Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Hørður á úrvalsliðnum
    Føroyska U20 landsliðið í manshondbólti er júst komið aftur til Føroya, eftir at hava luttikið í einari sonevndari B EM kapping í Makedonia. Hetta er ein kapping fyri smærri hondbóltstjóðir, ið ikki hava megnað at spælt seg til sjálvt EM endaspælið.
    Í kappingini endaði føroyska liðið á einum fjórðaplássi, men ein av leikarunum kom heim við einum fyrstaplássi, so at siga, tí málverjin Hørður Trygvason varð kosin at vera besti málverji í kappingini.
    Summarmorgun hevði eitt prát við Hørð.
    12 min
  • Tivoli aftur í miðbýin
    - Eg haldi ikki, at Skálatrøð er sjarmerandi ella gott fyri nakran annan enn fyrireikararnar á Ólavsøku. Foreldur sita bara og trippa og telja minuttirnar til tey sleppa úr hasum óbarnavinarliga økinum við høgum prísum, longum bíðirøðum og skramblivinningum...
    Millum annað soleiðis skrivar Mena Joensen á sínum facebookvanga dagin eftir ólavsøku, og eftir viðmerkingunum at døma, so var hon ikki einsamøll um at hava hesa áskoðan.
    20 min
  • Svimja til Nólsoyar
    Tað er nú tú skalt tekna teg, ætlar tú tær at svimja til Nólsoyar leygardagin á Ovastevnu.
    Tað segði fyriskiparin Erland Simonsen fyri Summarmorgni, beint áðrenn hann leyp á bláman saman við øðrum havsvimjarum, tí sjálvt um tað ber til at klára teinin uttan at vera svimjari, so er tað ein fyrimunur at hava roynt havsvimjing áður.
    9 min
  • Heimaærin hjá okkum er blind
    Fyri tveimum árum síðani fekk ein ær hjá Olafi Davidsen, bónda, í Æðuvík, eitt blint lamb. Hóast mamman stoytti tað frá sær, hevur tað við hjálp frá húsfólkunum, klárað seg væl.
    Dóttir Olaf, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, greiddi í útvarpinum í morgun frá, at ærin í dag klárar seg væl, og við hjálp frá lambi sínum ferðast úti uttan stórvegis trupuleikar.
    7 min
  • 100 ár á Vaglinum
    H. N. Jacobsens bókhandil, sum hann kallast, helt í nógv ár til í Gongini við Kongabrúnna.
    Tey hølini vórðu við árunum vorðin tronglig, og tá gamli Realskúlin var lýstur til sølu, varð avgjørt at keypa og flyta niðan á Vaglið.
    15 min
  • Nógvar umsóknir um ættaruppkalling
    Í fjør fekk navnanevdin 123 umsóknir frá foreldrum, ið fegin vildu doypa barnið annað navn enn tað, sum stendur á navnalistanum. Tær flestu umsóknirnar vóru um ættaruppkalling, meðan tað eisini vóru umsóknir um nýggj nøvn, ið ikki eru nýtt í Føroyum áður. 
    Navnarákið broytist, men tað eru summi nøvn, ið ganga aftur og blíva við at vera væl umtókt. 
    Hoyr Anfinn Johansen, lektara í málfrøði, greiða frá um fólkanøvn.
    16 min
  • Føroyar og OL-limaskapur
    Í mong ár hevur verið arbeitt fyri at gerast sjálvstøðugt limaland í Olympisku Nevndini, IOC.
    Sum er, noyðast føroysk ítróttafólk at luttaka á Olympsiku Leikunum undir donskum flaggi. Tveir føroyingar hava higartil tikið lut í OL. Katrin Olsen í rógving í 2008 og Pál Joensen í svimjing í 2012 og 2016. 
    Ítróttasamband Føroya fekk í síðstu viku stuðulsbræv frá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, har hann ger greitt, at Danmark stuðlar Føroyum í stríðnum fyri at gerast sjálvstøðugt limaland í IOC.
    Hoyr forsetan í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, greiða frá.
    12 min
  • Sóknast eftir fosturfamiljum
    Tørvur er á fleiri nýggjum fosturfamiljum til børn, sum av onkrari orsøk ikki kunnu búgva heima.
    Hoyr Oddbjørg Balle, leiðari á barnaverdarstovuni, greiða frá.
    11 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners