Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Less is North - fotoframsýning í Listasavninum
    Millum aðrar søgur, fortelur nýggi stjórin í Listasavninum, Karina Lykke Grand, hesa søguna í samband við listaframsýningina, Less is North, sum í hesum døgum er í Listasavninum.
    Tað eru listafólkini Ingi Joensen úr Føroyum, Per Bak Jensen úr Danmark og Hallgerður Hallgrímsdóttir úr Íslandi, ið hava tikið myndirnar, sum eru at síggja.
    15 min
  • Heim aftur við 28 heiðursmerkjum
    Sjey gull vóru millum tey heiðursmerkini, sum fimleikararnir høvdu við sær heim aftur úr Slovakia, har tær hava kappast bæði sum einstaklingar og sum lið.
    Jenny Thomsen gjørdist stóri gullslúkurin við fimm gullheiðursmerkjum, meðan Súsanna Johannesen, Bjørt Hermansen og Eyð Patursson vunnu sjey heiðursmerki í part.
    Saman við venjaranum Nenu Jákupsdóttir vitjaði Jenny í Summarmorgni.
    11 min
  • Dugni við nýggjum lánineti
    Starvsfólk á  Dugna, hava í longri tið arbeitt við einum hugskoti um at menna eitt alternativ til keypsnet úr plastikki. Hetta siga tær báðar Elin Lindenskov, samskipari og Anna Louisa Jacobsen frá Tinghúsinum.
    Úrslitið bleiv Láninet, sum starvsfólk á Dugna hava sniðgivið, seymað og prentað. Higartil hava tey framleitt 200 net, sum fara í Tinghúsið og Endurnýtsluhandilin á Kambsdali 16. September 2019.
    Hoyr tær báðar Elin Lindenskov, samskipara og Anna Louisa Jacobsen frá Tinghúsinum greiða frá.
    9 min
  • Ein hjálpandi hond
    Hvørt norðurland hevur sítt umboðsfólk, sum umframt at umboða landið, eisini umboðar ein part av tí list, ið verður framleidd í londunum, sum eru umfatað av norðurlendska samstarvinum.
    Randi Samsonsen er nýggjasta føroyska umboðsfólkið, og fer komandi árini at hjálpa føroyingum, ið vilja søkja pentar úr norðurlendska mentanargrunninum, at skriva umsóknina rætt, soleiðis, at størstur møguleiki er at fáa játtandi svar.
    14 min
  • Nú skal høllin roynast
    Endamálið við konsertini er fyrst og fremst at fáa roynt ljóðviðurskiftini til alskyns sløg av tónleiki, so á skránni eru bæði tey, ið larma illa, og tey, ið framføra heilt stillisliga.
    Ólavur Olsen, sum er varaleiðari á Musikkskúlanum, greiðir frá um endamálið við konsertini, sum hann sigur er at trykkprøva høllina.
    Ljóðstøðið verður mált, meðan framførslurnar eru, og so kann støða takast til, hvussu gjørt verður, tá tónleikarar skulu framføra ymisk sløg av tónleiki í framtíðini.
    11 min
  • Katrin fekk eina 44 ára gamla dóttir
    Í 1981 fer Katrin á Gravarbø at stuðla einari smágentu, ið býr á einum barnaheimi í Korea, við einari fastari upphædd uppá 100 krónur um mánaðin, ið hon heldur á við, til hon missur sambandið, tá gentan gerst myndug og flytur frá koreanska barnaheiminum.
    Men nú Katrin hevur leitað eftir henni, hava tær aftur fingið samband, og suðurkoreanska smágentan, sum í dag er ein vaksin kvinna, hevur vitjað í Føroyum - á sínari brúdleypsferð.
    28 min
  • Venjingin er gull verd
    - Tað er ikki altíð, at man er upplagdur áðrenn fimleikurin byrjar, men so skjótt vit koma í høllina, so verður man glaður. Og tá farið verður undir fimleikin, merkir man, hvussu tað hjálpir.
    Soleiðís sigur Anna Maria Gøricke, sum í seks ár hevur gjørt fimleik við Firvaldunum, sum er lið, sum Krabbameinsfelagið og Fimleikafelagið Ljósið hava sett á stovn.
    Í Suðuroy byrjaði eitt lið fyri tveimum árum síðan, og nú ynskir Krabbameinsfelagið at fáa lið aðrastaðni í landinum.
    12 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners