Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Einaferð verða vit 70.000 føroyingar
    Fólkatalið fór upp um 51-túsund 1. juli. Tá vóru vit 51.043. Fólkatalið vaks við 830 fólkum frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár.
    Vøksturin kemur einamest av broyttu flytingini, har nógv færri fólk eru flutt av landinum, samstundis sum tilflytingin er vaksin.
    Hoyr Hans Paula Strøm, fólkalívsfrøðing á Hagstovu Føroya m.a. greiða frá, hví alsamt fleiri vilja búgva í Føroyum, um fólkatalið fer at halda fram at vaksa.
    16 min
  • Bygdasøgan løgd fram í Tofta skúla
    Tað er Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað bygdasøguna. Tvey tey fyrru bindini komu í mai mánaði í fjør og í gjárkvøldið varð so sjálv ættarsøgan løgd fram í 3. bindi. Tað hevur Helgi Jacobsen gjørt saman við Thorleifi Hansen, ið hevur skrivað av eftir kirkjubókum og hevur sett ættargreinarnar saman.
     
    Bæði Helgi Jacobsen og Jóhannus Danielsen eru væl nøgdir nú bygdasøgan er komin út. Tað var upprunaliga bygdaráðið, sum í 2013 tók stig til at fáa bygdasøguna út í bók og Nes kommuna, sum júst hevur fylt 50 ár, hevur fíggjað útgávuna.
    9 min
  • Mentanarvika í Vágum
    Fleiri tiltøk plaga at vera í Vágoynni um hesa tíðina, og nú hava tey sligið seg saman og hava sett á stovn Vesturskin. Men hvat er Vesturskin? Vit fingu orðið á Vár Gregersen, sum er ein av fyrireikarunum, umframt tvey av teimum, ið eru við í nøkrum av tiltøkunum.
    Skráin sæst við at leita eftir Vesturskin á Facebook.
    10 min
  • Bygdasøgan á Toftum
    Talan var um seinasta part av bygdasøguni, og Tórður Mikkelsen var á staðnum og hann tosaði við Helga Jacobsen, rithøvdund, og Jóhannus Danielsen, borgarstjóra.
    9 min
  • Ferðslan verður darvað
    Tað verður serstakliga í Havnini og í Tjørnuvík, at fólk koma at merkja, at kongalig vitjan er, og vert er at kaga í skránna, um tú ikki vilt standa í bíðirøð við bilinum.
    Jan Fossaberg frá løgregluni greiddi frá í Summarmorgni.
    13 min
  • Vit mugu flenna at tí álvarsama
    Er tað møguligt, at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt? Hvar gongur markið í millum at tapa seg nøkur kilo og at svølta seg í hel? Er Anorexi ein lívsstílur?
    - Tá vit flenna at onkrum, so eru vit meira opin, og kunnu hugsa um evnið á ein annan hátt, siga tær báðar til spurningin um, hví tær velja so álvarsom evni sum til dømis etingarólag at flenna at.
    Sjúkt Sunn er ein svørt komedia, sum verður frumframførd á Tjóðpalli Føroya í kvøld.
    12 min
  • Nú skrivar hann bók um Njál
    Óli Jacobsen, sum var formaður í Føroya Fiskimannafelag í samfull 36 ár, hevur ikki kett seg síðani hann gavst sum fakfelagsformaður. Hann hevur givið fleiri bøkur út um persóns og lagnusøgur og nú skrivar hann bók um kenda frelsunarhermannin Njál Djurhuus, sum hevur eina spennandi søgu. Ætlanin er at bókin skal koma út um eitt ár.
    32 min
  • Føroyar eiga besta spælskiparan
    Elias á Skipagøtu varð valdur besti spæliskiparin undir EM-kappingini fyri U18-landslið í hondbólti, sum hevur verið í Tbilisi í Georgia seinastu tíggju dagarnar.
    Eftir hvørja EM- og HM-kapping er vanligt at velja eitt ?all star? lið, har besti spælarin á hvørjum einstøkum plássi verður kosin. Hesaferð var einki undantak, men tað er meira sjáldsamt, at ein føroyingur verður valdur.
    Elias var í Summarmorgni til eitt prát
    6 min
  • Sukurplástur er best móti vespustingi
    Tað eru mong, sum ikki brýggja seg um vespur og eru beinleiðis bangin fyri teimum, serliga tí, at tær kunnu stinga.
    Hoyr Kristinu Jacobsen og Katy við Skipá, farmakonomar, greiða frá hvat hendir, tá tú verður stungin av vespu og hvat ein skal gera, um ein verður stungin.
    9 min
  • Minnast ymsar hendingar á sjónum
    Fyrireikararnir siga, at serliga nógv fólk var á sjómannadegnum leygardagin. Her hittast nógvir sjómenn, sum hava siglt saman. Í Summarmorgni í morgun varð tosað við tríggjar royndar sjómenn, ið hava verið saman til skips. Teir eru Erling Joensen frá Gjógv og Jóan Petur Klein og Marni Zachariassen úr Klaksvík.
    Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í morgunsendingini.
    12 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners