Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar
    Starvsmannafelagið vil varpa ljós á seks kjarnumál til Løgtingsvalið og hevur í tí sambandi útgivið eitt blað har kjarnuøkini verða lýst.
    Hesi eru eitt nú at minka arbeiðsvikuna niður í 37 tímar við lóg, hava greiðan skilna millum arbeiði og frítíð, og at tryggja rættindini hjá teimum, ið eru sett í tíðaravmarkaði størv.
    Hoyr Regin Berg, sum hevur samskipað verkætlanina hjá Starvsmannafelagnum, greiða frá.
    12 min
  • Størsta rutusatsingin í nýggjari tíð
    Atlantsflog fór í dag fyrsta túrin til Charles de Gaulle flogvøllin í franska høvuðsstaðnum París. Atlantic Airways flýgur til París tríggjar ferðir um vikuna í summar, og ætlanin er at halda áfram at flúgva fleiri ferðir um vikuna í vetur, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
    9 min
  • Oyggjaleikavangamynd: Magnus Jakobsen
    Oyggjaleikirnir í Gibraltar byrja leygardagin, og hesa vikuna hevur summarmorgun samrøður við ítróttafólk, sum fara at umboða Føroyar. 
    Marin Eidesgaard hevur hitt Magnus Jakobsen, sum spælir á kurvabóltslandsliðnum.
    Hann vísur millum annað á, alsamt fleiri velja at spæla kurvabólt, at kurvabóltur sostatt er vaksandi ítróttagrein í Føroyum.
    15 min
  • Stórfingin listaframsýning á Varmakeldu
    Varmakelda verður í Fuglafirði um vikuskifti, og í ár verður skipað fyri einum heilt serligum tiltaki.
    Tað eru 50 ár síðani at fyrsta málningaframsýningin lat upp á Varmakeldu, og hendan málningaframsýningin hevur havt stóran týdning fyri stevnuna. Tí hevur ein arbeiðsbólkur í longri tíð saman við Frits Johannesen arbeitt við at skipa fyri einari stórfingnari listaframsýning.
    22 min
  • Skjótt klárt at flyta inn
    Krígssavnið hevur í fleiri ár arbeitt við at umvæla SOR-bygningin á Hálsi tætt við flogvøllin í Vágum, við tí fyri eyga at gera bygningin til krígssavn. Ætlanin er eisini at Visit Vágar skal halda til í SOR-bygninginum.
    Nú eru umvælingarnar komnar so mikið langt, at Visit Vágar og Krígssavnið eru farin at leggja til rættis innflytingina. Krígssavnið hevur longu flutt fleiri lutir, úr hølunum í Miðvági, har savnið higartil hevur hildið til, og í SOR-bygningin.
    30 min
  • Nýggj kafé í søguligum hami
    Nýggja kaféin "Fiskastykkið", ið lat upp hósdagin í síðstu viku, er einasta kaffistovan í Sandavági, og tað eru fleiri ár síðani at ein kaffistova seinast var í bygdini.
    Kaféin er staðsett vakurt í gamla pakkhúsinum, Úti á Gjógv í Sandavági, sum liggur beint við síðina av einum søguligum fiskastykki, sum í árunum frá 1912 til 1972 brúkt til at turka og pakka klippfisk.
    15 min
  • Summarmorgun 270619
    Hoyr sendingina her
    Luttakarar, Birna Dahl Jacobsen, Sigvør Laksá, Jastrid á Dalbø, Oddvør á Lakjuni, Hedvig Westerlund-Kapnas, Eyðfríð Vík, Eydna Iversen Lindenskov, Birgit Andersen og Samuel Jørmundarsson
    2 hr 9 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners