Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin
    Í dag er fyrsti desember. Hetta merkir fyri summi, at jólafriðurin er í nánd, og fyri summi, at nú skulu jólagávurnar fáast til høldar. Onkur gongur í handlar, onnur keypa á føroyskum heimasíðum og uppaftur onnur keypa jólagávurnar á útlendskum heimasíðum. 
    Men keypir tú frá einum útlendskum nethandli, og skal jólagávan undir jólatræið her heima í Føroyum jólaaftan, so skalt tú rokna við, at gávan dýrkar nakað. Í øllum førum um hon kostar meiri enn 300 krónur, sum er tollmarkið í Føroyum.
    52 min
  • Breddin
    Koppingarevni móti korona er á gáttini. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, eru í útvarpsstovuni.
    Vit spyrja Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð, um góð ráð, hvussu vit stýra millum "garrvillu tilboðini" hjá fryntligu handilsfólkunum á Black Friday.
    53 min
  • Breddin
    Í dag - 25. november - er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Men tað eru ikki vøkur tøl, ið Kvinnuhúsið í Havn leggur á borðið í samband við dagin. Higartil í ár eru komnar 648 fráboðanir, 116 fleiri enn alt árið í fjør. Vit tosa við Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðara í Kvinnuhúsinum.
    Meðan flestu kommunur stríðast fyri størri kvinnuumboða í politikki, so er øðrvísi í Hvannasunds Kommunu. Vit royna at finna útav, hví kvinnurnar hava stýrt Hvannasunds í meira enn eitt áratíggju.
    54 min
  • Breddin
    Vánaliga støðan á bústaðarmarknaðinum gongur út yvir fólkaheilsuna, serliga hjá teimum ungu, staðfestir stóra fólkaheilsukanningin. Men hvat ætla politikararnir at gera við tað? Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, og Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í Byggi- & Býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, kjakast um evnið.
    Oftari og oftari hoyra vit um hørðu rúsevnini, sum floyma úr útlandinum inn í føroyska samfelgið. Men nú verða hørðu rúsevnini eisini framleidd í Føroyum. Vit tosa við Jan Johannesen, leiðara á narkodeildini hjá politinum.
    54 min
  • Breddin
    Í nógv ár hevur Strandferðslan biðið um eitt avloysaraskip.
    Nú er tað komið, tríkiljan Erla Kongsdóttir.
    Men hon kann ikki brúkast fyribils.
    Kunnu fiska meira í Barentshavinum
    Føroysk skip sleppa at fiska munandi meira av toski í Barentshavinum næsta ár.
    Henrik Old heldur, at tað eigur at koma øðrum pørtum av fiskiflotanum til góðar. Hann mælir til, at teir fýra djúpvatnstrolararnir eisini sleppa í Barentshavið at fiska næsta ár.
    Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki vera rætt.
    49 min
  • Breddin
    Av tingsins røðarapalli í dag lovaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at eitt lógaruppskot um veiðigjald er á veg.
    Uppskotið verður klárt til politiska viðgerð um tvær ella tríggjar vikur.
    Í politisku skipanini eru tey samd um, at tað er umráðandi, at uppskotið er einfalt.
    Sólja riggar av
    Um ársskiftið riggar Sólja í Ólavsstovu av sum Løgtingsins Umboðsmaður.
    Lobbyisman er sterk í Føroyum, sigur hon, og fyrisitingin og politisku skipanin klára illa at standa ímóti trýstinum.
    49 min
  • Sólja riggar av sum Løgtingsins Umboðsmaður
    Sólja í Ólavsstovu tók við starvinum sum Løgtingsins Umboðsmaður tann 1. januar 2006.
    Í 15 ár hevur hon skula havt eftirlit við, at fyrisitingin í Føroyum ikki hevur gjørt mistøk ella vanrøkt sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki hevur framt órætt ímóti borgaranum.
    Sólja í Ólavsstovu kundi hugsað sær, at stovnurin hevði eina størri játtan, tí eftirlitsparturin er ov veikur.
    Hon ávarar eisini um, at pengasterku fyritøkurnar, pengasterku áhugamálini, í mongum førum hava ov lætt spæl í Føroyum.
    Og so heldur hon, at stovnurin átti at broytt navn.
    21 min
  • Breddin
    Slætt borð, fjórða hvørt ár.
    Tað kann kanska ljóða ruddiliga - enntá tiltalandi.
    Men ikki, tá ið talan er um nevndina í einum av máttmiklastu og mest týðandi feløgum í føroyska samfelagnum.
    Kommunuvalið lagaði seg so, at í øllum førum seks av sjey nevndarlimum í SEV skulu skiftast út.
    Og tað er óheppið, heldur fráfarandi nevndarformaðurin.
    Bleiv borgarstjóri av tilvild
    Hann skuldi bara siga ja. Annars gjørdi Karl Johansen einki fyri at gerast borgarstjóri í Klaksvík.
    50 min
  • Breddin
    Heilt óvæntað fekk Karl Johansen í boði at gerast borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í gjár. Og hann tók av.
    51 min
  • Ungur maður skal stjórna Eysturkommunu
    Hann stillaði upp í 2016 og fekk 35 atkvøður. Hann setti sær fyri at royna aftur í ár og hesaferð eydnaðist. Hann fekk næstan 100 atkvøður fleiri og gjørdist toppskorari í Eysturkommunu við 122 atkvøðum.
    Listi V, sum hann var á, vann eisini einsamallan meirluta. Hini á listanum peikaðu á hann sum borgarstjóra og hann tók av.
    18 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners