Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Bróstageving er týdningarmikil
    Fýra tættir eru í einari endurskoðaðari vegleiðing, sum ljósmøður, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsufrøðingar hava lært um seinastu dagarnar:
    Bróstageving er felags foreldrauppgáva
    Týdningarmikið er, at móðir og barn eru húð ímóti húð
    Týdningarmikið er, at barnið ofta verður lagt til
    Týdningarmikið er, at mamman og barnið eru í góðari fysiskari støðu, tá ið barnið fær bróst.
    Fyrireikararnir vóru Sanna Hansen og Durita Restorff, og Summarmorgun var og vitjaði á skeiðnum.
    13 min
  • Blomstrut skjúrta skal til
    Soleiðis sigur Janus Poulsen, sum dagliga starvast við at lata menn væl í, í Skálki í SMS.
    Mannfólkamótin í summar loyvir manninum at vera eitt sindur djarvur, við sprøklutum skjúrtum og ternutum klædningum. Tó er kanska ikki ráðiligt at lata seg í bæði í senn.
    8 min
  • Eg havi ongantíð upplivað slíkt fyrr
    Tá startdómarin skjeyt fyri startinum hjá 10 mannaførunum í kappróðrinum á eystanstevnu í Runavík, misti Jóhan Guðjónsson, sum situr í rúminum í stýriborð, fyrsta takið.
    Hetta elvdi til, at manningin ikki fekk róð, og teir mistu tí eina bátslongd í sjálvum startinum. Men manningin herjaði á at rógva, og teir vunnu kortini róðurin.
    - Hetta eigur ikki at bera til, og eg havi ongantíð upplivað slíkt fyrr, sigur Jóhan Guðjónsson, rógvari.
    7 min
  • Vit skulu framvegis trúgva upp á oljuævintýrið
    - Tær fellurnar, vit hava, eru so mikið stórar, at tær gera mun. Eisini hjá stórum feløgum.
    Soleiðis sigur Heri Ziska, sum er jarðfrøðingur á Jarðfeingi og hevur arbeitt við at tulka datatilfar frá føroyska landgrunninum í fleiri ár.
    Fyrsta útbjóðingin til oljuleiting í Føroyum var í 2000. Nú eru útvið tríggir mánaðir farnir, síðani 4.útbjóðingin lat upp. Sambært Hera Ziska er rættiliga fitt av áhuga frá útlendskum oljufeløgum.
    8 min
  • Í læru sum professionellur hondbóltsspælari
    Seinastu tvær vikurnar hava flest allir 9. floks næmingar verið í starvsvenjing.
    Tann 15 ára gamla Rakul Wardum úr Havn hevur valt eina heldur øðrvísi starvsvenjing.
    Seinastu 14 dagarnar hevur hon verið í starvsvenjing á Talentakademinum hjá Ringkøbing/Skjern, har hon veruliga hevur lært, hvat tað vil siga at liva sum professionellur hondbóltsspælari.
    Í morgunsendingini fortaldi hon um serstøku starvsvenjningina.
    3 min
  • Sáttmálasamráðingar kunnu gerast drúgvar
    Tann fyrsta oktober fara sáttmálarnir hjá teimum ymisku fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum úr gildi. Tí skal nú samráðast um nýggjar sáttmálar.
    Fyri eini viku síðani handaðu Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hvørjum øðrum eitt skriv við sínum ynskjum til sáttmálasamráðingarnar, sum verða í heyst.
    Men hvussu ganga hesar sáttmálasamráðingarnar fyri seg, nær verður semingsmaður tilkallaður, og nær endar tað við verkfalli?
    8 min
  • - Tað var sum at hyggja at einum filmi
    Daniella Lisberg og familja hennara høvdu verið á McDonalds í Helsingør.
    Tey settu seg í bilin og skuldu koyra avstað, tá ein bilur kom við nógvari ferð tvørtur um vegin og streyk stutt framvið.
    Stutt haðani var ein ómannað bensinstøð. Har kom annar bilur við somu ferð.
    Tá sóu tey ein mann fara rennandi avstað.
    Menninir í hinum bilunum, sum vóru í skortum, fóru síðani at skjóta eftir rennandi manninum.
    - Eg taldi fimm kúlur, sigur Daniella Lisberg.
    6 min
  • Nýggi stjórin í KvF fekk eina selfie-stong
    Tað er gott at koma inn í Kringvarpið. Móttøkan hevur verið góð og heit. Tað sigur Johnny í Grótinum, sum er nýggi stjóri í Kringvarpinum. Hann er heldur, at tað er umráðandi at vera har, sum brúkarin er, og tí er neyðugt, at Kringvarpið er nógv á sosialu miðlunum, soleiðis at KvF eisini røkkir teimum ungu. Johnny er sjálvur virkin á sosialu miðlunum, og tískil fekk hann eisini eina gávu til høvið - eina selfie-stong.
    4 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners