Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Óvanliga lítið gras á Viðareiði
    -Vit plaga ikki at innflyta gras til neytini, men í ár verða vit noyddir til tað, tí okkara egna røkkur verri enn so, sigur Niels Jákup Matras Absalonsen, bóndi í Útistovu á Viðareiði.
    Her kanst tú hoyra samrøðuna við Niels, sum var í Summarmorgni í morgun.
    10 min
  • Dopplers live í Summarmorgni
    Danski sangbólkurin hevur konsert í Norðurlandahúsinum í dag, Gøtu kirkju hósdagin og í Salt á Tvøroyri fríggjadagin.
    Føroyska Tóra Vestergaard er limur í bólkinum, og vit fingu eitt prát við hana og kórleiðaran Astrid-Vang Pedersen. Prátið fall millum annað á munin millum eitt kór og ein sangbólk, og tað at hava nógvar komponistar í bólkinum. Eisini framførdu tey tveir sangir í útvarpsstovuni.
    16 min
  • Kembið áðrenn skúlin byrjar
    Men til ber at fyribyrgja einum stórum parti av hesum boðum, um vit kemba, nú áðrenn farið verður aftur í skúla.
    Børn hava verið á legu, og foreldur hava eisini summarfrí frá lúsakambinum, og nú er tíð at kanna hárið hjá børnunum áðrenn tey fara í skúla. Soleiðis siga Kristina Jacobsen og Katy við Skipá, ið starvast á apotekinum.
    8 min
  • Veltan skapar nógvar møguleikar
    Summarmorgun hitti Marjuna Joensen í køkinum á Sandoy Seafood í Skopun, har hon ger mat til arbeiðsfólkið. Enn borðreiðir hon ikki við egnum grønmeti á virkinum, men tað verður kanska skjótt.
    6 min
  • Veltufólk stovna háskúla á Sandi
    Í Summarmorgni í morgun vitjaðu vit eisini tann stóra vakstrartunnilin hjá Veltuni á Sandi, har tey í summar hava havt 20 ymisk sløg av fruktum og grønmeti. Her er eitt áhugavert prát við Katrina Petersen, Harald Símunarson Hansen, gartnara og nakrar ungar gentur av Sandi, sum í summar hava lúkað og tynt á Sandafløttinum.
    13 min
  • Frumframførslan skolaði burtur
    Í Maribo á Lollandi verður annaðhvørt summar ein útileikur settur upp við áhugaleikarum og yrkissjónleikarum. Hesaferð seta tey upp Dr. Zhivago, har Christina Elisabeth Mørkøre hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin.
    Tá nú leikurin verður spældur uttandura, hevur veðrið eisini ein stóran leiklut, og tá frumframført var fyri 1000 áskoðarum, spældi veðrið ikki við, tí stormur við torusláttri gjørdi enda á framførsluni hendan dagin.
    8 min
  • Alt stendur í besta blóma
    At hava grønar fingrar er allarhelst neyðugt, um tú vilt hava ein vakran urtagarð - bæði tá tað ræður um blómur og urtir annars.
    Summarmorgun vitjaði í urtagarðinum hjá Sólrún Michelsen, saman við Gutta Winther og mammu hansara Siggu Rasmussen, ið hevði nógvar spennandi urtir at vísa.
    20 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners