Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Hesar eru treytirnar fyri at fáa studning
    Lesandi á miðnámi fáa studning eftir, um tey eru 18 ár, og um tey búgva heima ella úti. Lesandi á hægri útbúgving fáa øll 4315 krónur, og so eru eyka ískoyti til forsyrgjarar og einligar forsyrgjarar, sum eisini fáa studning 12. mánaðin, meðan hini fáa 11 mánaðir um árið.
    Tú kanst søkja studning talgilt, sum Studni ynskir, at øll gera, ella í pappírsformi. Studningurin fyri nýggj lesandi kemur á konto 15. septembur, og fyri tey, sum longu eru lesandi, kemur hann síðst í august mánaði sum vant.
    13 min
  • Umráðandi at kenna stjórnarskipanina
    Stjórnarskipanin er, sambært løgmanni, eitt so týdningarmikið mál, at politiski myndugleikin ikki hevur heimild at taka avgerð um tað einsamallur. Samgonguflokkarnir halda, at vit mugu staðfesta í einum skjali, at føroyingar hava evsta valdið í Føroyum, og at fólkið skal atkvøða um hana. Sambandsvongurin heldur hinvegin, at ein føroysk stjórnarskipan er óneyðug og ger seg inn á verandi ríkisrættarligu støðu.
    Hoyr fyrstu sending um sjtórnarskipan her: Fólksins lóg - hvat er ein stjórnarskipan (1:4)
    10 min
  • Sálarheilsan hjá LGBT'arum er ring
    Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, heldur, at orsøkin til, at sálarheilsan hjá LGBT'arum er verri enn hjá hinskyndum, er tí at LGBT'arar uppliva fordómar og útihýsing í gerandisdegnum.
    11 min
  • Ferðafólkum dámar væl í Føroyum
    Tað er torført at siga, hvussu nógv ferðafólk hava vitjað Føroyar seinastu mánaðirnar, tí vit hava eingi hagtøl, men út við 200.000 fólk, metir Edward Leo við fyrivarni. Nakrar avbjóðingar eru, tí ferðafólk fara út um bøgarðar, og tað kann vera strævið hjá einari bygd at fáa fleiri bussar við ferðafólki á vitjan sama dag. Nøkur viðurskifti eru skipað, men alt er ikki skipað enn.
    7 min
  • Einasti føroyingur, ið er tilnevndur Grammy Award
    Greta Svabo Bech og sjeikurin eru nú búsitandi í Miðvági, har tey eisini gera sítt egna studio, eins og tey komandi mánaðirnar ætla at útgeva eitt nýtt staklag hvønn mánað.
    At enda í samrøðuni er brot úr nýggjasta staklagnum "Shut up & sing".
    17 min
  • - Eg valdi lívið
    Í Summarmorgni sigur Sanne Slomonsen okkum eitt nú hvussu hon stríddist seg aftur til lívið, og í hvønn mun lívsvirðini eru broytt. Sanne, sum verður á føroyskum palli 6. juli, tosar eisini um hetta at hava konsertir í Føroyum.
    14 min
  • Nógv ferðafólk í Sandoynni
    Sandoyggin er vorðin væl umtókt ferðamál. Bæði útlendingar og føroyingar, sum ferðast í egnum landi, koma í oynna. Hús verða leigað út, og nýggi Depilin í Skálavík hevur eisini stóran týdning fyri ferðavinnuna.
     
    Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar kunningarstovu, letur væl. Elis Poulsen hitti hann í morgunsendingini.
    10 min
  • Kjak um grindabýti
    Í Havn býr so nógv fólk, at tað er trupult at býta grind. Men skipanin, sum kommunan settí verk fyri nøkrum árum síðani um at býta til býarpartar, er góð, heldur Bergur P.Dam. 
     
    Hann og Finnbogi Midjord, sýslumaður, skiftu orð um grindabýti í morgunsendingini.
    13 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners