Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Óndskapur trívist í tí skjóta samfelagnum
    Óndskapurin hevur víst sítt ljóta andlit í nógvum brigdum hesa seinastu tíðina. Á palli, í dokumentari og í ikki minst í veruleikanum.
    Men hvat er óndskapur, hvussu kemur hann til sjóndar, og hvussu kunnu vit forða fyri at óndskapur fær gróðrarlíkindi?
    Hoyr samrøðuna við Tóru Petersen, sálarfrøðing og trivnaðarráðgeva hjá fólkaskúlanum, og Jóhannes Miðskarð, phd í lívslangari læring.
    27 min
  • Títt rúm: Tá ið rúsurin órógvar
    - Nýggja navnið er "Títt rúm"!
    Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari, og Súsanna Skaale, sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini hjá Bláa krossi, greiddu frá, nú "Øll hava rætt til góð barnaár" skiftir navn til "Títt rúm".
    Eini 1200 børn og ung í Føroyum vaksa upp í heimum, har eitt foreldur hevur rústrupulleikar. Ein barndómur við foreldrum, sum drekka ov nógv, kann fyri mong hava avleiðingar. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar børn, ung og vaksin.
    Og tað er hetta rúmið, sum Blái Krossur bjóðar: Títt rúm!
    14 min
  • Serkønur fjeppari: U19 kann vinna kappingina
    - Føroysku ungdómslandsliðini hava vunnið líka ofta, sum tey hava tapt seinnu árini, og málúrtøkan er positiv. Tað vísir, hvussu stór menningin er á hondbóltsøkinum.
    Ásbjørn Nielsson Nattestad er íðin landsliðsfjeppari og kjakari, og hann hevur sett seg væl inn í alskyns viðurskifti. Eitt nú hevur hann granskað allar landsdystir langt aftureftir.
    Nú er U19-landsliðið í eldinum EHF-kapping í Bulgaria, og ungu menninir løgdu fyri við einum knúsandi 40-25 sigri. Ein sigur, sum kundi verið uppaftur størri, heldur Ásbjørn.
    10 min
  • Vesturheimurin skilir ikki Afghanistan
    Landafrøðin, støddin og tann desentrali valdsbygnaðurin eru tríggjar grundir til, at tað er so trupult at halda eitt land sum Afghanistan saman í friði.
    Tað sigur Hans Holm, landafrøðingur, sum í hesi samrøðuni lýsir Afghanistan sum land.
    Allur heimurin heldur ondini, nú fólk flýggja yvir háls og herðar í Afghanistan, har Taliban tók valdið, so skjótt vesturheimurin slapp sær út.
    Vesturheimurin hevur als ikki skilt Afghanistan, heldur Hans Holm, sum finst at hegninum hjá altjóða samfelagnum at loysa kreppur í ófriðarligum londum.
    14 min
  • Mugu gera greitt, hvat vit vilja við føroyskum
    Útlitini fyri einum málskifti? Fara vit øll at tosa enskt í Føroyum um nøkur ár? Er eitt málskifti ávegis?
    Hetta er evnið í bók hjá Rakul Skaale Andreasen, sum Fróðskapur hevur givið út.
    Talan er um MA-ritgerð, sum vann donsku virðislønina, 'Uddannelses og Forskninsministeriets Specialepris om rigsfællesskabet' í 2020.
    23 min
  • Talað orð og tónleikur renna saman í eitt tár
    "Eitt tár" er nýtt lag, sum varð spælt í útvarpinum fyri fyrstu ferð í Summarmorgni.
    Lagið hevur Heri í Ravnagjógv skrivað. Hann gav út yrkingasavn í 2014, sum kallaðist 31, og teksturin er úr tí savninum. Væntandi koma nøkur løg afturat haðani til eina EP-útgávu, sum kemur út seinni.
    - Eg lýsi kenslulívið í øllum lívsins viðurskiftum. Tað, sum menniskja skal ígjøgnum av kenslum. Takksemi, sorg, vón, kærleiki, óndskapur ella hvat tað kann vera, sigur Heri í Ravnagjógv.
    Í lagnum "Eitt tár" talar Heri í Ravnagjógv, og Johanna Thomasen syngur.
    9 min
  • OL-heiðursmerki eru ikki føroysk
    Tveir føroyingar kappaðust í Olympisku leikunum í Tokyo í summar. Annar í hondbólti og hin í rógving.
    Úrtøkan var eitt silvurmerki í hondbólti og eitt fjórðapláss í einkultscullara finaluni.
    Er talan um føroyska ítróttarsøgu ella ikki? Hvørki spurningur ella svar eru einføld.
    Hoyr miðlamenninar, Trónd Arge og Suna Merkistein, og fyrrverandi stórspælaran í hondbólti, Kára Mortensen, skifta orð um evnið.
    31 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners