Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Tú kanst broyta heilan
    -Ímynda tær at tú gongur í fjøllunum. Gongur tú sama veg hvønn dag, skapar tú eina væl traðkaða gøtu, sum tú kanst ganga uttan at hugsa um, hvar tú setir føturnar. Soleiðis sigur Anette Prehn um vanar okkara.
    Anette Prehn er sosiologur og tekst við at miðla vísund. Í farnu viku vitjaði hon á Glasi fyrsta skúladag, har hon greiddi frá, hvussu tú kanst ávirka heilan til at duga tað, tú vilt hava hann til at duga.
    - Tað eru tey valini, tú tekur í gerandisdegnum, sum mynda tað tú gert, segði Anette Prehn teimum ungu.
    27 min
  • Fanga horngeil á Borðoyarvík
    Millum teir mongu livandi fiskarnar, ið verða vístir fram í kørum á havnarlagnum í Klaksvík sjómannadagin, er kombikk. Nógv í Klaksvík siga horngeil.
    Fríggjadagin var Summarmorgun við úti á Borðoyarvík at fanga horngeil. Og væl lá fyri.
    Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í Summarmorgni.
    11 min
  • Tey eru klár við ókeypis vaflum og kaffi
    Í fjør vitjaðu umleið 3.000 fólk Look North á Sjómannadegnum. Aftur í á verður borðreitt við ókeypis kaffi og vaflum á virkinum.
     
    -Okkara kundar eru serliga stórir vinnukundar, men hetta gevur okkum høvi at koma í sambandi við fólk og at kunna um hvat vit gera, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North, ið er á havnarlagnum á vestursíðuni í Klaksvík, har flestu tiltøkini á Sjómannadegnum fara fram í morgin..
     
    Tove Sigudson er ein av teimum, sum á hvørjum ári bakar vaflur Sjómannadagin á Look North.
    11 min
  • Hava fyrireikað síðani í mai
    Nú er klárt at halda Sjómannadagin í Klaksvík í morgin. Fyrstu fyrireikingarnar til dagin fóru í gongd longu í mai.
    -Hóast alt er ókeypis fyri tey ið koma á Sjómannadagin, so kostar hann tilsamans úti við tríggjar milliónir krónur í ár. Tað hevur eydnast okkum at fáa umleið 50 stuðlar ymsa staðni í landinum og tað er sera hugaligt, sigur Karl Birgir Isaksen, sum hevur verið við at fyrireika Sjómannadagin øll 14 árini hann hevur verið.
    Ein av fyritøkunum, ið bjóða ókeypis fiskamat á Sjómannadegnum í morgin, er samtakið Kristian í Grótinum.
    10 min
  • Sjómannadagurin: Livandi fiskurin komin í kørini
    Kristin Vilhelmsen, ið fiskar havtasku við útróðrarbátinum Gudrun, er komin inn við ymsum fiskur, serliga áhugaverdum krabbum. Og ein annar gamal skipari, Jóannes Lassen, fer í kvøld í vatnkríggj við abbasynunum. Teir hava eisini fiskað reyðfisk til kørini á sjómannadegnum.
    Her kanst tú hoyra samrøðuna við Kristin og Jóannes á havnarlagnum á vestursíðuni í Summarmorgni í morgun.
    10 min
  • Hetta er fake news!
    - Um tú vilt síggja boð frá fleiri enn 25 teimum somu vinunum á facebook, so skalt tú...
    Flestu okkara hava sæð líknandi uppsløg á Facebook seinastu tíðina, og vit spurdu Jákup Justinussen, ið er kønur innan sosialar miðlar, um hetta hetta ger nakran mun.
    12 min
  • So skal matpakkin gerast
    Millum annað henda spurning settu vit Poulu Patursson, kliniskan dietist í Summarmorgni, nú skúlin byrjar aftur, og eitt heilt ár við matpakkum liggur fyri framman.
    13 min
  • Fyrsti skúladagur í Tofta skúla var góður
    Í Tofta skúla fóru 205 børn í skúla í morgun. Av teimum byrjaðu 23 børn í 1. flokki.
    -Eitt hálvt ár áðrenn skúlaárið byrjar, fara tveir lærarar regluliga niðan í barnagarðin at læra børnini ymist áðrenn tey koma í 1. flokk. Og harafturat kemur námsfrøðingur regluliga í flokkin teir fyrstu mánaðirnar til jóla. Hetta samstarvið millum skúlan og barnagarðin riggar væl, sigur Durita Jakobsen, skúlastjóri í Tofta skúla. Hon byrjaði sum skúlastjóri fyrr í ár og tí er hetta fyrstu ferð hon tekur ímóti nýggjum skúlabørnum sum stjóri.
    17 min
  • Feðgar rokast í smiðjuni í Eiðsvík
    Fyrsti maður, Summarmorgun rennur seg í inni í høllini í Eiðsvík, er Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður. Hann sigur, at millum mangt annað er hann hondlangari og ørindadrongur hjá soninum Signari, ið hevur keypt høllina.
    -Mær dámar sera væl at hava okkurt at fara upp til um morgnarnar og at teir yngru tíma at hava meg uppi í. Men eg avgerði sjálvur ferðina, sigur Annfinn Kallsberg.
    8 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners