Fríggjadagin 12. mars, á grækarismessu, var tað eitt ár síðani, at Løgmaður á tíðindafundi boðaði frá, at Føroyar fóru niður í ferð. Bárður á Steig Nielsen setir orð á farna árið. Eisini greiða umboð fyri tveir andstøðuflokkar frá, hvussu tað var at sita í andstøðu, tá koronukreppan rakti Føroyar.
Føroyar eru í løtuni skipaðar í 18 tilbúgvingareindir. Men tað skal nú broytast.
Í øllum førum skal løgtingið viðgera eitt lógaruppskot, sum heimildar landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum at skipa økið í størri tilbúgvingareindir.
Í lógaruppskotinum, sum er borðið í løgtingið, stendur, at endamálið við lógaruppskotinum er at hava eina dagførda lóg, sum setir greiðar lógarkarmar fyri, hvussu tilbúgvingin verður skipað. Ábyrgdin av tilbúgvingini liggur hjá kommununum.
Íslendska felagið Samherji hevur brúkt føroyska smápartafelagið Tindhólm til ólógligt virksemi í Namibia, sambært varskógvaranum Jóhannes Stefanssyni.
Men hvussu kann FAS-skipanin brúkast til ólógligt virksemi í einum øðrum landi?
Og hvørjar skyldur hevur ein nevndarformaður at halda eftirlit við virkseminum í einum felagi?
Hetta eru nakrir av spurningunum, ið vit fara at hyggja nærri at í sendingini saman við Jógvan Elias Winther Poulsen, advokati, og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Í gjár kom fram, at toppurin í Smyril Line eisini vóru koppsett.
Og tað er sendikvinnan og makin í London eisini.
Hvussu ber tað til?
Luttakarar: Jógvan Páll Lassen, advokatur, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Ragnar Isaksen, Tummas í Garði, varastjóri, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, o.o.
Arnfríð Joensen Dahl, Hallur av Rana og Uni Holm Johannesen gjørdu sendingina.
Eftir ætlan skulu allir føroyingar, sum ynskja tað, vera koppsetir fyri korona áðrenn jóansøku.
Men hvat merkir tað fyri tað føroyska summarið?
Kunnu vit eftir einum góðum hálvumøðrum ári við avmarkingar, fráhaldi, spritti og reinføri endiliga venda aftur til ein vanligan gerandisdag?
Og merkja aktørar í vinnuni og tey, sum standa fyri stóru summartiltøkunum, at føroyingar og útlendingar rigga til eitt summar, sum líktist tí, áðrenn hendan farsóttin broytti heimin.
Vit mangla kommunulæknar í Føroyum. Í løtuni eru 34 kommunulæknastørv í Føroyum, og tað talið er alt ov lítið, heldur formaðurin í Læknafelgnum, Pál Weihe.
Ein annar trupulleiki er, at tað er avbjóðandi at fáa kommunulæknar í føst størv summastaðni í landinum. Í Suðuroy eru til dømis fýra viðtalur, men skjótt er eingin fastur kommunulækni í oynni.
Tað er greitt, aftaná at Jógvan Skorheim, sum seinastu seks árini hevur røkt sessin sum formaður í 115 ára gamla flokkinum, í morgun kunngjørdi, at hann leggur frá sær sum formaður og meldar seg úr flokkinum.
Í Breddanum hesaferð viðgera vit støðuna í einum av elstu flokkunum í landinum og hvat næsta stigið verður hjá Jógvani Skorheim á hansara politisku starvsleið.
52 min
About Breddin
From the publisher's feed
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.