Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Kann verða neyðugt við altjóða koyrikorti
    Fert tú at ferðast í summar, og ætlar tú tær at leiga bil, skalt tú vera varug/ur við, at í summum londum krevja mynduleikarnir, at tú bæði hevur føroyska koyrikortið og eitt altjóða koyrikort uppi á tær.
    "Hetta er serliga eitt krav í londum uttanfyri Evropa", sigur Tórunn Miðberg, sum millum annað arbeiðir við at útflýggja føroysk koyrikort á Akstovuni. "Vanliga er sostatt ikki neyðugt við altjóða koyrikorti í ES-londum", leggur hon aftrat.
    12 min
  • Summarmorgun 25. juni
    Luttakarar: Sonni í Horni, Heini í Skorini, Tórun Miðberg, Albert Isfeld, Heidi N. Olsen, Margit G. Joensen og Marius á Geilini.
    Hoyr sendingina her.
    2 hr 12 min
  • Meiri enn tvífalt so nógv sermerkt akfør í ár
    Leygardagin varð skipað fyri bil- og motorsúklufagnaði í Fuglafirði. Byrjað varð á Kambsdali, har farið varð í rekkikoyring til Fuglafjarðar, har parkerað varð til hugna og samveru.
    Hvussu hildnaðist dagurin? Vit hittu Sonna á Horni, borgarstjóra í Fuglafjarðar kommunu, við Mentanarhúsi leygardagin.
    Tú kanst hoyra samrøðuna her!
    4 min
  • – Eg koyri ikki dóttrina á stovn
    Una Nielsdóttir Galán bloggar um mammulív á sosialu miðlunum. Hon hevur eina heldur øðrvísi tilgongd til mammulívið enn fólk flest. Eitt nú eta tey bert plantubaseraðan mat, nýta toyblæur til dóttrina, og harafturat hevur hon valt ikki at koyra dóttrina á stovn. 
    – Eg meti ikki, at tað er gott at koyra børn á stovn, tá tey eru so lítil, sigur Una Nielsdóttir Galán. Avgerðin hevur eisini við sær, at hon noyðist at venda hvørjum oyra, tí samfelagið er ikki skrúðað saman til, at tað er fíggjarliga best at vera heimagangandi, sigur hon.
    12 min
  • – Børn hava tørv á at vera saman við øðrum børnum
    Dagstovnar eru til fyri at geva børnum nakrar møguleikar, og teir eru ikki bara ansingartilboð, so foreldrini kunnu arbeiða, sigur Hildur Patusson, forkvinna í Dagstovnaráðnum, sum hevur fingist við dagstovnanámsfrøði alt sítt lív.
    Dagstovnalógin gevur børnum nógvar góðar møguleikar at mennast fjølbroytt, og tá skulu umstøðurnar verða soleiðis, at tað passar til aldurin hjá barninum.
    Tað er týdningarmikið fyri børn, eisini smá børn, at tey fáa hóskandi avbjóðingarnar og fjølbroyttar møguleikar.
    14 min
  • Flaggsigling endaði viđ merkisguðstænastu í Fámjin
    Her kanst tú hoyra innslagið frá merkisguðstænastuni í Fámjins kirkju í gjár, sum varð sent í Summarmorgni í morgun.
    Í innslagnum hoyra vit Jónsvein Bech, sóknarprest, og samrøður eru við Mouritz Mohr, flaggbera, Dorius Frederiksberg úr Klaksvík, sum sigldi við Draganum, og Óla Petersen úr Vági, sum var við Jóhonnu á flaggtúrinum.
    Undir guðstænastuni varð flaggið, sum er brúkt á drúgvu flaggferðini, latið Fámjins kirkju. Sostatt eru 100 ár ímillum bæði merkini, sum kirkjan nú eigur.
    8 min
  • Ummæli: Ein dropi í lívsins havi
    Leygardagin 15. juni varð minnisvarðin í Svínoy - listarverkið Ein dropi í lívsins havi eftir Edward Fuglø - avdúkaður.
    Gunnar Nolsøe og Albert Isfeld vóru úti í Svínoy henda dagin, og í hesari reportaguni fer Albert Isfeld at ummæla nýggja listarverkið.
    Eisini verður tosað við fólk, ið vit hitta í bygdini, eitt nú Poul Sivar Olsen, ið er formaður i nevndini, ið hevur staðið fyri arbeiðinum.
    Tú kanst hoyra reportaguna her.
    19 min
  • Ummæli: Havgrím Seaside Hotel 1948
    Fleiri og fleiri ferðafólk koma til Føroyar, og hetta hevur við sær at hotellini eisini økjast í tali. Og komandi fýra mikudagarnar fara vit at viðgera og umrøða hotellbygging úr einum arkitektoniskum sjónarhorni.
    Og fyrsta hotellið verður Havgrím Seaside Hotel 1948. Vit hitta ein av eigarunum, Jóhan í Niðristovu, meðan Albert Isfeld, arkitektur, ummælur hotellið úr arkitektoniska sjónarhorninum.
    Tú kanst hoyra reportaguna her.
    33 min
  • Summarmorgun 24. juni
    Luttakarar: Jónsvein Bech, Mouritz Mohr, Dorius Frederiksberg, Óla Petesen, Una Nielsdóttir Galan, Hildur Patursson, Solveig Hanusardóttir Olsen, Albert Isfeld, Nils Ohrt og Poul Sivar Olsen.
    Hoyr sendingina her.
    2 hr 15 min
  • Umstøðurnar hjá Tennisfelagnum eru batnaðar
    Umstøðurnar at spæla tennis í Føroyum hava ongantíð verið góðar. Gamla undirlagið á tennisvøllunum var frá 1990, og nú er graslíki lagt á.
    Julian Johansen, formaður í Havnar Tennisfelag, fegnast um nýggja vøllin, tí nú ber til at spæla tennis alt árið.
    Gamli vøllurin kundi ikki brúkast, tá tað var vátt, og tað er tað ofta í Føroyum.
    Tennis er ein lítil ítrottargrein í Føroyum. Jón Brekku, tennisleikari, heldur, at hetta er sera stórt framstig fyri ítrottargreinina, og hann væntar, at fleiri limir leggjast afturat nú.
    12 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners