Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin
    Grovur harðskapur, buturflytingar og alsamt størri mongdir av hørðum rúsevnum hava skapt yvirskriftir í nýggja árinum. Hvussu basa vit hesum? Ella er tað yvirhøvur møguligt. Skulu vit rokna við, at hetta bara er partur av nýggja gerandisdegnum? Løgmaður, Fútin, SSP ráðgevi og sálarviðgeri umrøða evnið í útvarpsstovuni.
    Fiskimálaráðið tapti móti Northwest Pelagic í málinum um, hvør hevði ræði á felagnum og harvið fiskiloyvinum. Men hvussu tryggja vit at útlendskir minnilutaeigarar ikki taka ræðið á føroyskari fiskivinnu?
    51 min
  • Breddin
    So hendi tað loksins - tunlarnir norður um Fjall skulu gerast. Men hvat merkir tað fyri fólkið, sum býr á staðnum og sum hava bíðað í fleiri ár eftir nýggjum farleiðum? Vit lodda dýpið.
    Danir vilja byggja radara í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur nú fingið eina skrivliga frágreiðing frá dønum, sum útleggur ætlaninar. Hvat skulu danir avgera, hvat skulu føroyingar og í hvønn mun eigur løgtingið at verða tikið við upp á ráð. Limir í uttanlandsnevndini kjakast um ætlaninar.
    53 min
  • Breddin
    Er rottan í Sandoy og hvussu skulu vit forða fyri, at rotta kemur á tær oyggjar har hon ikki er nú? Tað er nakað sum Umhvørvisstovan roynir at fáa greiðu á.
    Í gjár stemplaði Joe Biden inn til arbeiðis í Hvítu húsunum, og á arbeiðsborðinum í forsetaskrivstovuni lá ein stakkur av kunngerðum, klárar at undirskriva. Men hvat kann ein forseti gera av sínum eintingum og er tað bara galdandi til ein nýggjur forseti kemur?
    Tað, og meira aftrat fáa vit greiðu á um eina løtu saman við Erik Løksagarð Absalonsen og Sjúrða Skaale.
    53 min
  • Breddin
    Joe Bide varð í dag svorðin í eið, sum forseti í USA, og tekur við eftir Donald Trump, sum hevur verið forseti síðstu fýra árini.
    Vit hyggja eftir nøkrum av politisku avrikunum hjá fráfarandi forsetanum og hvat stendir eftir honum nú fýra ár við Trump eru komin at enda.
    Eisini fara vit at kaga fram í tíðina, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman hjá nýggja forsetanum Joe Biden.
    58 min
  • Breddin
    Kommunur og vinnulívið finnast hvassliga at uppskotinum um kunngerð, sum skal avmarka óljóð frá skipum við bryggju. Uppskotið er óbrúkiligt og kann avhøvda alla vinnu, siga kommunurnar og vinnan, men tær ásanna, at okkurt má gerast. Landsstýrismaðurin í Umvhørvis- og Vinnumálum, næstformaðurin í Kommunufelagnum, og forkvinnan í áhugafelagnum Heimafriði vitja í útvarpsstovuni.
    Og
    53 min
  • Breddin
    Mikudagin í síðstu viku lupu viðhaldsfólk hjá Trump á Capitol Hill í Washington.
    Mótmælisfólk troðkaðu seg síðan inn í lóggávutingið, ið skuldi góðkenna úrslitið á forsetavalinum.
    Sosialir miðlar hava síðan sløkt fríu mikrofonina hjá forsetanum í USA.
    Luttakarar: Eydna Skaale, retorikari, Sigri Gaini, ph.d.-lesandi, Jógvan Poulsen, útvarpsstjóri, Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur, og Beate Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting
    49 min
  • Breddin
    Umleið sjey milliónir krónur.
    Tað kostar koppingarevnið til allar føroyingar.
    Rokningina rindar danski ríkiskassin.
    Vit eiga sjálvi at rinda alla rokningina, heldur tingkvinna fyri Tjóðveldi.
    Landsstýrismaðurin í heilsumálum heldur, at hetta er ein av fyrimununum við at vera í ríkisfelagsskapi.
    Heimaundirvísing og fólkaskúlin
    Fyri skjótt einum ári síðan varð skúlastovurnar fluttar á talgilda samskiftispallin.
    Hvussu hevur tað ávirkað næmingarnar?
    53 min
  • Breddin
    Jóansøkan í ár verður nakað serligt.
    Tí eftir ætlanini hjá koppsetingarbólkinum hjá landsstýrinum, so er tað á jóansøku, at allir føroyingar eru koppsettir fyri koronu.
    Og tað fer at gera, at summarið í ár verður munandi øðrvísi enn summarið í fjør.
    Breddin hyggur niður í nýggju koppingarætlanina hjá koppsetingarbólkinum.
    Fleiri frábrigdi av koronu
    Tað er bara ein spurningur um tíð, til bretska frábrigdið av koronu kemur til Føroya, siga myndugleikarnir.
    Men hvat er tað? Og hvørji frábrigdi av koronu hava tey funnið?
    51 min
  • Breddin
    MSC góðkenningin fyri sildafiskiskap og svartkjaft verður tikin aftur 30. desember.
    Orsøkin er, at veiðan hjá Føroyum og hinum strandarlondunum ikki longur er burðadygg. Ov nógv hevur verðið fiskað av sild og svartkjafti í mun til vísindaligu tilmælini frá ICES, sigur Marine Stewardship Council.
    Sambært MSC, fiskaðu strandarlondini - eisini Føroyar - 32 prosent meira sild í 2019 enn ICES mælti til.
    Men vinnan er ymisk á máli um avleiðingarnar av mistu MSC góðkenningini. Rìkisfelagsskapurin
    48 min
  • Breddin
    Á kommunuvalinum í farna mánað bleiv enn einaferð staðfest, at umhvørvismál eru framliga í huga hjá nógvum veljarum, tá Elsa Berg gjørdist fyrstvaldi kommunustýrislimur hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu við 519 persónligum atkvøðum. 
    Umhvørvispolitikkur og grøn átøk vóru nevniliga millum nøkur av hjartamálunum hjá nyggja stjørnuskotinum á lista E. 
    Og tað er eisini í samsvar við løgtingsvalið í 2019, tá millum annað Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi blivu valdar á ting. Báðar við sterkum grønum profili.
    55 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners