Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Ongantíð verið so móður fyrr
    Fríggjadagin og leygardagin gingu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen 18 ferðir niðan á Slættaratind.
    Hoyrið Jákup Petur Eliassen greiða frá, meðan hann hyggur aftur á risastóru avbjóðingina við sálarligari og kropsligari møði og pínu, sum hann ikki hevur kent fyrr.
    28 min
  • 360 fólk á landsdansistevnu
    Leygardagin savnaðust 360 fólk úr øllum landinum til Landsdansistevnu í Havn. Og Summarmorgun gjørdi eina reportagu í Sjónleikarhúsinum, har dansurin gekk til tann ljósa morgun.
    Tey, sum eru við í innslagnum, eru: Hendrik Egholm úr Stígum Fast á Sandi, Kristian Jacobsen úr Eysturoyar Dansifelag, Eina Gudmundsen úr Vága Dansifelag, Birgir Djurhuus úr Havnar Dansifelag og Hildur Kruse Sørensen úr Dansifelagnum á Látrinum á Eiði.
    12 min
  • Evnini sóust longu á barnaárum
    Føroyska U19 landsliðið hevur spælt seg í EM-endaspælið í hondbólti 2022.
    - Talan er um heilt serstakar dreingir, sigur annar venjarin, Julian Johansen, og hesum tekur Ári Rouch, samskipari í Hondbóltssambandi Føroya undir við.
    - So tíðliga sum í 2014 sóu vit, at her vóru dreingir við heilt serligum evnum, sigur hann og viðgongur, at tey í HSF hava hugsað tankan, at júst hetta landsliðið kundi koma so langt, sum tað nú er komið.
    16 min
  • Konni Kass við nýggjari plátu
    - Fyri meg er tað ikki ein mótsetningar at vera lækni og tónleikari, tí eg altíð havi fingist við bæði. So fyri meg er tað bara soleiðis sum gerandisdagurin er.
    Konni Kass, tónleikari og lækni, kemur í dag út við einari nýggjari LP, fløgu og talgildari heildarútgávu, sum nevist Diplopia.
    14 min
  • Samfelagsfrøði á føroyskum til miðnám
    Bókin, Føroysk samfelagsfrøði - C stig er ætlað fyrsta ári á miðnámi, og er fyrsta samlaða samfelagsfrøðibókin á føroyskum til miðnám.
    Bókin er útkomin bæði sum pappírs-, samvirkin- og pdf.bók og hevur umframt frágreiðandi tekst eina ørgrynnu av myndum, talmyndum, talvum, modellum, kortum og dømum, stendur í tíðindaskrivi.
    - Bókin fangar sostatt næmingar við sera ymiskum læristílum, siga tveir av høvundunum, Ragnar Árnason Joensen og Sámal Matras Kristiansen, sum eisini er ritstjóri.
    16 min
  • Jákup Petur og Ken leggja til brots á middegi
    - Eg haldi ongantíð, at man verður heilt klárur til hetta.
    Soleiðis sigur Jákup Petur Eliasen, sum saman við Ken Bærentsen á middegi í dag fer undir at ganga 19 ferðir niðan á Slættaratind.
    Hetta er ein stór avbjóðing, og hóast dreymurin er at klára tað innan fyri eitt samdøgur, so er høvuðsmálið hjá teimum at gjøgnumføra. Teir hava vant dúgliga, og ta einu ferðina gingu teir átta ferðir niðan og oman, so langt er eftir á mál.
    Fólk eru vælkomin at ganga onkran túrin við, sigur Jákup Petur.
    - Vit hava brúk fyri øllum stuðli.
    11 min
  • Vevikynstrið má varðveitast
    Leygardagin letur framsýning av vovnum myndum upp í Spinnarínum í Klaksvík. Talan er um myndir eftir millum aðrar Marionnu Matras, Titu Vinther og Súsan í Jákupsstovu.
    - Talan er um eitt slag av afturskoðandi framsýning, men hon er eisini framhyggjandi í vón um, at onkur verður kveikt/ur av myndunum og fær hug til at endurnýggja elligamla vevikynstrið, sum ber í sær so nógvar møguleikar. Og sum blómar í londunum uttan um okkum, sigur Poulina Jóannesardóttir, vevari og fyriskipari.
    15 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners