Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Nógvar atkvøður at finna her
    Felagið hevur sent eitt skriv til allar politisku flokkarnar, har tey gera vart við síni ynskir, men ikki nógvir flokkar hava svarað teimum aftur.
    Beate L. Samuelsen vitjaði í Summarmorgni, har hon greiddi frá teimum fýra málunum, sum tey ynskja, at politikararnir taka við í skránna áðrenn valið.
    14 min
  • Nýta dronur til at gera nýggj myndakort av Føroyum
    Lávus og Sverri eita dronurnar hjá Umhvørvisstovuni. Lávus og Sverri flúgva kring allar Føroyar og taka myndir.
    Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar umleið 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data.
    Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur vanliga frá 30 min. til 2 tímar at flúgva eina bygd.
    Tað er Andreas Klein Arnbjerg, ið tekur sær av hesari uppgávu.
    9 min
  • Kunning heldur enn broytingar
    Myndugleikarnir í Nepal fingu í farnu viku eina frágreiðing frá einum arbeiðsbólki, sum í fleiri tilmælum vísir á, hvussu tað kann gerast tryggari at koma upp á tindin.
    Millum annað verður mælt til, at fólk ikki sleppa at klíva upp, uttan at tey áður hava verið á einum øðrum fjalli í Nepal-økinum, sum er hægri enn 6.500 metrar.
    Higartil í ár eru 11 fólk deyð í royndini at koma upp á hægsta fjall í heiminum, Mount Everest.
    13 min
  • Ungu valevnini savnað á einari heimasíðu
    Ungvalevni.com eitur ein nýggj heimasíða. Tað er ein politiskt og fíggjarliga óheftur pallur, har ung undir 30 ár, ið stilla upp til løgtingsvalið 2019, kunnu vísa á síni hjartamál og politisku meiningar.
    Á forsíðuna fæst vitan um valevnini, og síðani síggjast meiningarnar hjá valevnunum um fleiri politisk mál.
    Tað eru mál sum til dømis umhvørvi, ferðavinna, loysing og samband, persónlig rættindi og so framvegis.
    8 min
  • 10 hjartamál
    ST-sáttmálin ásetir Føroya Landsstýri at tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tey rættindi, sum eru ásett í sáttmálanum. Føroyar liva tó ikki í nóg stóran mun upp til ST-sáttmálan. Tað sigur MEGD, sum nú roynir at varpa ljós á 10 hjartamál hjá felagnum.
    Hoyr Tóru við Keldu, forkvinnu, greiða frá.
    19 min
  • Sálarheilsa skal raðfestast hægri
    Vit fara komandi dagarnar at fregnast og tosa við felagsskapir um teirra ynskir til komandi løgting.
    Sinnisbati er áhugafelag teirra ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Sinnisbati hevur sett nøkur kjanumál á skrá, sum tey vóna, at politisku valevnini geva sær far um í valstríðnum.
    Tey eru: Besta hjálpin, fyribyrging, avvarðandi, viðgerðatrygd og útgreining og opinleiki um sálarsjúku og kunning.
    16 min
  • Kristian hevur fingið hoyrnina aftur
    Tað eina oyrað hjá Kristiani Joensen hevur verið deyvt seinastu 20 árini, og í hinum oyranum hevur hann hoyrt umleið 30%. Tá ið hann var ungur hoyrdi hann betur, men tað er bara versnað við árunum.
    Nú hevur Kristian fingið eina skurðvigerð, sum hevur givið honum hoyrnina aftur.
    – Tað er sjáldan, at eg fari at gráta inni hjá læknanum, men eg græt tann dagin, eg fekk hoyrnina aftur, sigur ein glaður Kristian Joensen.
    12 min
  • Ein nýggjur heimur latin upp við ferðavinnuni
    Samson Højgaard, sum eigur boat.fo, byrjaði at leiga bátar út fyrr í ár. Síðani fór hann eisini at skipa fyri bátatúrum og fiskitúrum ymsa staðni í Føroyum.
    Bæði føroyingar og útlendingar fara bátatúrar við boat.fo, men serliga ferðafólk halda tað vera stuttligt at sleppa ein fiskitúr í einum føroyskum firði.
    Samson Højgaard er ferðaleiðari, og hann ein møguleika í bátatúrum, nú ferðavinnan í Føroyum er vaksin so nógv.
    – Tað var óhugsandi fyri nøkrum árum síðani, at so nógv ferðafólk komu til Føroya, og at hetta fór at bera til, sigur Samson Højgaard.
    18 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners