Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Hvør skal ansa hundinum?
    Nina Brockie er limur í hundafelagnum og djóravinur. Hon ræður fólki, ið eiga djór, til at finna góð ansingarstøð til teirra í feriuni. Hon sigur eisini, at djór føla á sær, tá eigariin riggar til at fara út at ferðast, og at í summum førum loypa t.d. hundar uppí opna kuffertið ímeðan pakka verður.
    Hoyr samrøðuna við Ninu Brockie her.
    9 min
  • Hittmakarin á Strondum
    Seinasta árið hevur Sofus Høj á Strondum, ríka føroyska tónleikapallin, við einum "oyrahangara" fyri og øðrum eftir. Tey myrku skýggj, Kennari, Lagnan og Work it out eru nakrir av nógv spældu sangum hansara seinast tíðina. Lítiðlætni strandingurin yrkir bæði á føroyskum og enskum, og leggur dent á, at hann fær hjálp frá góðum fólki innan føroyska tónleikaheimin.
    10 min
  • 5G netið nærkast Føroyum
    5G.
    Orðið - ella talið og bókstavurin - kunnu vit venja okkum við.
    Tað er framtíðin.
    Talan er um fimta ættarlið av fartelefonsamskifti. Ferðin verður tíggjufaldað í mun til 4G.
    Meðan onnur lond stríðast við at leggja káplar, sum skulu tryggja skjóta sambandið; kunnu vit føroyingar klappa okkum sjálvar á herðarnar.
    Tí undirstøðukervið er longa lagt, sigur Páll Vesturbú, stjóri í FT Neti.
    11 min
  • Veðurforsøgnirnar verða føroyskar
    Føroyingar yvirtóku veðurtænastuna í 2009, men síðani tá er lítið og einki hent. Hetta skal nú broytast.
    Fiskimálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal koma við einum tilmæli um eina føryska veðurtænastu, ið er lagað til føroysk viðurskifti og til tørvin hjá føroyska brúkaranum.
    Hoyr Alix Rasmussen, veðurfrøðing og Hanus Kjølbro, veðurkønan, sum eru í arbeiðsbólkinum, greiða frá.
    11 min
  • Øll elska íslendingarnar
    Millum annað hendan spurning setti Summarmorgun Sissal Kristiansen.
    Íslendingar hava dugað væl at bygt eitt umhvørvið kring landsliðið, sum flest øll kunnu kenna seg aftur í, og samstundis er hetta sera góð marknaðarføring fyri Ísland.
    11 min
  • Altjóða yogadagur 21. juni
    Boðið verður til almet yoga á Tórsbreyt, og ikki er neyðugt at duga at standa á høvdinum fyri at vera við.
    Fyriskipararnir Elisa Vang og Turið Gaard Hansen vóru á gátt hjá Summarmorgni.
    8 min
  • Frá avlamni til triatlon
    Í mai 2016 varð Jákup Petur skurðviðgjørdur fyri diskusprolaps fyri aðru ferð, men skurðviðgerðin eydnaðst ikki sum ætlað. Jákup Petur hevði nógva pínu og fekk lítið og einki gjørt. Eftir tríggjar mánaðir sum seingarliggjandi tók hann seg saman og byrjaði stillisliga at arbeiða og at venja. Tað byrjaði at ganga framá og í dag, tvey ár seinni, hevur hann luttikið í sínum fyrsta triatlon og skal í heyst vera við til HM í triatlon í Suðurafrika.
    12 min
  • Fjølment útoyggjastevna í fagrasta veðri
    Her er ein reportaga frá Útoyggjastevnuni í Svínoy leygardagin. Tey, sum samrøða er við, eru: Sigmar Høgnesen, Sólarn Isaksen, Heri Joensen, Malla Djurhuus, Jákup Mikkelsen, Sunnva á Geilini Asano, Meinhard Hentze og fimm útlendskir AFS-skiftisnæmingar, ið eru Louise Lallement úr Fraklandi, Owen Frederick úr USA, Ela Kot úr Póllandi, Martina M. Tibau úr Spania og Merle Rupprecht úr Týskland.
     
    Lurta eftir innslagnum í Summarmorgni her. Myndin er frá setanini. Heri Joensen, prestur, setti Útoyggjastevnuna í heimbygdini.
    17 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners