar mánaðir við einum ferðafólkavisum, men trupla støðan við koronu gjørdi, at hon hálsaði um og søkti um arbeiðsloyvi.
    12 min
  • Ein inniligur og erligur Ragnar Finsson
    - Hetta snýr seg eitt sindur um sosialan ótta, sigur Ragnar Finsson.
    Queen of Rose er eitt akustiskt lag, sum leggur seg eftir at vera inniligt og intimt. Lagið snýr seg um støðuna, tá tú ert einsamallur, hóast tú ert saman við nógvum fólkum.
    Lagið er tað fyrsta av fýra, sum seinni koma á eina EP-útgávu við nýggju verkætlanini HORRSE.
    HORRSE er eitt sokallað skaldarnavn hjá Ragnari, har hann loyvir sær at vera ein karakterur, sum kann vera persónligur, uttan bara at vera Ragnar Finsson sjálvur.
    12 min
  • Óndskapur kann vísa seg allastaðni
    - Óndskapur er til, sum nakað fyri seg - ein megi, sum kann sleppa leys, tá ið umstøður eru til tað.
    Orðini eigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sum hevur sæð allar fýra sendingarnar um læknastríðið í Klaksvík, ið verða samsendar í DR2 og KVF í hesum døgum.
    - Sendingarnar vóru góðar, men millumrokningarnar manglaðu, heldur hann.
    Hoyr alla samrøðuna her.
    Her er annað tilfar um læknastríðið í Klaksvík:
    24 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners