Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Vektlyfting og boksing í eina nátt
    Kappingin í deadlift er millum fýra av Føroya sterkastu monnum, og m.a. er Bjarni Nielsen, Føroya sterkasti maður við. Endamálið er at seta persónligt met, og setur Bjarni Nielsen persónligt met, verður tað eisini eitt nýtt føroyskt met. Síðani verður skipað fyri eini kapping í tryggum umstøðum fyri øll tey, ið hava hug at hava lyfta. Hetta er millum kl. 02.00 og 04.00, og kl. 04.00 verður stóri dysturin millum Mayweather og McGregor, ið hevur fingið nógva umrøðu, vístur.
    7 min
  • Harmonikutónar runga í Fuglafirði um vikuskiftið
    Sólgerð Andreassen, fyriskipari er sera fegin um at so nógvir harmonikuspælarar taka undir við hesum tiltaki. Umframt nógvu føroysku harmonikuspælararnar, er eisini gestir komnir úr Íslandi og Noregi.
    Morgunsendingin er í Mentanarhúsinum og tosa verður við Knut Ivar Bøe, harmonikuleikara úr Noregi og tosað verður eisini við fyriskiparan, Sólgerð Andreassen.
    21 min
  • Breið vifta av mentan í Fuglafirði
    Kristina Gry Berg, sum er dagligur leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, sigur tó, at skráin so at siga er komin uppá pláss, og tað eru nógv mentanartilboð at fara til.
    Hóast skráin í ár fevnir um fýra dagar, móti heilari viku seinasta ár, er hon ikki minni fevnandi og nógv verður at fara til, fyri flest allar áhugabólkar.
    12 min
  • Okkara aggressiónir verða kúgaðar í gerandisdegnum
    Flest øll royna at hava góðan og sømiligan atburð hvønn dag, har vit ikki nýta harðskap. Men hví dámar okkum so at hyggja at einum boksidysti? Suni Poulsen, sálarfrøðingur, sigur, at ein boksidystur gevur okkum samband við okkara innara primitivu kenslur, har aggressiónir eisini eru ein partur av tí. Tískil kennist tað gott, at eitt nú hyggja at einum boksidysti.
    11 min
  • Norðurlendsk sendistova fyri skapandi vinnur í LA
    Ætlar tú tær yvir um hav at royna at fóta tær innan skapandi vinnur í Los Angeles í Kalifornia, so er nú hjálpa at fáa hjá føroyingum og øðrum norðurlendingum.
    Nordic Space eitur nýtt átak, sum Kristian Riis, gittaristurin í danska rokkbólkinum Nephew, hevur tikið stig til.
    Talan er um eitt slag av norðurlendskari sendistovu fyri skapandi vinnur, sum skal halda til í hjartanum á heimsins undirhaldshøvuðsstaði - nærri útgreiðnað á Hollywood Boulevard.
    18 min
  • Fyrsti tímin í samfelagsfrøði hjá 7. flokki
    Nógv tos hevur verið um, at samfelagsfrøði átti at staðið á tímatalvuni. Tað ger tað nú. 7. flokkur í Eysturskúlanum hevði sín fyrsta tíma í samfelagsfrøði í dag, og tey vóru sera spent.
    Jóhanna Eidesgaard, Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge og Femja Restorff Olsen ganga allar í 7. flokki, og tær lótu sera væl at. Rannvá Skeel Johannesen, lærari, var eisini spent at hava fyrsta tíma við 7. flokki í samfelagsfrøði sum sjálvstøðug lærugrein. Tó hevur Rannvá undirvíst í samfelagsfrøði í søgu-undirvísingini áður.
    8 min
  • Eitt øðrvísi tiltak á Trappuni í Vágsbotni
    Tað er ungdómurin í City Church, Elevation, sum skipari fyri. Andrew Bandara og Eirikur Johannesen vóru í Summarmorgni og greiddu frá hesum heldur øðrvísi tiltakinum, sum teir ætla at brúka til ein film. Øll eru vælkomin við, og tey fáa posar við hesum pulvurinum í, tá tey koma.
    9 min
  • Gentur eru undir størri trýsti
    Kvantitativa kanningin, sum 1.295 miðnámsskúlanæmingar luttóku í, vísir, at tað eru serliga genturnar, ið uppliva trýst í miðnámsskúla-árunum. Trýstið kemur frá skúlanum, har munandi fleiri gentur í mun til dreingir, stremba eftir høgum karakterum. Harafturat spæla sosialu miðlarnir eisini ein leiklut. Genturnar eisini kenna á sær, at tær skulu liva upp til vøkurleikakrøvini, sum eru at síggja á sosialu miðlunum.
    13 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners