Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Ein kikari er settur upp í Mykinesi
    Ein kikari er settur upp í Mykinesi, so møguligt er nú at síggja lundan uttan at ganga niður í lundalandið í Lamba og at síggja súluberg uttan at fara út í Hólman.
    Tað er Tórshavnar Rotary Klubbi, sum hevur tikið stig til og fingið til vega fígging til verkætlanina.
    Kikarin er staðsettur á Rógvuni og hevur staðið har eina viku. Sambært Juliannu Klett, sum er limur í Tórshavnar Rotary Klubbi, er hann longu væl brúktur.
    7 min
  • Nýggi stjórin fegnast um starvið
    Hesa vikuna bjóðar nýggi stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, til kaffiprát í forhøllini í Listavninum.
    Har fær ein eitt óhátíðarligt høvi at heilsa uppá stjóran og tosa um virksemið á savninum, koma við hugskotum og annað.
    - Vit hava valt at hava kaffiprát, so eg kann hitta øll, sum hava áhuga í savninum og hoyra, hvat tey halda um savnið og fáa nøkur góð hugskot, sigur Karina Lykke Grand.
    13 min
  • Til fyrimuns fyri veljaran
    Tað heldur John Johannessen, politiskur viðmerkjari.
    Fyrr hevur Javnaðarflokkurin gjørt greitt, at hann vil ikki í samgongu við Fólkaflokkin, og nú hevur Miðflokkurin boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, uttan so at hesir báðir flokkar broyta sítt virðisgrundarlag.
    Hoyr John Johannesen millum annað greina hetta rákið.
    11 min
  • Eingin eftirskúli á Tvøroyri enn
    Kravið frá Mentamálaráðnum var í minsta lagi 16 næmingar, um eftirskúlin á Tvøroyri skuldi fara undir ætlaða virksemið eftir summarfrítíðina. Heldur ikki nóg nógvar umsóknir vóru til stjórastarvið.
    Hoyr Jens Arna Leo Hammerfoss, nevndarlim í Føroya eftirskúla, greiða frá.
    5 min
  • Norðurlendskar søgur í oyrað
    Umleið soleiðis stendur at lesa á facebooksíðuni hjá Sansaga Walks.
    Ein av hesum gongutúrum, ella ljóðvallaraferðum, sum skapararnir av ferðunum nevna tær, er at uppliva í Nólsoy, og tá Ovastevna var um vikuskiftið, var møguleiki at royna ferðina, sum hevur heitið Prinsessan - ein sansalig tíðarferð í ljóði.
    Sansaga Walks er ein norðurlendsk verkætlan, sum fevnir um søgur úr Føroyum, Íslandi og av Bornholm, og føroyski søgusigarin er Linda Mortansdóttir.
    10 min
  • Kannar skíggjavanar í føroyskum familjum
    Nógv verður tosað um skíggjavanar í dag. Um vit áttu at avmarka okkara skíggjanýtslu, um børn eiga at nýta skíggjar, og hvørjar avleiðingar nýtslan av skíggjum kann hava.
    Heimsheilsustovnurin WHO hevur fyri stuttum mælt til, at børn millum eitt og fimm ár bert mugu nýta skíggjar ein tíma um dagin, meðan børn undir eitt ár als ikki mugu hyggja í skíggjar, tí tað ávirkar menningina.
    16 min
  • Mariann er ársins persónligheit
    Intercoiffure Mondial er ein altjóða felagsskapur, sum hevur fleiri enn 3000 hárfríðkanarstovur kring heimin og hevur til endamáls at verja hárfríðkanarfakið, savna hárfríðkanarfólk og skapa hársnið og móta.
    Mariann Klein Ivansdóttir er Art Director fyri Intercoiffure Danmark, og hennara leiklutur er at standa fyri øllum innan hársnið, myndatøkur, framførslur og móta.
    Mariann hevur nú vunnið virðislønina "Personality of the Year". Hon vann heiðurin fyri ymisk stór avrik og hennara positiva lyndi.
    16 min
  • Vit liva í høvdinum
    Vit liva í alt ov stóran mun í høvdinum, har gerandisskyldur, ørkymlingar um fíggjarstøðu, barnauppaling, arbeiði og kanska eisini eitt parlag, ið er vorðið eitt sindur minni spennandi og gevandi enn ynskiligt er, seta dagsskránna.
    Heldur skuldu vit lurta meir eftir kroppinum, har vit, um vit geva okkum stundir, kunnu finna svarið á, hvat vit í veruleikanum ynskja at siga ja og nei til, og hvat vit í veruleikanum kenna innanst inni, metir Vivian Sjóklett, námsfrøðingur, listaterapeutur, vaginalterapeutur og sexologlesandi.
    33 min
  • – Hevði ikki væntað so nógvar valplakatir longu
    Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi, spáddi fyri í vikuni, at stórar valplakatir ikki fóru at koma upp fyrr enn hálvan august, men nú eru longu fleiri at síggja.
    Hann sigur, at tað nokk er tí, at fólk hava væntað val 31. august og hava bílagt sær plakatir, áðrenn summarfrítíðina og brúka nógv aftur frá fólkatingsvalinum, so alt er longu klárt.
    Niels Uni Dam heldur, at sosialir miðlar, serliga Facebook, fara at verða nógv brúktir hetta valstríðið. Valevni eru farin at gera fleiri videoupptøkur, tað sást til seinasta val, og tað fer sikkurt at seta sín dám á hetta valstríðið.
    18 min
  • Moldmentan - hvat er tað?
    - Vit kenna øll til orðið matmentan, ið snýr seg um tann mat vit eta, men einki orð var fyri tað, sum sker, áðrenn vit koma so langt sum til at eta tann mat, vit hava tikið úr jørðini, so vit byrjaðu bara at kalla tað moldmentan.
    Soleiðis situr Tjóðhild Patursson, háskúlastjóri, nú opið er fyri tilmeldingum til heystskeiðið hjá Mat- og moldmentanarháskúlanum á Sandi. Hon hevur ikki sitið í starvinum leingi, men heimasíðan er nú klár, og tað sama er galdandi við fyrstu skeiðunum.
    12 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners