Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • U21: Lítlibeiggi dystast móti stórabeiggja
    Flestu føroysku fótbóltseygu verða vend móti Portugal í morgin, tá A-landsliðið hjá monnum spæla ímóti Christiano Ronaldo og hinum portugisunum.
    Men í morgin spælir eisini eitt annað føroyskt fótbóltslandslið, nevniliga U21.
    Klokkan 16 spæla Føroyar móti Danmark á Tórsvølli.
    Danir eru favorittur, men søguligu bondini millum bæði londini kann gera, at lítlibeiggi finnur tey eyka prosentini, sum kunnu gera, at dysturin verður javnari.
    Tað halda bæði Eli Hentze, venjari, og Hákun Edmundsson, leikari, sum vitjaðu Morgunsendingina.
    17 min
  • Viviann er farin til Íslands at spæla hondbólt
    Hon hevur seinastu árini staðið í málinum hjá VÍF og er nú farin at royna okkurt nýtt. Hon hevur skrivað sáttmála við Selfoss í eitt ár fyri fyrst, sum hevur ein ungan, óroyndan málverja, og ein eldri málverja, sum bert venur við hvørt, so hon væntar sær nógva leiktíð.
    Viviann Petersen sigur seg longu merkja, at hon fer at trívast væl í Íslandi og hjá Selfoss.
    Vit spurdu fyrst Viviann, hvussu hetta er komið í lag.
    4 min
  • Føroysk satira manglar
    Satira er ikki til longur á føroyskum. Sjálvt á ólavsøku kundu vit ikki longur uppliva stundentakabarett, Sosialurin hevur ongan Høgna, og einki Fríggadagsprik hevur verið í eitt mannaminni. Gamaní hevur GMF roynt seg við varisligum alternativum tíðindum, men tað er ov bleytt og ikki satira av tí slagnum, sum eg sakni. Soleiðis skrivar Birgir Kruse millum annað á Birkblog.
    10 min
  • Ómegd setir harðskap í parløgum á breddan
    - Hetta er eitt evni, ið er nógv tagt burtur. Tað siga tveir av leikararunum, Gunnvá Zahcarissen og Kristina S. Ougaard. Umframt tær báðar spælir Hans Tórgarð eisini við í leikinum.
    ÓMEGD er bygdur á veruligar hendingar úr metsølubókini ?Um bara han sló meg?, eftir Súsonnu O. Skaale, sum í einum setti harðskap í parlagnum ovast á breddan. Ein leikur um, hvussu menniskju megna at reisa seg og finna vegin úr harðskapi í parlagnum.
    Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard, Hans Tórgarð
    Leikrit: Kristina Sundar Hansen
    Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen
    13 min
  • - Nógvar lærugreinar eru longu fullteknaðar
    Í síðstu viku varð faldarin hjá Tórshavnar Kvøldskúla borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. Umleið 260 lærugreinar eru, og fleiri lærugreinar vórðu fullteknaðar beinanvegin, og hava nú langar bíðirøðir. T.d. eru lærugreinarnar brodering, silvurarbeiði, steinarbeiði, glaslist, veving o.s.fr. ógvuliga væl umtóktar, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari. Tilmeldingin til kvøldskúlan endar sunnukvøldið á midnátt.
    8 min
  • Lundar skulu finna rætta makan
    Tað skal nógv til, áðrenn lundastovnurin er væl fyri aftur, tí hann er minkaður so nógv. Men nebbasildin er góð í løtuni, og nøgdin er stór, sum er neyðugt fyri at stovnurin skal veksa, sigur Jóhannis Danielsen, adjunktur í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
    Tað ganga nógv ár, frá at ungar koma undan, til teir verða partur av stovninum og fara at reiðrast.
    Størsti parturin av lundum doyr, men eitt par skal bara fáa tveir ungar, sum eisini fáa tveir ungar fyri at halda stovninum støðugum.
    11 min
  • Bóndin í Saksun fær ikki frið fyri ferðafólki
    Nógv ferðafólk hava vitjað Føroyar í summar - og nógv vitja eisini alt árið runt. Nøkur fegnast, tí ferðafólkini leggja pengar eftir sær, meðan onnur troyttast.
    Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, rópar varskó. Hann orkar ikki at ikki fáa frið inni hjá sær sjálvum og í heilum verða avmyndaður av ferðafólkunum, sum alt árið runt vitja í Saksun.
    10 min
  • Sunda Kommuna leita eftir ársins mentanaravriki
    Noomi Káradóttir Rasmussen, starvsfólk í Sunda Kommunu sigur, at gáttin er lág fyri at senda uppskot inn til ársins mentanaravrik. Sunda Kommuna hevur í nøkur ár latið einum persóni ella einum felagi eina gávu fyri serligt mentanaravrik, m.a. vann Hósvíkar Róðrarfelag í fjør.
    Vinnarin verður heiðraður 14. septembur, tá mentanardagar verða settir.
    7 min
  • Fingu 547 súlur í Mykineshólmi
    Seinastu árini hevur talið av súlum ligið millum 400-800. Í ár vóru 59 fólk skriva upp at fara eftir súlum, og tá farið verður í røkurnar eftir súlum síga nakrir menn oman. Tað eru fýra røkur, og í tí heilt stóru rókini, Urin, vóru 345 av teimum 547 súlunum tiknar.
    Finn Hansen sigur, at teir lata súluna hanga í eina nátt, og síðani royta teir dagin eftir. Ein bátur kemur úr Sørvági og leggur seg undir bjørgini, so verða allar súlurnar blakaðar á sjógv og tiknar upp í bátin, sum siglur tær inn á Sørvág.
    5 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners