Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Úr Føroyum til asiatisku leikirnar
    Stóru uppgávurnar eru kanska ikki tær nógvu, tá tú arbeiðir sum myndaupptøkufólk í Føroyum. Tí er gott við góðum sambondum út í heim.
    Hetta kann Bjørg Mohr Anderssen sanna, tí hon er nú ávegis til Indonesiu, har hon skal vera partur av danska upptøkuliðnum, ið skal filma fótbólts- og handbóltskappingarnar við asiatisku leikirnar, ið byrja 18. august.
    8 min
  • Nú er at søkja!
    Soleiðis sigur Annika Sølvará, ið tekur sær av skiftisnæmingaskipanini hjá felagskapinum Rotary, sum nærum á hvørjum ári sendir ung fólk út í heim at uppliva aðrar mentanir.
    Sigrun á Brúgv var í Australia í eitt ár, og hevði nógv góð minni við sær heim, umframt at hon menti fleiri góðar eginleikar hjá sær sjálvari.
    Sigrun og Annika vitjaðu summarmorgun til eitt prát.
    13 min
  • Hevur ikki verið í Føroyum í 43 ár
    Frá 1970-71 læs, tann tá 22 ára gamli amerikanski mál- og fólkalívfrøðingurin, David Margolin føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya. Frammanundan hevði David lisið Nørrønt mál í fýra ár á Harvard University í Cambridge, Massachusettes.
    Í 1975 var hann í Føroyum í tríggjar vikur í granskingar ørindum, men hevur annars ikki vitja oyggjarnar aftur fyrr enn í summar.
    Samrøðan er á føroyskum, tí David tosar enn væl føroyskt.
    27 min
  • "Hey" - Øll hava rætt til góð barnaár
    Magni Højgaard, leiðari á sosialu deild hjá Bláa Krossi, vitjar Summarmorgun í samband við nýggja sangin og videolagið, "Hey", sum Maria á Lakjuni og Jens Marni Hansen syngja.
    Lagt tónleikin til rættis og upptikið: Hans Poulsen / IntroVers Studio
    Orð og lag: Ravi https://www.ravi.no/
    Føroyskað: Ásbjørn Berthelsen
    Sjónband: NRK super https://nrksuper.no/ og Tonje Voreland
    Klipt føroysku sjónbandaútgávuna: Villiam Joensen
    Samskipari: Blái Krossur Føroya
    13 min
  • Hjálpið okkum at hjálpa
    Í hølum felagsins í Stiðjagøtu í Havn er gott pláss, og tað hava klædnainnsavnararnir fyri neyðini, tí hvørja viku koma 200 sekkir av endurnýtsluklæðum um borðið hjá teimum, sum antin verða seld í búðunum hjá Reyða Krossi.
    Summarmorgun var framvið og fekk eitt prát við tey, sum standa fyri innsavningini, skiljingini og handlunum.
    12 min
  • Eingir náttkjólar til sølu - enn
    Summarmorgun var framvið í Ullvøruhúsinum, sum aftur fær staðfest gamla navnið hósdagin í næstu viku.
    Tað eru Sissal Kristiansen og Jóhanna av Steinum, sum í hesum døgum leggja seinastu hond á, áðrenn latið verður upp fyri einum ævintýri, sum býður upp á nýggjar avbjóðingar fyri tær báðar tvær.
    10 min
  • - Málningurin eigur munin á originalinum
    Hergeir Nielsen, fyrrverandi tingformaður, er fegin um málningin, sum júst er komin upp at hanga í løgtinginum. Málningurin, sum er ein vangamynd av Hergeiri, hongur við síðuna av fýra øðrum málningum, sum hanga í løgtinginum. Síðani stýrisskipanarlógina verða málningar av øllum tingformonnum, sum hava sitið síðani, hongdir upp í løgtinginum. Málningin av Hergeiri hevur Jógvan Andreas á Brúnni málað.
    12 min
  • "Handan stjørnurnar" við Elin Brimheim Heinesen
    Tann 25. juni fylti Elin Brimheim Heinesen 60 ár, og samstundis gav hon út nýggju fløguna, "Handan  stjørnurnar", sum er eitt úrval við 12 føroyskum sangum, sum ongantíð fyrr eru givnir út.
    Hóast Elin leingi hevur verið virkin tónleikari, hevur hon bara tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey gjørdu fimm løg hvør, og so fløguna "Yndisløg - Ein ferð aftur í farnar tíðir" saman við Ad Libitum, sum kom út í 2010 við ymiskum kendum evergreen-løgum.
    33 min
  • UMMÆLI: kabarettin var betri enn væntað
    Eykasýningarnar til ólavsøkukabarettina eru nú í gongd. Leikarirnir, sum allir leika kabarett fyri fyrstu ferð, eru eitt sindur ov smædnir. Tað halda Sjúrður Skaale og Gunnvá Zachariassen, sum bæði hava leikt í kabarettum fyrr. Men hóast hetta var kabarettin góð -ja, betri enn væntað.
    26 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners