Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Ein hin mest framkomni alibáturin til tara
    Nýggi báturin, ið kostar um 8 milliónir krónur, er bygdur á KJ-Hydraulik. Við nýggja bátinum verður arbeiðið munandi effektivari, samstundis sum umstøðurnar umborð gerast betri.
    Tú kanst hoyra samrøðuna við stjóran á Ocean Rain Forest, Ólav Gregersen, her!
    14 min
  • 64 ár á sama arbeiðsplássi
    Hin 3. september 1957, sama árið, sum Útvarp Føroya fór at senda, fór Sigurd Petersen til arbeiðis á bedingini í Fuglafirði á fyrsta sinni, og í dag - júst 64 ár seinri, gevst Sigurd at arbeiða á bedingini, har hann hevur starvast øll árini.
    Vit hava verið og vitjað Sigurd Petersen á bedingini í Fuglafirði,
    Tú kanst hoyra samrøðuna her!
    45 min
  • Jazzarin Leo Mathisen veitti íblástur til Hutlihut
    Hann var røddin, sum rammaði stoltasta sigurin í danskari ítróttarsøgu inn og uppfann í ovafarakæti orðið Hutlihut í frásøgn síni frá EM-finaluni í fótbólti í 1992, tá Danmark vann. Nú er hann komin til Føroyar at síggja Danmark og Føroyar dystast á Tórsvølli leygarkvøldið.
    72 ára gamli Flemming Toft er ein av kendastu donsku ítróttarfrásøgurøddunum seinnu árini. Mest kendur man hann vera sum maðurin, ið legði ljóðsporið til dystirnar hjá Danmark í EM-endaspælinum í fótbólti í 1992 sum frásøgumaður hjá TV-2, ið sendi dystirnar í donskum sjónvarpi.
    20 min
  • Stórt alment tiltak á Glasi
    Fyri triðju ferð eru temadagar á Glasi, har allir næmingar og lærlingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi arbeiða tvørfakliga við einum tema ella evni. Og evnið í ár er 1980-árini. Samstundis eru Norðurlendskir Tónleikadagar 2021 á palli í Havn, og frá klokkan 2 til 4 seinrapartin verður høvi hjá almenninginum at uppliva bæði tema- og tónleikadagarnar á Glasi.
    Tú kanst hoyra samrøðuna við Elsu Mariu Holm Olsen og Sine Tofte Hannibal her!
    15 min
  • Eisini yngri bygningar kunnu friðast
    Tjóðsavnið umsitur allar friðaðar bygningar í Føroyum. Men hvør er mannagongdin, tá ið bygningar verða friðaðir, og hvørjir bygningar verða friðaðir, og kanska eisini hvørjir bygningar eiga at verða friðaðir? Og í hvønn mun skulu kommunurnar eisini vera við?
    Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum.
    Tú kanst hoyra samrøðuna her!
    19 min
  • Ein avbjóðing at varðveita skjøl, tí talgildu formatini broytast ofta
    Í dag verður mest sum alt tilfar goymt talgilt. Hvørjar eru avbjóðingarnar av hesum, tá ið vit hugsa um arkivering ella goymslur í dag? Hvør og hvussu verður avgjørt, hvat ið verður goymt og kanska eisini hvar ið tað verður goymt? Og í hvønn mun er søguligt tilfar tókt hjá almenninginum?
    Hesar og aðrar spurningar umrøða við Sámal Tróndur Finnson Johansen, ið er tjóðskjalavørður og stjóri á Tjóðskjalasavninum í Føroyum, og Hrefnu Robertsdóttir, ið er stjóri á íslendska tjóðskjalasavninum, nú Vestnordisk Arkiv Konference - ella Útnorður Skjalaráðstevna, verður hildin í Føroyum.
    22 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners