Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun 18.07.2022
    Tosað verður við Aðalbjørg Linklett og Jens Gotik Højer frá AFS.
    Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen, Anna Maria Zimakoff, Jonna Sjúraberg, Olly Óladóttir Poulsen og Emily á Reynatrøð. Vit hoyra eisini John Høgnesen.
    Birgir Hansen, hondbóltsviðmerkjara
    1 hr 25 min
  • Hann klárar seg sjálvur
    Bæði foreldrini hjá Poul Olsen vóru úr Porkeri og tey fluttu til Vágs at búgva í 1897, tá tey høvdu bygt hús. Har vaks Poul upp og har hevur hann búð alt sítt lív.
     
    Poul arbeiddi á bedingini í Vági í nógv ár og síðani var hann í mong ár í Litbúðini hjá Henningi. Hann er sera fittur í hondunum og hevur gjørt nógvar prýðislutir,  m.a. grindaknívar. Í frítíðini dámdi honum eisini væl at baka góðar køkur. Harafturat klipti hann nógvum vágbingum. Hann klipti seinastu ferð tá hann var blivin 100.
    20 min
  • Í ullarroyting í Prestfjalli í Hvalba
    Seyðurin er væl fyri, sigur Tommy Olsen, seyðamaður í innara parti av Prestfjalli í Hvalba.
     
    -Vit bíðaðu einar tveir tímar í morgun, tí mjørki var í erva. Men so klárnaði og vit hildu avstað. Raksturin gekk væl, sigur Tommy.
     
    Hagaparturin hevur bæði nýggja rætt og nýtt og væl útgjørt seyðahús við rættina. Tommy er fegin um, at teir ungu menninir eru so hugagóðir.
     
    Her kanst tú hoyra samrøðuna við Tommy Olsen, seyðamann í innara parti av Prestfjalli í Hvalba.
    7 min
  • Ítróttagreinarnar mugu læra at arbeiða saman
    Sum kunnugt framdu U20-hondbóltsmenninir eitt satt bragd í EM-endaspælinum, sum júst er liðugt.
    Birgir Hansen, sum viðmerkti nakrar av dystunum hjá U20-hondbóltsmenninir í sjónvarpinum, heldur, at føroyskur ítróttur kann læra nakað av hesum ungu monnum.
    Ítróttargreinarnar mugu læra at samstarva. Tástani fáa vit gagnýtt tilfeingið, sigur hann.
    Hoyr áhugaverdu samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen gjørdi við Birgir Hansen
    8 min
  • Eitt Guðs undur at tær sluppu so væl
    Masterkvinnurnar á Sjóherja úr Kappróđrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu eru á einum máli um, at tađ var eitt Guđs undur, at tær sluppu so væl, tá báturin varđ syftur upp í loft av startlínuni og koppađi, beint áđrenn róđurin skuldi byrja. Tær endađu allar á sjónum. Tær meta seg sjálvar hava gjørt alt rætt.
     
    Umframt Sjóherja vóru tvær aðrar manningar, Fortuna og Sølmundur, eisini við í ógvisligu hendingini leygardagin. Í kvøld fer Róđrarsamband Føroya at tosa viđ tær tríggjar manningarnar.
    23 min
  • Kærleikin til heimbygdina var drívmegin
    "Tættir og brot úr Bíggjar søgu" eitur bókin, sum bíggjarmaðurin Óla Jákup Guttesen júst hevur givið út. Hon er í 500 blaðsíðum og kom út sama dag sum høvundurin fylti 80 ár. Í bókini eru nógvi 
     
    Óla Jákup fór um aldarskiftið undir at skriva bókina. Tað eru serliga tær gomlu sagnirnar sum siga okkum at bygdin er gomul.
    13 min
  • Sørvingar velja Vestanstevnuna
    Nógv er broytt hesi seinastu árini og nú eru tær gomlu summarstevnurnar í harðari kapping við nógv onnur stór tiltøk kring landið, og tað krevur nógv av fyrireikarunum, sigur Anja Magnussen, sum samskipar Vestanstevnuna, ið er í Sørvági hetta vikuskiftið. Eitt nú er G Festivalurin eisini hetta vikuskiftið.
     
    -Men vit halda at vit hava eina góða og fjølbroytta skrá. Eg ivist ikki í at sørvingar vilja vera á Vestanstevnu, hóast eitt nú G-festivalurin eisini er hetta vikuskiftið, sigur Anja Magnussen, sum samskipar Vestanstevnuna í Sørvági um vikuskiftið.
    9 min
  • Eldsálirnar hava stóran týdning
    Borgarstjórin í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, er klár at halda Vestanstevnu og tað er Sørvágs Kommuna eisini. Borgarstjórin sigur, at ítróttarfeløgini í kommununi hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa eina góða breiða og góða stevnuskrá.
    Eyð Ellingsgaard setir sjálv Vestanstevnuna í kvøld. Hon sigur, at hon fer at leggja dent á stóra týdningin sum eldsálirnar hava. "Eldsálirnar eru lívsneyðugar og tær skapa trivnað í økinum og kommununi", sigur borgarstjórin í Sørvági.
    8 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners