Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Deiligt at hoyra Tórbjørn Jacobsen syngja grønlendska barnasangin Anana
    Ein av heilt stóru profilunum ella vangamyndunum í grønlendskum politikki er Lars-Emil Johansen, sum er føddur 24. september 1946. Lars-Emil Johansen var við til at stovna flokkin Siumut, har hann eisini hevur verið formaður, hann hevur verið valdur í fólkatingið og landstingið, og hann hevur verið bæði landsstýrismaður og landsstýrisformaður fyri bara at tríva í rúgvuna.
    Í hesari samrøðuni verður eitt nú nomið við uppvøkstur og bakgrund, tosað verður um sjálvstýrislógina, arktiska økið og hvørjar størstu avbjóðingarnar eru hjá Grønlandi í dag.
    39 min
  • Summarmorgun 15. juli 2022
    Hetta vikuskiftið er Vestanstevna í Sørvági, og tað fer eisini at merkja skránna í morgun, nú Tórður er farin á túr vestanfyri.
    Tórður tosar við Eyð Ellingsgaard, ið er borgarstjóri í Sørvágs kommunu, eisini tosar hann við Anju Magnussen um Vestanstevnuskránna, og Tórður vitjar eisini í Bø, har ið hann støkkur inn á gólvið hjá Óla Jákup Guttesen, sum júst hevur latið úr hondum bókaverkið um Bíggjar søgu.
    Ein av teimum størstu profilunum í grønlendskum politikki er Lars-Emil Johansen, og hann vitjar eisini í Summarmorgni.
    2 hr 11 min
  • Summarmorgun 14. juli 2022
    Fyri fyrstu ferð síðani sekstiárini eru kálvar í Tindhólmi. Og hetta og annað fara vit at fregnast um, nú Tórður er farin í Tindhólm.
    Nú tað í dag er Bastilledagur - franskur tjóðardagur, nýta vit høvi at fregnast um eitt nú Pompidusentrið, sum í ár hevur 45 ár á baki, eins og nomið verður við mannin, ið legði navn til sermerkta mentanardepilin.
    Og vit vóru eisini á Vaglinum, tá ið stóra norðurlendska dansistevnan, Havleikur, varð sett í gjárkvøldið.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 26 min
  • Kálvar skulu betra um seyðabitið í Tindhólmi
    Jørgen Niclasen í Sørvági og Johan Fagraklett, sum hevur Gásadalsgarð, hava eftir avtalu við hagastýrið flutt tveir kvígukálvar út í Tindhólm.
    -Fyri meg er tað ein gamal dreymur at hava kálvar í Tindhólmi. Pápi royndi tað í sekstiárunum, men tað eydnaðist ikki so væl, tí kálvurin endaði á sjónum og rak deyður inn á Sørvág. Vónandi gongur tað betur hesaferð, sigur Jørgen Niclasen, sum er ein av eigarunum í Tindhólmi.
    13 min
  • Fjallabólkurin lagaði seg eftir veðrinum
    Beint fyri summarfrítíðina hevði Gøtu skúli eina stóra evnisviku, har næmingarnir blivu býttir upp í fleiri bólkar, sum viðgjørdu ymisk evni í kommununi. Ein av bólkunum var var fjallabólkurin. Og hóast veðrið ikki spældi við, vóru tey á einum máli um at tey høvdu fingið nógv burturúr.
     
    - Endamálið var at lata eyguni hjá børnunum upp fyri hugtakandi náttúruni í Eysturkommunu, siga Rebekka Jensen og Linda Sørensen, lærarar.
    13 min
  • Summarmorgun 13. juli 2022
    Í tveimum sendingum herfyri greiddi 91 ára gamla Henny Egholm í Havn frá sínum uppvøkstri í Sumba uttan mammuna, og tá hon sum 12 ára gomul kom til Havnar at ganga í skúla og búði saman við mammuni undir SERA trongum umstøðum.
    Henny fekk altíð at vita, at pápin var norðmaður og æt Hans Hansen, og at hann doyði við skipi við Ísland sama ár sum hon varð fødd.
    Nú er so komið fram, at hetta passar ikki. Og nú hava nøkur norsk skyldfólk - eftirkomarar hjá hálvbeiggjanum Einari - verið í Føroyum fyri at hitta Henny.
    1 hr 22 min
  • Norsk skyldfólk komu til Føroya at hitta Henny
    Í tveimum sendingum herfyri greiddi 91 ára gamla Henny Egholm í Havn frá sínum uppvøkstri í Sumba uttan mammuna, og tá hon sum 12 ára gomul kom til Havnar at ganga í skúla og búði saman við mammuni undir sera trongum korum.
    Henny fekk altíð at vita, at pápin var norðmaður og æt Hans Hansen, og at hann doyði við skipi við Ísland sama ár, sum hon var fødd.
    12 min
  • Summarmorgun týsdagin 12. juli 2022
    'Fram eg ferðist - Sangir yrktir og týddir av Árna Jacobsen' er heitið á fløgu, sum kom út herfyri.
    Stutt eftir klokkan 8 fáa vit vitjan av Steinbirni Jacobsen, sum eigur hugskotið til fløguna, og Eyðun Jacobsen, sum eitt nú hevur samskipað upptøkurnar.
    Havleikur er stóra norðurlendska dansistevnan, sum verður sett í Havn í morgin. Men longu nú er ein serlig summarlega fyri ung í aldrinum 15 til 25 ár á Sandi.
    Og um hálvgum níggju tíðina fara vit suður til Sands at fregnast um tiltakið.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min
  • Tey læra dansir hjá hvørjum øðrum
    Í morgin verður stóra norðurlendska dansistevnan Havleikur 2022 við fleiri hundrað dansarum úr Norðurlondum sett í Havn. Frammanundan hava ungir dansarar í aldrinum 15 til 25 ár í fleiri dagar verið saman á summarlegu á Sandi, har tey hava lært dansir frá hvørjum øðrum.
     
    Summarmorgun í Útvarpinum vitjaði tey ungu í beinleiðis innslagi í morgun, og tey ungu vóru væl nøgd, hóast veðrið var sera keðiligt og neyðugt hevur verið við broytingum..
    17 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners