Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Framleiða klæðir burtur úr alternativum rávørum
    Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur til mótaheimin, har tilfeingið og ídnaður skulu vera í javnvág við náttúruna. Sniðgevarnir kappast um at gera nýggjar mótavørur, og leygardagin 26. august verður mótaframsýning, har ein vinnari verður kosin. Av teimum 11 sniðgevunum eru føroysku Sissal K. Kristiansen, Lissi B. Andreasen og Frida Poulsen.
    13 min
  • - Menstruatiónskoppurin er eitt gott alternativ
    Menstruatiónskoppurin er vistfrøðiligur og samlar blóðið uttan, at tað er í samband við undirlívið, so tískil er reinførið betri enn við eitt nú tampax. Hann ger ikki skaða á slímhindurnar í undirlívinum, sum tampax annars kann gera. Ein kann royna seg fram við koppinum, sigur Bjørghild Djurhuus, og um tað er nakað fyri ein, so vil hon viðmæla at brúka hann. Koppurin fer eisini at verða meira og meira nevndur, tá tosað verður um menstruatiónsmøguleikar.
    22 min
  • Rebekka keypir menstruatiónskopp
    Tað eru tvey sløg av menstruatiónskoppum, ein fyri kvinnur, ið hava átt børn, og ein fyri kvinnur, ið ikki hava átt børn. Koppurin kann sita í upp til 12 tímar, og ein skolar hann við lunkaðum vatni fyri at reinsa hann. Koppurin heldur í trý til fimm ár, men viðmælt verður at skifta hann títtari.
    5 min
  • - Næmingar føla trýst á ymiskar hættir
    Tað eru serliga gentur, ið føla eitt trýst, og tað er bæði viðvíkjandi karakterum og idealum, siga tær báðar. Eisini er tað tabu at fáa minni góðan karakter, og tað er vanligt at stremba eftir góðum karakteri allatíðina. Vit áttu at tosa meira um hetta, og tað er týdningarmikið ikki at leggja í alt, siga Hanna og Barbara.
    15 min
  • Orðaskifti: Miðilin má vera har, sum brúkarin er
    Fyrradagin boðaði Dimmalætting frá, at alt tilfarið á Dimmalætting, sum er í sjálvum blaðnum, verður tøkt á netinum. Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, greiðir frá týdninginum um, at mann sum miðil er tøkur á fleiri platformum.
    Høgni Reistrup, miðlafrøðingur, greiðir frá, hvørja ábyrgd - og vansar og fyrimunir, tað kann hava, tá ungdómurin í størri mun fær tíðindi umvegis facebook og alnótini.
    22 min
  • Stórur áhugi fyri føroyskari rættstaving
    Føroyamálsdeildin bjóðar út eitt diplomskeið í føroyskum í heyst. Eitt líknandi skeið varð bjóðað út fyrr, men hevur ikki verið tað seinastu árini, men nú verður tað gjørt aftur. 
    Umsóknarfreistin til skeiðið er 4. septembur, og ein søkir umvegis heimasíðuna Setur.fo undir teiginum "útbúgvingar", og har velur ein "diplomskeið í føroyskum".
     Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum, og Lena Reinert, undirvísari, vitjaðu morgunsendingina og greiddi nærri frá.
    10 min
  • Føroysku miðlarnir røkka ikki teimum ungu
    Umframt at føroyingar lurta nógv eftir útvarpi í meðal, vísir kanningin eisini, at føroysku miðlarnir dumpa, tá tað snýr seg um at røkka teimum ungu. Tey ungu - frá 12 til 20 ár - hyggja hvørki at sjónvarpi ella lurta eftir útvarpi, men brúka netið til at fáa tíðindi. Føroysku miðlarnir standa seg illa, tá tað snýr seg um at brúka platformarnar á teimum sosialu miðlunum, og tískil venda tey ungu sær heldur til útlendskar miðlar.
    12 min
  • Bogi Berg er við til Universiade 2017
    Bogi Berg býr í Aalborg og íðkar fimleik við GymAalborg. Hann er við danska landsliðnum í Tapei í Taiwan til Universiade 2017, sum eisini verður kallað OL fyri lesandi. Tað er heimsins næststørsta ítrottartiltak, og 10.000 luttakarar úr 131 ymiskum londum eru við. Avrikini hjá Boga Berg hava verið góð. Hann er í ovastu 2/3 og bestur í danska hópinum á gólvi.
    Hann er bilsin av móttøkuni í Tapei, tí tey búgva so væl, og fleiri hallir eru nýbygdar til Universiade, og fólk koma rennandi yvir til íðkararnar og taka myndir av teimum.
    8 min
  • Cannabis brúkt sum heilivágur á Landssjúkrahúsinum
    Tað eru tveir læknar, sum geva cannabis sum heilivág á landssjúkrahúsinum. Annar læknin er á neurologisku deild, og í hinum førinum er tað krabbameinssjúklingar, sum fáa cannabis, sigur yvirlæknin, Bjarni á steig, sum 13. september skal halda fyrilestur um cannabis sum heilivág.
    Fyrilesturin verður í Sørvági.
    13 min
  • Áheitan á eftirlønarfeløg frá Krabbameinsfelagnum
    Fýra norðurlendsk krabbameinsfeløg standa saman og heita á eftirlønarfeløgini at taka ábyrgd og gevast at seta pening hjá viðskiftafólkunum í tubbaksídnaðin.
    Eftirlønarfeløgini mugu granska seg sjálvi, taka moralska støðu og samfelagsábyrgd. Í Noregi hevur leingi verið siðvenja, at eftirlønarfeløgini eru givin at seta pening í tubbaksídnaðin.
    11 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners