Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Mannarættindi og ríkisfelagsskapurin á breddan
    Í hesum døgum eru umboð fyri felagsskapin, 'Humanity in Action' og ung á ferð í Føroyum, har tey eru á útbúgvingarskeiði undir heitinum Mannarættindi og Ríkisfelagsskapurin. 
    Navnið Humanity in Action sipar til, at vit leggja dent á at at gera ung før fyri at fremja síni hugskot í verki við tí endamáli at broyta heimin til tað betra, verður sagt í tíðindaskrivi. 
    Brandur Mortensen Nolsøe, nevndarlimur í 'Humanity in Action' í Danmark og Benedikte Raft, samskipari, eru í útvarpsstovuni.
    11 min
  • Tey yngru vilja hava stoktan havheyst
    Hóast nakað tíðliga er nógvur havhestur, siga teir í Hvannasundi, sum veiða nógvan havhestaunga hesa tíðina. Bátar hava verið úti hesa vikuna og hava fingið væl.
    Í innslagnum á bryggjuni í Hvannasundi greiða Tóri Simonsen, Elmar Simonsen og Marnhild Sørensen frá veiðu og hvussu havhestaungarnir verða hagreiddir og borðreiddir.
    19 min
  • Teir taka eitt vatn í senn
    Gomlu lærarastarvsfelagarnir Asfinn og Jens, sum eru ávikavist 77 og 76 ára gamlir, hava upplivað nógv síðani teir settu sær málið at ganga til øll vøtn í landinum. Teir taka ikki sær æruna, men teir eru báðir á einum máli um, at áhugin fyri vøtnunum er nógv vaksin í seinastuni.
    Vit hitta Asfinn og Jens við Tjørnina á Brekkunum, sum hevur flestu nøvn av øllum vøtnum í Føroyum. Tað er eitt vatn millum Kollafjørð og Skæling, og m.a. eisini verður rópt Skælingsvatn.
    24 min
  • Trøll hótta kjakið á netinum
    Trøll, hóttanir og haturstala eru gerandisdagur hjá teimum, ið kjakast á sosialu miðlunum.
    Hesi trøll og hóttandi persónar gera tað trupult at hava eitt gevandi og demokratiskt kjak, tí tey hava til endamáls at tippa kjakarar, sum tey eru ósamd við.
    Serliga eru tað minnilutar, ung og kvinnur, ið standa fyri skotum, sigur sigur Mia Smeds, samskiftisráðgevi í norðurlandaráðnum, sum skipaði fyri ráðstevnu í norðurlandahúsinum.
    Ein ráðstevna undir heitinum: Ung, talu- og skrivfrælsi og sosialir miðlar.
    16 min
  • Arbeitt við útgávuni í næstan tvey ár
    Seinastu tvey árini hevur Teitur Lassen arbeitt við eini nýggjari útgávu.
    Útgávan, sum hevur 12 sangir, eitur 'Cazador de Ostras', sum merkir Tjaldur. Teitur Lassen greiðir frá, at hon er innspæld í Argentina, og tí er heitið spanskt. Seks sangir eru á føroyskum og seks á enskum.
    Sangirnir eru spældir inn í Argentina fyri hálvum øðrum ári síðan, men so kom korona og órógvaði arbeiðið.
    - Vit tóku arbeiðið uppaftur eftir eina tíð, og nú kemur útgávan so, sigur Teitur Lassen.
    14 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners