Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • – Latið børn vera børn
    – Tað týdningarmesta er, at børnini trívast har tey eru, og at tey tíma at koma aftur næstu ferð. Soleiðis sigur Petur Mittún, tá hann verður spurdur, hvønn ítrótt foreldur skulu velja til sítt barn.
    Eisini sigur hann í sama viðfangi, at tað er av alstórum týdningi, at foreldur lata venjara vera venjara, og ikki blanda seg ov nógv, skuldi tað verið so, at barnið ikki skal spæla á A-liðnum.
    19 min
  • Handsverksmeistarar skulu hava løggilding
    Ein afturvendandi táttur í summarmorgni nú undan valinum er, at vit bjóða einum áhugafelag, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát. Í morgun tosa vit við Magnus Magnussen, formann í Føroya Handverksmeistarafelag.
    Handverksmeistarafelagið heldur, at krøv skulu setast til teir handverksmeistarar, sum eiga virkið, ið bjóðar seg fram at byggja fyri fólk. Felagið hevur tí sum valynski til politikararnar, at sett verður sum krav, at Handverksmeistarar skulu hava løggilding, fyri at hava byggvirki.
    15 min
  • Børnini eru eisini á vali
    Skal tað vera Herviligi Henry, Pippi, Skrímslini ella onkur heilt annar?
    12 valevni stilla upp til barnavalið, sum fer fram á fleiri av bókasøvnum landsins í hesum døgum, og javnstøða er á listanum, sigur Oyvør Jacobsen, leiðari á Bókasavninum við Løkin í Runavík.
    Ætlanin er at geva børnum eitt innlit í valskipanina á ein hátt, sum gevur meining fyri tey, og samstundis at varpa ljós á bókmentir og tað at lesa.
    10 min
  • Arbeiðsumstøðurnar hjá heilsurøktarum mugu bøtast
    Ein afturvendandi táttur í summarmorgni nú undan valinum er, at vit bjóða einum áhugafelag, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát. Í morgun tosaðu vit við forkvinnuna í Heilsurøktarafelagnum, Rakul í Gerðinum, forkvinna.
    Heilsurøktarafelagið hevur orðað átta hjartamál í samband við løgtingsvalið, sum felagið vónar at fleiri valevni fara at taka til sín.
    Hjartamálini eru:
    ▪ fakfólk tryggja virðið av tænastuni
    ▪ styttri arbeiðsvika
    ▪ javnstøða í heilsu- og umsoranaryrki
    18 min
  • Stórur áhugi at ganga á kvøldskúla
    Í gjárkvøldið klokkan 18 lat tilmeldingin til Tórshavnar kvøldskúla upp, og til ber at melda seg til eitt ella fleiri av skeiðunum hjá kvøldskúlanum inntil sunnudagin 1. september.
    Í fjør gingu 3.100 fólk á kvøldskúlanum, sum var met. Tá tilmeldingin lat upp í gjárkvøldið, sótu so nógv klár frammafyri telduni, at tilmeldingarskipanin gjørdist ovbyrjað og fingu fleiri ikki boð um tilmeldingina beinavegin.
    19 min
  • Summarmorgun 260819
    Hoyr sendingina her
    Luttakarar, Jens Meinhard Rasmussen, Jóannes Eidesgaard, Henny á Líknargøtu, Tony Barnes og Eyðfinn Jensen
    2 hr 16 min
  • Bretskir hermenn fingu faroeitis
    Hetta veit fyrrverandi bretski hermaðurin og granskarin Tony Barnes millum at siga, nú hann í nógv ár hevur granskað í viðurskiftunum hjá bretskum hermonnum í Føroyum undir seinna heimsbardaga.
    Eisini hevur hann hjálpt fleiri krígsbørnum at finna upplýsingar um pápar, ið fóru aftur til Bretlands eftir kríggið.
    Í kvøld kl 19 heldur Tony Barnes fyrilestur í SOR bygninginum, har krígssavnið heldur til. Fyrilesturin er á enskum, men verður eisini umsettur til føroyskt, so øll eru vælkomin
    19 min
  • Matstovur skulu sleppa at innflyta vín
    Ein afturvendandi táttur í summarmorgni nú undan valinum er, at vit bjóða einum áhugafelag, yrkisfelag ella stovni, sum hevur valynski at bera politikarunum til eitt prát.
    Hesu ferð tosa vit við Henny á Líknargøtu, forkvinnu í Ferðavinnufelagnum.
    Ferðavinnufelagið hevur tvey kjarnumál, sum felagið roynir at varpa ljós á. Annað er einkarinnkeypið hjá Rúsuni av víni, øli og sterkari løgi, og hitt er gongd í haga.
    22 min
  • Reyði Krossur umskipar endurnýtsluna í Suðuroy
    Seinnapartin í dag letur Reyði Krossur ein nýggjan klædnaendurnýtsluhandil upp í Vági. Við hesum verður arbeiðið við klædnaendurnýtsluni í Suðuroy umskipað. Higartil hava fólk latið handilinum klæðini, men nú er fleiri bingjur settar upp í Suðuroy, har fólk kunnu lata klæðir. Klæðini verða síðani send til Havnar, har tey verða skild, og send suðuraftur í handilin, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya.
    14 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners